HB við nýggjum venjara fyrireikar seg at fara norður til Gøtu, har fyrsta bríkslið í Sarpugerði verður klokkan 18.
Víkingur hevur vunnið fulla úrtøku tríggjar tær seinastu ferðirnar, og Jóhan Petur Poulsen og hansara menn tykjast eftir trilvandi fyrstu umførini, tá ið úrtøkan í fimm umførum var tvey stig, at hava fótað sær. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur úrtøkan verið full, og eftir 2—0 á útivølli ímóti FC Suðuroy er setningurin í kvøld á heimavølli at vinna ímóti HB og harvið av álvara at nærkast bronsuplássinum.
Hjá Víkingi eru tríggir av teimum, sum plaga at vera sjálvskrivaðir, framvegis skaddir. Teir eru miðverjin Arnbjørn Svensson og vongverjarnir Ari Olsen og Bergur Gregersen.
7-1 heimatap ímóti NSÍ var størsta eyðmýkingin hjá HB í Gundadali síðani 2. juli í 2006, tá ið HB tapti 6-0 ímóti grannunum í B36.
André Olsen er fyribilssettur HB venjari. Í hesi vikuni hevur hann staðið fyri venjingunum. At hjálpa sær hevur hann vælumtóktu Teit Matras Gestsson og Trónd Jensen. Hvussu leingi André verður HB venjari er einki sagt um. Boðini eru, at HB leitar eftir nýggjum venjara. Um tað gongur væl hjá André eigur møguleikin ikki at vera útihýstur, at hann fer at halda fram.
34 ára gamli André Olsen hevur sambært FaroeSoccer havt ábyrgdina av bestu liðunum hjá NSÍ og B68 í einstøkum dystum. Hann hevur umframt í nevndu feløgum eisini verið hjálparvenjari í B36.
Nú hevur hann alt at vinna, og hann sigur seg hava mót um, at tað fer at eydnast:
-Í kvøld í Gøtu verður fyrsta royndin. Venjingarnar í hesi vikuni hava verið góðar. Spælararnir eru góðir, og tað ræður um at fáa teir sum lið aftur á rættkjøl, og tað rokni eg við, at tað er møguleiki fyri, sigur nýggi HB venjarin, sum er fyribilssettur. Um hann eisini verður venjari næstu vikurnar fer tíðin at vísa.
Miðverjin Klavs Kramens er leikbannaður eftir reyða kortið ímóti NSÍ. Tríggir spælarar eru skaddir: Bartal Wardum, Ejvind Restorff Mouritsen og Áki Johannesen, sum ikki hevur spælt síðani hann í vetur flutti úr B68 og til HB.