Set tíni fingramerki á útiviku í Sjóvar kommunu

- Tað er als ikki neyðugt, at tiltakiđ er stórt og samlar nógv fólk. Heldur ynskja vit fleiri smærri tiltøk á skránna.

 

Útivikan í Sjóvar kommunu verður dagarnar, 22.-29. mai.

 

- Eins og undanfarin ár skipar kommunan – saman viđ borgarum – fyri ymiskum uttanduratiltøkum. Fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis, og skráin byrjar at taka skap.

 

Tað siga tey í Sjóvar kommunu í dag.

 

- Í ár er ætlanin tó at taka okkara borgarar meira við í fyrireikingina enn áður. Tí eru borgararnir vælkomnir við hugskotum at seta á skránna fyri útivikuna.

 

Sagt verður, at fólk, sum hava hugskot, eru vælkomin at skriva til bardur@sjovar.fo 

 

- Tað er als ikki neyðugt, at tiltakið er stórt og samlar nógv fólk. Heldur ynskja vit fleiri smærri tiltøk á skránna.

 

Í Sjóvar kommunu vísa tey á, at talan eitt nú kundi verið um styttri gongu-, renni-ella súkklutúrar, spøl, venjingar ella okkurt heilt annað.

 

- Krøvini til tiltøkini eru bert, at partur av teimum er uttandura, og at ein fyriskipari er til tiltakið.

 

Lagt verður aftrat, at ynskiligt er, at skráin fyri útivikuna verður størri og fjølbroyttari enn undanfarin ár.

 

- Tí vóna vit eisini, at undirtøka verður í øllum bygdum í kommununi at bjóða seg fram, siga tey í Sjóvar kommunu í dag.