Tað var ikki við okkara vilja

Nú er vandi fyri, at allir almennir stovnar verða lagdir lamnir og at siglingin hjá Strandferðsluni verður munandi skerd

– Tað var ikki við okkara vilja, at semingsmaðurin nú er komin upp í sáttmálasamráðingarnar.

Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið hava samráðst um nýggjan sáttmála í eina tíð, men seinnapartin í gjár kastaði Fíggjarmálaráðið handklæðið í ringini og vildi hava semingsmannin upp í.

Fíggjarmálaráðið hevur viljað havt semingsmannin upp í nú í eina tíð, men í gjár vildu teir ikki útseta tað meir, tí teir mettu, at naggatódnin var so mikið stór, at tey komu ikki víðari.

Súni Selfoss sigur, at tey høvdu ikki annað at gera enn at taka tað til eftirtektar. Men hann sigur samstundis, at stóð tað til Starvsmannafelagið, varð semingsmaðurin ikki boðsendur longu.

– Vit halda, at vit áttu at roynt at mýkt støðuna nakað enn, áðrenn semingsmaðurin varð boðsendur, sigur hann.

Hann sigur, at tá ið semingsmaðurin er boðsendur, er tað hann, sum yvirtekur allar samráðingarna, og sostatt hava samráðingarpartarnir mist alla ávirkan á gongdian, og tað dámar honum ikki.

– Tað er altíð keðiligt, at partarnir, sum samráðast missa tamarhaldið á støðuni, leggur hann afturat.

Súni Selfoss ásannar, at tað er spurningurin um, hvussu stór lønarhækkingin skal vera, sum skilur partarnar.

Og hann ásannar samstundis, at tað er ógvuliga langt ímillum partarnar.

– Skal tað eydnast at finna semju, mugu báðir partar geva seg rættiliga langt, sigur hann.

Enn er ikki greitt, nær semingsroyndin byrjar. Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at semingsmaðurin hevur biðið partarnar um øll alt tilfarið í málinum, og tað skal hann hava mánadagin.

So fer hann at gjøgnumganga tilfarið, og eitt boð kundi verið, at semingsroyndin byrjar týsdagin.

Talan verður ikki um verkfall so leingi semingsroyndin er, men Sún Selfoss sigur, at tað er avgørt ein møguleiki, at tað endar við tí.

Hann sigur, at eftir lógini skulu tey boða frá tí minst 48 tímar frammanundan.

Eydnast tað ikki at finna semju, er vandi fyri, at arbeiðssteðgi, og tað fer at raka allar almennar stovnar. Dømi um tað eru, Almannaverkið, Taks, vaktar- og bjargingarskipini,  Kringvarpið, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Umhvørvisstovan og aðrir almennir stovnar, har limir í Starvsmannafelagnum arbeiða.

Hinvegin stendur longu í sáttmálanum,at Strandferðslan skal ikki leggjast púra lamin, hóast verkfall er.

– Vit hava bundið okkum til at lata skipini hjá Strandferðsluni sigla við eini avmarkaðari ferðaætlan, sigur Súni Selfoss.

Í hesum sambandi hava øll manningarfeløgini bundið seg til, at siglingin til Fugloyar, Svínoyar og Skúgvoyar, skal ongantið ávirkast av arbeiðssteðgi. Til Kalsoyar, til Sandoyar og til Nólsoyar, skulu minst tveir túrar vera um dagin, og Smyril skal sigla minst ein túr um dagin.

Hendan avtalan er galdandi 21 teir fyrstu dagarnar, ein arbeiðssteðgur er. Aftan á tað skulu partarnir verða samráðast um, hvussu strandfaraskipini skulu sigla.