Lokka fólk at halda samkynd vera nátúrlig

Norðurlandahúsið er ein ringur stovnur, sum er vandamikil fyri børn, siga løgtingsmenn. Tey lokka børn við óbíbilskum og skaðiligum kynsligum hugsanum

Tað er ikki nátúrligt, at fólk eru samkynd. Tí er tað ikki í ordan, at Norðurlandahúsið – við danskari ávirkan – roynir at tøla og lokka føroysk børn at halda, at tað er nátúrligt at vera samkyndur, siga tingmenninir hjá Miðflokkinum

– Við tølandi orðum og myndum verða lærarar og foreldur lokkað at senda børn síni í Norðurlandahúsið til leikir og tiltøk, hvørs einasta endamál er at ávirka komandi ættarlið at skifta ”hitt náttúrliga um við tað, ið er ímóti náttúruni”.

 

Tað skriva løgtingsmenninir hjá Miðflokkinum í lesarabrævi í dag.

 

Les lesarabrævið hjá teimum her: Norðurlandaráðið og Trojanski hesturin

 

Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen nýta myndina, sum teir siga er úr Ilionskvænum um Trojanska hestin – tá grikkar lumpaðu trojabúgvar við at krógva seg inni í hestinum, ið teir góvu býnum sum gávu. Og teir samanbera Norðurlandahúsið við trojanska hestin.

 

– Tí langt frá alt er gott og gagnligt, sum borðreitt verður við í Norðurlandahúsinum, siga teir.

 

Tingmenninir vilja vera við, at Norðurlandahúsið aftuvendandi letur upp fyri oyðileggjandi tiltøkum úr Danmark, har endamálið er at læra børn um tað »ónátúrliga« – um homoseksualitet og soleiðis gera tað nátúrligt, at fólk eru samkynd. Tí tað er tað ikki sambært teimum báðum løgtingsmonnunum.

 

– Endamálið er eittans, at ávirka Føroyar og føroyingar við óføroyskum, óbíbilskum og skaðiligum kynsligum hugsanum, sum annars liggja fjart frá tí, sum føroyingar ”ervdu fedrum av”.

 

– Átøkum, hvørs snilda endamál er at seta spurningin- ”hevur nú Gud sagt”.

 

##med2##

 

– Og málbólkurin, sum lagt verður eftir, eru børnini. Við tølandi orðum og myndum verða lærarar og foreldur lokkað at senda børn síni í NLH til leikir og tiltøk, hvørs einasta endamál er at ávirka komandi ættarlið at skifta ”hitt náttúrliga um við tað, ið er ímóti náttúruni”.

 

Og so vísa teir báðir á, at í stýrinum fyri Norðurlandahúsið eru tveir av sjey limum føroyingar og væl meira enn 80 prosent av fíggingini er útlendsk, og kemur úr Norðurlandaráðnum.

 

– Tí eru allar royndir at muta ímóti til fánýtis. Talan er um útlendskkt vald, og fremmanda ávirkan, sum snildisliga verður smoygd yvir okkum, siga løgtingsmenninir.

 

Teir halda tí, at tað er umráðandi, at foreldur og lærarar eru á varðhaldi.

 

Teir heita tí á føroysk foreldur um at verja børn síni.

 

– Verið á varðhaldi fyri tí, sum snildisliga verður roynt at ávirka virðismiklastu ogn tykkara, børnini, við. Altvgerandi er eisini, at vit sum tjóð sum skjótast taka Norðurlandahúsið yvir á føroyskar hendir. Jú, tað kostar, men virði barnanna kann ikki metast í krónum og oyrum, siga løgtingsmenninir, sum halda, at við at taka Norðurlandahúsið yvir á føroyskar hendur, so slepst undan, at Norðurlandahúsið lokkar fólk – og serliga børn – at halda, at tað er náturligt, at summi fólk eru samkynd.

 

Stýrið fyri Norðurlandahúsið 2023-2025

 

Danmark

Thomas Bjørnager, stýrislimur

 

Føroyar

Mortan Zachariasen, stýrislimur

 

Grønland

Katja Vahl, stýrislimur

 

Noreg

Ellen Knutsen, stýrislimur

 

Ísland

Signy Omarsdottir, stýrislimur

 

Føroyar

Gunn Hernes, stjóri

 

Føroyar

Maria Holm-Jacobsen, starvsfólkaumboð

 

Tað er ikki nátúrligt, at fólk eru samkynd. Tí er tað ikki í ordan, at Norðurlandahúsið – við danskari ávirkan – roynir at tøla og lokka føroysk børn at halda, at tað er nátúrligt at vera samkyndur, siga tingmenninir hjá Miðflokkinum

Talan er um útlendskkt vald, og fremmanda ávirkan, sum snildisliga verður smoygd yvir okkum, siga løgtingsmenninir hjá Miðflokkinum