Í dag skriva vit 2. mai og leygardagin komandi, sum verður hin 6. mai, verður aftur skipað fyri bátastevnutiltaki á Toftum.
Sjálvt bátatiltakið byrjar, sum undanfarin ár við, at bátarnir møtast inni í Skálafirði klokkan 11, og hálvan tíma seinni verður farið at sigla út móti Toftum.
Nes sóknar Hornorkestur byrjar at spæla við bátahylin í Oyrunum klokkan 12.30, tá bátarnir byrja at nærkast, og klokkan 13 stevna bátarnir inn um pierin og leggja til bryggju.
Tað tekur eina løtu at leggja allar bátarnar, og tá teir eru komnir upp á pláss í bátahavnini, fer Heini Kristiansen, varaborgarstjóri í Nes kommunu, at halda eina vælkomstrøðu.
Uppí bátatiltakið og stevnutiltakið annars hoyrir eisini góða suppan, sum borðreitt verður við í tjaldinum eftir vælkomstrøðuna. Á Toftum verður nevniliga suppa til øll í stóra tímanum frá klokkan 13.30 til 14.45. Meðan fólk leska sær av suppuni, spæla harmonikurnar í tjaldinum.
Børnini eru ikki gloymd í bátastevnutiltakinum á Toftum. Her verður andlitsmáling, sum byrjar klokkan 13, og hálvan tíma seinni lata hoppiborgir og annað upp á festivaløkinum.
Skattaveiða verður eisini fyri børnum, og her verður farið í gongd klokkan 14.30.
Kaffisøla og tombola verður klokkan 13, og tað eru Kvinnufelagið á Toftum og Tofta Talvfelag, sum skipa fyri hesum báðum tiltøkunum. Klokkan 14 letur pylsuvognurin upp á festivaløkinum, og klokkan 15 byrjar sølan av teimum vælumtóktu festivalbúffunum, sum verða grillaðir á staðnum.
Tað verður nógvur sangur og tónleikur á festivaløkinum á Toftum seinnapartin leygardagin. Longu klokkan 15 fer Bjarki Hansen at syngja, og hálvan tíma seinni verður tað Sway, sum fara á pallin.
Klokkan 16.30 fara Steintór Rasmussen og Pætur við Keldu á pallin, og klokkan 18 fara Jógvan Ingvard Band at syngja og spæla í tjaldinum.
Men, tað verður ikki bara sangur og tónleikur á festivaløkinum. Her verður eisini mótaframsýning, sum byrjar klokkan 17.20, og tað verður Navia, sum skipar fyri.
Í tímunum frá klokkan 19 til 21.30 verður eitt hugnaligt Syngið við-tiltak í tjaldinum. Tiltakið verður saman við Fuglafjarðar Harmonikufelag, og tað verða hjúnini, Doris og Jóannes, sum fara at leiða sangin.
Country-kongurin, Hallur Joensen, plagar at savna nógv fólk til dansitiltak á Toftum, og soleiðis verður helst eisini, tá hann saman við sínum orkestri fer á pall í tjaldinum. Hallur Joensen Band byrja at spæla klokkan 23, og her verður hildið á til klokkan 04 sunnumorgunin.