øki, sum ein eigur at kunna vænta í framkomnum landi. Politiski áhugin fyri bústaðarpolitikkinum hevur verið sveiggjandi, men vit mugu tó viðurkenna, at áhugin og ábyrgdarkenslan hava verið vaksandi seinnu [...] tak hjá teimum flestu, sjálv húsini eru dýr, og tey flestu, sum byggja egin sethús, seta seg í skuld fyri lívið. Samantikið er tað eitt sera tungt tak at útvega sær bústað í Føroyum. Samfelagið hevur heilt [...] átaki. Nú er so hetta útspæl komið á tingborð og avvarandi myndugleikar eiga mikið rós uppiborið fyri, at gongd nú langt um leingi er komin á málið. Tað er tí sera vælskiljandi, at løgmaður í almennari
modell upp fyri til dømis útbygging av samferðslukervinum, fyri síðan at lata fólk atkvøða um tað. Um teir ymisku valmøguleikarnir byggja á heilt ymisk prinsippir, so ber til at lata fólk atkvøða fyri tveimum [...] argument fyri at varðveita og útbyggja ein infrastruktur, sum ger tað ógjørligt at skapa býir, sum eru góðir og hugaligir at búgva í. Býir, sum liva eitt lív. Býarlív er ein av fortreytunum fyri at fáa hetta [...] duga tey eisini at skipa so fyri, at tað kann fáast fram, hvat fólk veruliga ynskja. Uppgávan hjá einum modernaðum politikara er ikki at spæla eitt spæl við veljaranum, fyri at fáa hann at halda, at ti
ið er fyri land okkara. Eivør, Guðrun og Lena eru og kunnu so sanniliga eisini vera góðir ambassadørar fyri tjóð okkara, men kanska fyrst og fremst fyri tað tær sjálvar standa fyri og duga. Vit eru øll [...] skulu syngja í Keypmannahavn í juni. Vit kunnu bert taka hattin av fyri stigtakarunum til hetta tiltak, tí tað er júst slíkar vissiónir og veruleikar vit hava brúk fyri. At savna tríggjar av okkara fremstu [...] vekja áhugan fyri okkara lítlu tjóð og fólki. Eitt er at menna ein útflutning við føroyskum tónleiki. Eitt annað er at brúka okkara frægu tónlistafólk sum ambassadørar fyri okkara tjóð. Vit eru so von við
kollveltingarnar ber til at lata upp fyri størri kreativiteti og menning í fólkaskúlanum. - Vit skulu fortelja tær góðu søgurnar, ikki bara greina tær og petta tær sundur. Og vit skulu loyva børnunum at fortelja [...] hjá Rakel hevur serliga verið sýndur fyri yngri børnum, men størri børn hava eisini sæð leikin og verið hugtikin av honum. - Tá eg setti leikin upp í Miðvági fyri barnagarðsbørnum, vóru nakrir størri dreingir [...] Og tey verða eggjað til sjálvi at skapa. Tá tey til dømis gera bókaummæli, skriva tey ikki bara um bókina, men gera eisini eina sjálvvalda verkætlan út frá bókini, skapa onkran lut, gera tekningar, og onkur
aftrat: -Vit leggja stóran dent á at vera ajour við tí vit arbeiða við, og at oljufeløg og onnur altíð vita, at tað vit gera altíð er gjørt á tryggum støði, og eg haldi vit kunnu rósa okkum av, at vit hava [...] mistu vit bæði 3. útbjóðing og eina dupultskattaavtalu við Bretland á stokkinum, hesi eru vorðin útsett til eftir valið. Fer tað at skapa trupulleikar? -Nu leggja vit stóran dent á at halda tað vit lova [...] vestan fyri Hetland. Tað eru ómetaliga stórar upphæddir her er talan um. (40 milliardir krónur, blaðm.) Vit hava biðið um samstarv við DTI, soleiðis at vit kunnu verða vegleiddir, um so er, at vit raka við
ár staðið ovast á breddanum hjá politikarum”. Hetta má halda uppat. Vit mugu skapa eina so góða loysn, at tey næstu nógvu árini fara vit at tosa innihald, heldur enn bygnað. Hinum er for lítið flog yvir [...] tey so vilja – og øvut, sjálvandi. Tí sigur tað seg sjálvt, at vit fáa eina nógv heilari og betri loysn fyri bæði land og kommunur, um vit seta okkum saman við eitt borð, og tosa opið um trupulleikar og [...] hava framleitt, í felag skapa grundarlagið undir eini tryggari loysn, kommunala sjálvræðinum at frama. So kunnu vit gevast við at tosa bygnað, og í staðin tosa um, hvussu vit dag um dag gera landið liviligari
Tað er sera umráðandi at vit hava sterkar fyritøkur í Føroyum, ið kunnu ganga á odda í tøkniligu menningini og skapa loysnir, ið hóska til føroysk viðurskifti, og tí fegnast vit um, at Nema nú verður enn [...] Beint fyri páskir boðaði Vodafone Ísland keypsskálanum frá, at felagið hevði undirskrivað avtalu um at selja sín ognarlut í føroysku KT- og telefyritøkuni Nema. Ein bólkur av leiðandi starvsfólkum og [...] samanlagda felagnum, og síðan hevur verið arbeitt við at yvirtaka seinasta partin. – Við hesum eru vit komin á mál við at fáa samanløgdu fyritøkuna fult og heilt á føroyskar hendur. Nema hevur stóran s
rávøran er fyrsta floks. - Vit nýta bara tað besta av tí besta, tá tað kemur til rávørurnar. Zew Zealandskt oksakjøt fram um bíligara brasilianska kjøtið, til dømis. Og alt, sum vit yvirhøvir kunnu gera sjálvir [...] klassi skal viga upp móti vantandi umhvørvi, sigur Havgrímur Johannesen Nú er Perlan farin í søguna ? fyri í minsta lagi aðru ferð. Men úr »øskuni« hevur reist seg ein nýggj matstova, Williams, ið skal tekkjast [...] sum leggja dent á fyrsta floks mat og lágan prís, fram um dýrt keypta atmosferu. - SMS ynskti at skapa eina betri matstovu enn Perlan var, og tí heittu teir á okkum, sum framman undan hava fastfood ma
vanligt er, so legði nevndin ársfrágreiðingina fyri limirnar. Vit hava valt at endurgeva nøkur av høvuðspunktunum í ársfrágreiðingini hjá FAG Alivinna komin fyri at verða Stórur partur av ársfrágreiðingini [...] so er vinnan komin fyri at vera. FAG væntar, at alivinnan fer at reisa seg aftur. Við kreppuni í alivinnuni í fyrru helvt av 90 árunum í huga, so átti avgjørt møguleiki verið fyri, at vinnan fóta sær [...] tryggar og rættsligar karmar á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og tískil tekur felagið fult undir við lógaruppskotinum, og mælir landsstýrismanninum í vinnumálum at leggja uppskotið fyri løgtingið. Støðug v
krevjandi uppgávum. Vit í Sjónvarpi Føroya fara at sakna at hava Finn Lómstein ímillum okkum. Vit hava mist ein starvsfelaga, hvørs minni, ið tað altíð fer at standa virðing um her á stovninum. Vit senda okkara [...] framúr góð evni at savna træðrirnar, varðveita yvirlitið og at skipa tær mannagongdir og seta teir karmar, sum vóru neyðugir til tess, at virksemið ikki kollsigldi. Hann var ikki sum so maðurin, ið sat á [...] men eisini kontantur- ráðgevi tá tað kom til at stýra Sjónvarpi Føroya fíggjarliga. Tað gekk sjón fyri søgn, at saknur var í manninum, tá hann var í farloyvi tíðarskeiðið frá 1998-2000. Sjónvarpið hevur