Aðrir spurningar eru als ikki eru so ítøkiligir, men áttu kortini onkursvegna at verið settir okkum øllum at svara. Útjaðaramenning, til dømis. Hava tey, sum hava latið seg velja á ting, teir førleikar, sum hóska til eitt modernað fólkaræði, so duga tey eisini at skipa so fyri, at tað kann fáast fram, hvat fólk veruliga ynskja. Uppgávan hjá einum modernaðum politikara er ikki at spæla eitt spæl við veljaranum, fyri at fáa hann at halda, at tilvildarligu dispositiónirnar hjá Tinginum eru tað, sum veljarin veruliga ynskir.
Tað átti at borið til at sett nøkur ymisk modell upp fyri til dømis útbygging av samferðslukervinum, fyri síðan at lata fólk atkvøða um tað. Um teir ymisku valmøguleikarnir byggja á heilt ymisk prinsippir, so ber til at lata fólk atkvøða fyri tveimum ella fleiri valmøguleikum.
Nakað annað er, at vit hava upplivað eina stóra tøkniliga menning seinastu árini. Hetta átti at verið nýtt til at víðka um fólkaræðið. Nú, meðan øll eru samd um, at ”arbeiðsskapandi tiltøk” eiga at vera sett í verk, kundu vit framleitt eina skipan til elektroniska atkvøðugreiðslu. Ein tílík kundi lættliga verið betur lagað til tann veruleikan, sum politikkurin skal viðgera, enn tann vanliga politiska mannagongdin. Og so høvdu vit eisini havt eina nýggja útflutningsvøru. Soleiðis høvdu vit kanska sloppið undan rossahandlunum í Tinginum: tú ein tunnil, eg ein almennan stovn.
Onnur týdningarmikil mál, tíverri eisini nuanceraði, eru bústaðarmynstur og samferðsla. Bústaðarmynstrið verður ofta umrøtt nakað líkasum veðrið: ”okkara bústaðarmynstur er so og so háttað”. Og eitt lágtrýst liggur vestanfyri. Men bústaðarmynstrið er nakað, okkara fólkavaldu hava skapt. Síðani verður bústaðarmynstrið brúkt sum argument fyri at varðveita og útbyggja ein infrastruktur, sum ger tað ógjørligt at skapa býir, sum eru góðir og hugaligir at búgva í. Býir, sum liva eitt lív.
Býarlív er ein av fortreytunum fyri at fáa hetta landið við inn í framtíðina. Spyrt tú borgaran, trúgvi eg, tey flestu ynskja sær ein góðan bý at búgva í. Ikki minst teir nógv umrøddu útisetarnir og hini fólkini, sum vit ynskja, skulu flyta til Føroya.
Rættir politikarar taka brókatøk við veruligu trupulleikarnar, heldur enn – eins og sjónvarpsgandakallar – at lokka fólk at stara at onkrum, sum er uttan relevans.
Men sjálvandi; vit hava teir tinglimir, vit sjálvi hava valt. Suff!