Tað tykist greitt, nú fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskot frá Miðflokkinum um at taka av oljuavgjaldið á 80 oyru á hvønn litur av gassolju.
Tað var miðskeiðis í áttatiárunum, at Løgtingið samtykti nakrar inntøkurlógir í sambandi við, at tað fjaraði ov nógv í landskassanum. Eitt av hesum tiltøkum, sum fólk argaðust almikið um, var oljuavtjald á 70 oyru upp á liturin á olju og bensini.
Sagt varð, at hetta var bara fyribils, men hetta »fyribils« hevur skjótt 40 ár á bakið, og tað verður ikki tikið av – nú við teirri grundgeving, at tað ikki samsvarar við grøna orkupolitikkin:
– Tó metir meirilutin undir øllum umstøðum, at tað ikki er í samsvarivið veðurlagspolitikkin hjá Føroyum at betra um kappingarstøðuna hjá einum fossilum brennievni mótvegis øðrum orkukeldum á marknaðinum í dag, skrivar meirilutin í álitinum – eitt dømi um, hvussu politikarar tillaga eitt illa umtókt sparitiltak, sum teir ikki vilja taka av, tí tað gevur so nógvar pengar í landskassan.
---
Fíggjarnevndin skrivar soleiðis í áltinum:
Løgtingsmáli nr. 82/2022: Uppskot til samtyktar um at taka av oljuavgjaldið
Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen, tingmenn, hava lagt málið fram 7. mars 2023, og eftir 1. viðgerð 22. mars 2023 er tað beint Fíggjarnevndini.
»Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 13. og 20. apríl2023.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund viðumboð fyri Magn og Effo og við landsstýrismannin í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við TAKS.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Eyðgunn Samuelsen, Bjarni Hammer, Eirikur í Jákupsstovu, Hanna Jensenog Magnus Rasmussen) hevur hesar viðmerkingar:
Uppskotið leggur upp til at heita á landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um at taka av oljuavgjaldið.
Endamálið er at lætta um hjá fíggjarligu sperdu húsarhaldunum í Føroyum, nú samfelagið er hart rakt av prísvøkstri. Meirilutin tekur grundleggjandi undir við málinum um at lætta um hjá sperdu húskjunum í Føroyum, nú prísstøðið, herundir eisini á gassolju og diesel, er hækkað munandi seinasta árið. Meirilutin staðfestir, at fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum eru mettar tilútvið 70 milliónir kr., og heldur tað vera skilagott at meta um kostnað av átøkum saman við tí væntaða virknaðinum, umframt at víst verður á eina møguliga fígging, tá slík átøk verða sett út í kortið.
Verður hetta átak sett í verk, rakar tað eins hjá øllum, ið rinda oljuavgjald, uttan at hædd verður tikin fyri umstøðunum annars, herundir millum annað hvussu fíggjarliga rásarúmið er. Tað verður hvørki mett at venda búskaparliga ella sosialt rætt, tá málið er at lætta um hjá teimum húsarhaldum, ið gerast fíggjarliga sperd í einum samfelagi við inflatión.
Meirilutin metir, at onnur átøk muna betur og raka rættari. Til dømis samtykti eitt samt Løgting ein hjálparpakka við 12.000 kr.í hjálparískoyti til húski, sum forvinna minni enn ásetta upphædd og hækking av familjuískoyti við 750 kr. fyri hvørt barnið um mánaðin frá 1. juli og restina av 2023. Hartil er ætlanin hjá samgonguni, at ein skattalætti til lág- og miðalløntskal koma í gildi 1. januar 2024, umframt at lønarlyft verður framt innan láglønarbólkar innan umsorganarøkið.
Í uppskotinum tykist ikki heilt greitt, um avtøkan av gjaldinum eisini skal fevna um avgjaldið á diesel-olju ella bert gassolju til upphiting. Tó metir meirilutin undir øllum umstøðum, at tað ikki er í samsvarivið veðurlagspolitikkin hjá Føroyum at betra um kappingarstøðuna hjá einum fossilum brennievni mótvegis øðrum orkukeldum á marknaðinum í dag.
Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Minnilutin (Beinir Johannesenog Steffan Klein Poulsen) hevur hesar viðmerkingar:
Hoyringarnar í hesum málinum vístu púra greitt, at tá ið inflasjónin tók dik á seg,og oljuprísurin toppaði, komu vit at pínumarkinum hjá fleiri borgarum í Føroyum. Hiti til húsini, sum kemur frá olju hjá flestu húsarhaldum í dag, er ein so grundleggjandi tørvur og samstundis ein lutfalsliga stórur partur av føstu útreiðslunum.
Í dag er álagt eitt punktgjald á 2,40 kr. fyri hvønn seldan litur av bensini og eitt avgjald á 1,30 kr. fyri hvønn seldan litur av diesel. Eisini er eitt avgjald á 0,80 kr. fyri hvønn litur av gassolju. Fyri summi hevur tað verið ógreitt, hvørji oljuavgjøld hettauppskotið umfatar. Í hesum uppskotinum er bert talan um avgjaldið á gassolju. Tó skal gerast vart við, at meirvirðisgjaldið á gassolju er størri parturin av avgjaldsbyrðuni, tá prísurin er høgur, og at meirvirðisgjaldið ger príssveiggini uppaftur størri, av tí at talan er um ein prosentpart á 25% av listaprísinum.
Minnilutin skjýtur upp at fáa automatikkin inn aftur í oljuavgjaldið, soleiðis at innkeypsprísurin og meirvirðisgjaldið fáa eina mótvekt, og søluprísurin harvið verður hildin meira stabilur. Altso, at oljuavgjaldið flytur seg øvugtan veg av prísgongdini, heldur enn fullkomiliga at avtaka oljuavgjaldið á gassolju, sum uppskotið upprunaliga legði upp til.
Hetta kann setast saman á slíkan hátt, at tá ið prísurin á gassolju fer upp, so rindar hækkaða inntøkan av meirvirðisgjaldinum samsvarandi mistu inntøkuna íoljuavgjaldinum. Hinvegin, um prísurin lækkar, hækkar oljuavgjaldið aftur, og landskassin fær meira inntøku á hesum postinum.
Minnilutin ásannar, at tað eisini eru aðrir góðir mátar at stuðla húskjum ið eru sperd. Eitt nú við at lækka skattin fyri lág- og miðallønt ella við øðrum líknandi átøkum.
Minnilutin setirtískil fram soljóðandi broytingaruppskot:
Samtyktin verður orðað soleiðis:
”Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um at broyta oljuavgjaldið á ein slíkan hátt, at tað sjálvvirkandi verður tikið hædd fyri prísgongdini á marknaðinum.”
Við hesi broyting og viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.«
Fíggjarnevndin, 2. mai 2023
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna
Beinir Johannesen,næstformaður
Bjarni Hammer
Eirikur í Jákupsstovu
Hanna Jensen
Magnus Rasmussen
Steffan Klein Poulsen