- Málið um Skálafjarðartunnilin er vorðin ein orðadráttur, hvørt eitt alment partafelag skal standa fyri, ella um eitt privat felag við avtalu við landsstýrið skal sleppa framat.
Tað sigur Jógvan Mørkøre í kronikk í Sosialinum um vikuskiftið.
Samfelagsfrøðingurin vísir á, at teir vanligu ideologisku frontarnir eru trektir millum høgra og vinstru, men tað er ilt at síggja, at flokkarnir sum flokkar fáa rættað seg inn eftir hesum.
Í kronikkini skrivar Jógvan Mørkøre millum annað:
- Eyðvitað, so eru vágafólk og norðoyingar ikki fegnir um at skula gjalda fyri aðrar tunlar enn sín egna, og onkur eysturoyingur dugir heldur ikki at síggja rættvísið í hesum serskatti, ið verður álagdur summum bilførarum. Ein borgarstjóri norðanfyri spurdi so vísiliga, hví so bert undirsjóvartunlar og ikki eisini berghol oman fyri sjóvarmálan. Tá so er, síggja vit, at hetta, sum at síggja til hevur við høgra- og vinstraretorikk at gera, kílar flokkarnar sundur, alt eftir, hvaðani í landinum, einstaki politikarin fær sínar atkvøður.
Jógvan Mørkøre, sum hevur drúgva fortíð sum umboð fyri tryggingartakararnar í Ognarfelagnum Lív, setir stórt spurnartekin við leiklutin hjá Føroya Lívstrygging, sum landsstýrið framvegis hevur ræði á.
- Trupulleikin er bert tann, at tað, sum landsstýrismaðurin royndi at sníkja ígjøgnum sum tjóvur á nátt, hevur einki við nakað privat alternativ at gera. Ikki so leingi sum at Lív er alment partafelag, og tað stendur við endanum saman við donskum pensjónskapitali.
Jógvan Mørkøre vísir á, at Lív átti helvtina av p/f Skálafjarðartunlinum og er nú vorðið einaeigari av hesum, eftir at hava keypt helvtina hjá Eik Banka. Havandi í huga, at Lív royndi at selja landinum sína helvt, tá ið tað miseydnaðist at fáa privata fígging fyri tveimum árum síðani, so er tað heilt víst ikki ein skikkað og óheft nevnd, ið velur at vassa longur út við at keypa hina helvtina og fara uppí nýtt felag, p/f Eysturoyartunnilin, saman við donskum eftirlønarkapitali.
- Vit kenna ikki politisku treytirnar og sømdirnar, og kunnu bert gita um, hvørjar tilsagnir, nevndin í Lív hevur givið at veita lán til hesa verkætlan. Eingin verður bilsin, um talan er um trýsiffraða milliónaupphædd.
Jógvan Mørkøre setir eisini spurnartekin við leiklutin hjá landsstýrinum.
- At nevndin vassar longur út enn fyri tveimum árum síðani, ber bert til at skilja, tá ið havt verður í huga, at hon er sett av landsstýrismanninum í vinnumálum. Har sita embætisfólk hjá landsstýrismanninum í nevndini í stríð við tað, ið er vorðið siður aðrastaðni, har roynt verður at virða, at nevndir í statsligum partafeløgum mugu verða óheftar av politiska myndugleikanum fyri at kunna liva upp til krøvini í partafelagslógini. Og so hava vit upplivað mongu seinnu árini, at landsstýrið heldur seg kunna fara við pengunum hjá eftirlønarspararunum, sum um tað átti teir sjálvt.
Les alla kronikkina hjá Jógvani Mørkøre í Sosialinum um vikuskiftið.