Endiliga hevur Dan frítt val

Hjá 07 Vestur er neyðugt at hava serliga vakið eyga við Boubacar Dabo, sum av álvara er áopsessið hjá EB/Streymi

Tað er trýst á 07 Vestur, sum í kvøld fær vitjan av EB/Streymi. 07 Vestur hevur framvegis ongan dyst vunnið. Einasta stigið á kontuni er tað, sum vágaliðið vann í málleysa javnleikinum á útivølli ímóti Víkingi í triðja umfari.

 

Í átta teimum fyrstu umførunum hava nógvir spælarar hjá 07 Vestur verið skaddir. Nú eru allir tøkir, og tað vil siga, at Dan Brimsvík hevur fleiri at velja ímillum. Millum teir, sum higartil hava verið nógv skaddir, eru verjuspælarin Sonni Ragnar Nattestad og miðvallarin Janus Svabo Samuelsen.

 

Sigfríður S. Clementsen og hansara menn í EB/Streymi eru á veg vestur til Sørvágs við stórum sjálvsáliti. Síðst vunnu teir 2-0 í Gundadali ímóti B36. Stóri spælarin í Gundadali var Boubacar Dabo, sum støðugt bjóðaði B36 verjuni av, og sum skoraði bæði málini. Hann er toppskjútti hjá EB/Streymi við fimm málum.

 

Hjá EB/Streymi eru Óli Eyðsteinsson Poulsen og Kristian Svabo Eliasen tøkir aftur, eftir at teir hava verið skaðadarvaðir. Virgar Jónsson er leikbannaður, og Jákup Hummeland er skaddur í rygginum.