Saman at standa

Røðan, sum Marita Rasmussen, fyrrverandi stjóri í Vinnihúsinum og núverandi stjóri á Havstovuni, helt á 1. Mai haldinum í Vestmanna.

Góðu verkafólk

 

Saman at standa var ei okkum givið, skrivaði Hans Andrias Djurhuus.

 

Orðafellið, sum ein mangan hoyrir, tá eitthvørt er á vási og vit fara í hvør sína ætt.

 

Sum stórt barn var ein av mínum uppgávum at fara í Fylking eftir vikulønini hjá pápa mínum. Eitt áhugavert stað fyri eitt barn – at síggja fólk koma inn at fáa pengar í ein konflutt.

 

Løngjaldsstovan var ikki stovnsett uttan orsøk, á sama hátt sum fakfeløgini og altjóða arbeiðaradagurin ikki eru uttan orsøk. Tað hava verið góðar orsøkir til at standa saman, og tað meti eg, at tað framvegis er.

 

At standa saman kunnu vit tó finna út av viðhvørt. Hetta oftast tó tá okkurt uttanífrá setur okkum undir trýst. Eitt dømi er stóra búskaparkreppan í 90 unum og seinast stríðið ímóti koronu farsóttini. Og vit síggja, at tað eydnast, tá vit taka lógvatak saman.

 

Fyrsta arbeiðsdag sum 13 ára gomul á Tvøroyrar Flakavirkið gjørdist eg limur í Fiskepigernes Fagforening. So skjótt eg var komin í svintuna kom ein tilkomin kona til mín og boðaði frá, at eg skuldi gerast limur í Fiskepigernes Fagforening, annars hevði eg ikki loyvi at arbeiða – so sjálvandi gjørdi eg tað.

 

Tað var nokk so einfalt og ikki skuldi stóru innsatsur til frá fakfelagnum fyri at fáa limir.

 

Sum 17 -18 ára gomul og eg gekk í HF skuldu vit skriva 2 árs uppgávu. Eitt stórverk fyri okkum tá. Eg valdi at skriva um fakfelagsrørsluna og lærdi tá hópin um hesa rørslu og orsakirnar til at standa saman. Ein dyggur stuðul var Dánjal av Rana, sum visti nógv og gávumildur gav mær av síni vitan.

 

Vøggan hjá føroysku fakfelagsrørsluni stendur á Tvøroyri og sæst hetta aftur í vinnusøguni har suðuri, har fakfeløgini hava havt sín stóra leiklut í skipa og flakavirkissøguni. Fremsta orsøkin var at skapa arbeiðspláss, og tað er forstáiligt nokk. Lærdómurin frá 80’ unum gjørdist tó, at hesin leikluturin hjá fakfeløgunum gjørdist alsamt minni.

 

Eg haldi, at tað er gott, at hesin leiklutur hjá fakfeløgunum at skapa arbeiðspláss er vorðin minni sum árini líða. Somuleiðis at tað er best, at tey sum fáast við vinnuvirksemi, taka fíggjarliga vágan og harvið vinningin sjálvi. So kunnu fakfeløgini gera tað, sum tey eru fødd til, nevniliga at røkja áhugamálini hjá sínum limum.

 

Hesi seinastu mongu árini hevur arbeiðsloysið verið sera sera lágt og arbeiðsmarknaðinum tørvar bæði klókar hendur og høvd. Hetta er sjálvandi gott fyri arbeiðstakaran, men tað er ikki bara gott fyri ta javnvág, sum skal vera á arbeiðsmarknaðinum. Eina javnvág í sveiggjum av útboð og eftirspurningi, so bæði arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar javnan mugu spíla seg út.

 

Ein avleiðing av hesum er, at føroyski arbeiðsmarknaðurin má útvega sær arbeiðsmegi aðra staðni frá.

 

Føroyskir arbeiðsgevarar ynskja fyrst og fremst føroyska arbeiðsmegi – hetta er eina og aleina orsaka av, at føroyingar skilja hvønn annan málsliga og mentanarliga og hava vit øll okkara familju og netverk um á stendur. Føroyingar, sum hava útlendskan uppruna ella tey, sum einans koma hendavegin at arbeiða, seta krøv til okkum øll. Serliga til arbeiðsgevarar, men sanniliga eisini til fakfeløgini - ja samfelagið alt.

 

Okkara vælferðarsamfelag er bygt á tað grund, at vit øll luttaka á arbeiðsmarknaðinum. Vit arbeiða har afturfyri eina rímiliga løn, gjalda  høgan skatt og afturfyri fáa vit góðar almennar tænastur, sum eingin okkara vildi verið fyri uttan. Hetta er sokallaða sosiala kontraktin, sum vit fyri alt í verðini ikki mugu missa burtur í strembanini eftir persónligum vinningi.

 

Fólkið í Føroyum hevur valt hesa skipan – fakfeløg og arbeiðsgevarar hava valt hesa skipan, og er tað hesa skipan vit mugu standa saman um, alt meðan vit øll, hvør í sínum lagi spakuliga og við virðing fyri hvørjum øðrum, trýsta hvønn annan við tí endamálið at fáa ein enn betri dagligdag.

 

Tað merkir eisini, at vit mugu standa saman – sjálvt um tað ikki var okkum givið.

 

Fakfeløgini mugu standa saman, arbeiðsgevarar mugu standa saman – hvør sær tað er givið, men eisini mugu fakfeløg og arbeiðsgevarar standa saman, tá tørvur er á tí. Her hugsi eg serliga um spurningar sum viðvíkja føroyingum við útlendskum uppruna og tey, sum koma hendanvegin at arbeiða. Tey skulu hava somu treytir, sum føroyingar og mugu vit ikki viðfara tey øðrvísi enn vit vilja verða viðfarin sjálvi.

 

Hetta er ein stór avbjóðing og her hava fakfeløgini eina stóra ábyrgd og stórt mál at standa saman um.

 

Tað er ikki longur soleiðis, at tú má verða limur í fakfelag fyri at sleppa til arbeiðis. Fakfelagsfrælsið gevur rætt til at skipa seg í fakfeløg, men einstaklingurin kann eisini velja at standa uttanfyri fagfelag ella arbeiðsgevarafelag. Hetta er ein avbjóðing. Ein onnur er, at føroyingar av útlendskum uppruna eins og onnur, sum koma hendavegin at arbeiða, ikki skilja okkara skipanir – okkara vælferðarskipan – okkara fakfelagsskipan og serliga ikki tann partin, sum viðvíkjur eftirlønarskipan, frítíðarlønarskipan og tryggingum v.m. Tað kann hugsast, at tey heldur høvdu ynskt sær eina løngjaldstovu, skeins og fakfeløgini heldur høvdu ynskt sær, at øll arbeiðsfólk vóru innlimaði í teirra felagsskap. Men soleiðis er ikki og soleiðis verður tað ongantíð aftur.

 

At taka sær av útlendskari arbeiðmegini, sum kemur hendanvegin er ein av týdningarmiklastu orsøkunum til at hátíðarhalda 1. mai.

 

Ein onnur orsøk at halda 1. mai er, at yngru ættarliðini heldur ikki altíð skilja, hví tað kann verða gott at standa saman eisini í fakfelag. Individualisman, sum hevur eyðkent okkum seinastu mongu árini er ein av orsøkunum til hetta, men eisini tann sannroynd, at arbeiðsloysið hevur verið so lágt, at hesi ættarlið halda, at tørvurin á fakfelagnum er minni.

 

Eitt, sum eyðkennir fakfelagsrørsluna í Føroyum er sera stóra talið á fakfeløgum, har summi av teimum hava sera fáar limir. Evnini hjá feløgunum at standa saman eru ikki altíð nóg góð. Tað hevði verið ein fyrimunur fyri arbeiðstakaran um feløgini vóru færri. Men at niðurleggja kongaríkir duga vit ikki væl og teir mongu fagfelags­kongarnir kundu lagt kongin til fyrimuns fyri limirnar og ein munandi betri arbeiðsføran felagsskap. 

 

Tíðirnar eru nógv broyttar, síðan fakfeløg um heimin bardust fyri 8 tímars arbeiðsdegi og 1. mai gjørdist altjóða arbeiðaradagurin, tað er eisini nógv broytt síðan regluligu vitjanina á løngjaldsstovuni. Tað er tó framvegis viðurskifti at arbeiða við. Broytandi umstøður á arbeiðsmarknaðinum geva fakfeløgunum upplagdar arbeiðsuppgávur og ynski eg teimum bestu eydnu komandi árini. Geri orðini hjá skaldinum til onkis við at standa saman.

 

Takk fyri og góðan arbeiðaradag øll somul.