Tiltak í tøkum tíma

Oddagrein:

Føroyar hava í roynd og veru ongantíð veruliga havt nakran bústaðarpolitikk. At útvega sær tak yvir høvdið, hevur í stóran mun verið mett sum eitt privat mál. Hugburðurin hevur verið, at føroyingurin skal hava fót undir egið borð. Frá landsins síðu vóru tað bert Húsalánsgrunnurin og fyrst rentufrádrátturin, síðan rentustuðulin, ið myndaðu eitt eiti av bústaðarpolitikki.

 

Hesin bústaðarhugburður hevur hinvegin gjørt, at eitt nú kommunur hava dugað væl at útvega borgarunum byggigrundir. Hetta hevur serstakliga verið galdandi í høvðustaðnum, har útboðið av kommunalum byggibúnum grundøkjum hevur verið munandi økt seinastu mongu árini. Men grundøki hava tó altíð verið eitt sera tungt tak hjá teimum flestu, sjálv húsini eru dýr, og tey flestu, sum byggja egin sethús, seta seg í skuld fyri lívið. Samantikið er tað eitt sera tungt tak at útvega sær bústað í Føroyum. Samfelagið hevur heilt einfalt ikki átikið sær ta ábyrgd á hesum øki, sum ein eigur at kunna vænta í framkomnum landi.

 

Politiski áhugin fyri bústaðarpolitikkinum hevur verið sveiggjandi, men vit mugu tó viðurkenna, at áhugin og ábyrgdarkenslan hava verið vaksandi seinnu árini. Tað er vorðið alt greiðari, at stórir samfelagsbólkar høvdu sera trupult at finna hóskandi bústað, samstundis sum ein vaksandi bólkur, pensionistar, var um at koma út í trupulleikar av alt ov stórum og orkutungum sethúsum, og mangur pensionistur kundi hugsað sær eini minni hús ella eina hóskandi íbúð.

 

Leingi hevur verið arbeitt við einum veruligum og ítøkiligum bústaðarpolitiskum átaki. Nú er so hetta útspæl komið á tingborð og avvarandi myndugleikar eiga mikið rós uppiborið fyri, at gongd nú langt um leingi er komin á málið. Tað er tí sera vælskiljandi, at løgmaður í almennari fráboðan í gjár landstýrisins vegna fegnast um, at samlaði Bústaðarpakkin nú er farin fyri Løgtingið. Tað eru ivaleyst mong, ið fegnast við løgmanni.

 

Boðað verður frá almennari síðu frá, at ætlanin við bústaðarpakkanum er at víðka um møguleikarnar og útboðið á bústaðarmarknaðinum. Hetta endamál er bæði skilagott og neyðugt. Bert við einum víðkaðum og fjølbroyttum útboði ber til at fáa teir høgu bústaðarprísirnar í eina legu, sum til eina og hvørja tíð tryggjar øllum borgarum tak yvir høvdið. Bústaðarpakkin, sum lógaruppskotini nevnast, er settur saman av trimum pørtum: Lutaíbúðalóg, leigulóg og broytingar í skatta- og avgjaldslóggávuni. Endamálið er at skapa eitt størri og meira fjølbroytt útboð á bústaðarmarknaðinum og at geva fólki við lágari inntøku betri møguleika at ogna sær egnan bústað. Víðari er endamálið við pakkanum at skipa viðurskiftini á leigumarknaðinum og at skapa størri virksemi í samfelagnum. Samantikið eitt sera áhugavert og týðandi politiskt tiltak, ið ivalesyt fer at fáa breiða undirtøku á tingi.