fegnast um, skrivar Tvøroyra kommuna. Fyri TBF møttu Ólavur Hammer, Hans Jacob Gaard Petersen, Britt Michelsen, Baldur Garðshamar og Benjamin Simonsen. Úrslitini hjá teimum í ár: Ólavur Hammer: Føroyameistari [...] Í dag tók borgarstjórin ímóti umboðum fyri Tvøroyrar Borðtennisfelag - TBF, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag – FSR og Suðuroyar Judo. – Feløgini hava enn einaferð fleiri góð úrslit at vísa á, og er tað at fegnast
náttúruni”. Tað skriva løgtingsmenninir hjá Miðflokkinum í lesarabrævi í dag. Les lesarabrævið hjá teimum her: Norðurlandaráðið og Trojanski hesturin Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen nýta myndina, [...] Norðurlandahúsinum, siga teir. Tingmenninir vilja vera við, at Norðurlandahúsið aftuvendandi letur upp fyri oyðileggjandi tiltøkum úr Danmark, har endamálið er at læra børn um tað »ónátúrliga« – um homoseksualitet [...] homoseksualitet og soleiðis gera tað nátúrligt, at fólk eru samkynd. Tí tað er tað ikki sambært teimum báðum løgtingsmonnunum. – Endamálið er eittans, at ávirka Føroyar og føroyingar við óføroyskum, óbíbilskum
verandi og nýggjar hjálparvenjarar. Hann fer eisini at skipa fyri átøkum, sum styrkja felagsskapin og samanhaldið hjá børnum, ungum og teimum vaksnu. Hann verður við í arbeiðinum hjá StÍF at geva ráð og [...] StÍF og Dan Muurholm Jürgensen hava gjørt avtalu um samstarv fyri komandi kappingarár, boðar StÍF frá. Dan Muurholm Jürgensen verður nýggjur høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF. Hann verður eisini
punktgjald á 2,40 kr. fyri hvønn seldan litur av bensini og eitt avgjald á 1,30 kr. fyri hvønn seldan litur av diesel. Eisini er eitt avgjald á 0,80 kr. fyri hvønn litur av gassolju. Fyri summi hevur tað verið [...] verður tikin fyri umstøðunum annars, herundir millum annað hvussu fíggjarliga rásarúmið er. Tað verður hvørki mett at venda búskaparliga ella sosialt rætt, tá málið er at lætta um hjá teimum húsarhaldum [...] heitir á landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um at broyta oljuavgjaldið á ein slíkan hátt, at tað sjálvvirkandi verður tikið hædd fyri prísgongdini á marknaðinum.” Við hesi broyting og
Skattaveiða verður eisini fyri børnum, og her verður farið í gongd klokkan 14.30. Kaffisøla og tombola verður klokkan 13, og tað eru Kvinnufelagið á Toftum og Tofta Talvfelag, sum skipa fyri hesum báðum tiltøkunum [...] Í dag skriva vit 2. mai og leygardagin komandi, sum verður hin 6. mai, verður aftur skipað fyri bátastevnutiltaki á Toftum. Sjálvt bátatiltakið byrjar, sum undanfarin ár við, at bátarnir møtast inni í [...] tiltøkunum. Klokkan 14 letur pylsuvognurin upp á festivaløkinum, og klokkan 15 byrjar sølan av teimum vælumtóktu festivalbúffunum, sum verða grillaðir á staðnum. Tað verður nógvur sangur og tónleikur á fes
Fredrikstad hevur í fýra teimum fyrstu dystunum vunnið tveir dystir á heimavølli, og hevur leikt tveir javnleikir á heimavølli. Í dystinum sunnudagin kom Jóannes Bjartalíð á vøllin fyri Fredrikstad tá 72 minuttir [...] HER ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum, og hvussu nær Bjartalíð var at skora fyrsta málið fyri Fredrikstad: ##med2##
ikki skuldi stóru innsatsur til frá fakfelagnum fyri at fáa limir. Sum 17 -18 ára gomul og eg gekk í HF skuldu vit skriva 2 árs uppgávu. Eitt stórverk fyri okkum tá. Eg valdi at skriva um fakfelagsrørsluna [...] arbeiðsmarknaðinum tørvar bæði klókar hendur og høvd. Hetta er sjálvandi gott fyri arbeiðstakaran, men tað er ikki bara gott fyri ta javnvág, sum skal vera á arbeiðsmarknaðinum. Eina javnvág í sveiggjum av [...] afturfyri fáa vit góðar almennar tænastur, sum eingin okkara vildi verið fyri uttan. Hetta er sokallaða sosiala kontraktin, sum vit fyri alt í verðini ikki mugu missa burtur í strembanini eftir persónligum
Nú legst Hamradun aftrat skránni fyri Summar Festivalin 2023. Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við tungan rocktónleik og serføroyskt stev. Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara [...] bara í Føroyum, men í heiminum. Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni hjá Hamradun. Eingin dugir sum Pól Arni at syngja hetta slagið av tónleiki, sum hann hevur verið [...] síðani hava teir javnan spælt á stórum og smáum tiltøkum kring landið. Boð hava eisini verið eftir teimum úr útlandinum, og teir eru av og á við til tiltøk ymsastaðni í Europa. Hamradun hevur áður spælt
Krøvini til tiltøkini eru bert, at partur av teimum er uttandura, og at ein fyriskipari er til tiltakið. Lagt verður aftrat, at ynskiligt er, at skráin fyri útivikuna verður størri og fjølbroyttari enn [...] kommunu verður dagarnar, 22.-29. mai. - Eins og undanfarin ár skipar kommunan – saman viđ borgarum – fyri ymiskum uttanduratiltøkum. Fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis, og skráin byrjar at taka skap [...] meira við í fyrireikingina enn áður. Tí eru borgararnir vælkomnir við hugskotum at seta á skránna fyri útivikuna. Sagt verður, at fólk, sum hava hugskot, eru vælkomin at skriva til bardur@sjovar.fo - Tað
fótbólti fyri, at Ísland eisini eigur EM-metið sum minsta tjóðin nakrantíð at kappast í EM-endaspælinum fyri kvinnulandslið. San Marino hevur saman við Italia verið vertur til eitt endaspæl fyri yngri f [...] í hondbólti fyri A-landslið. Tá Grønland kappaðist í HM-endaspølunum í 2001, 2003 og 2007 lá fólkatalið í Grønlandi um teir 56.000 íbúgvararnar. Tað einasta, ið kann "oyðileggja" tað fyri okkum er um vit [...] kappast í einum EM-endaspæli fyri yngri fótbóltslandslið. Men føroyska U17-landsliðið hjá monnum er so minsta tjóðin, ið gjøgnum undankappingar hevur vunnið seg í eitt endaspæl fyri yngri fótbóltslandslið.