Í gjár var ferðsluvarðferðin hjá løgregluni víða um á meginøkinum í Føroyum og kannaði ferðsluna. Í hesum sambandi vóru tey fleiri staðni í Eysturoy, í Vágum og í Havnini og tey kannaðu eitt stórt tal [...] Løgreglan sigur at í Eysturoy fingu fimm bilførarar bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu bil og ein bilførari fekk bót tí at hann ikki sat í trygdarbelti. Í Havnini fekk ein bilførari [...] møttur til sýn. Í kanningini í Vágum varð eingin bilførari tikin. Bótin fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan ein koyrir bil, er 1.000 krónur, og bótin er tann sama fyri ikki at sita í trygdarbelti
Í næstu viku fáa ísraelsvinir í Føroyum forvitnisliga vitjan heilt úr Ísrael og í tí sambandi verða fyrilestrar um alt landið Tað er leiðarin í norðurlendsku sjómannakirkjuni í Haifa, Gro Wenske, sum kemur [...] Hóskvøldið klokkan 20.00 verður hon í Filadelfia í Gøtu, fríggjakvøldið klokkan 20.00 verður hon í Libanon í Sørvági, leygarkvøldið klokkan 20.00 verður fyrilestur í Ósáskúlanum í Klakvík, sunnudagin klokkan 15 [...] Ísrael, jødarnar og um støðuna í landinum nú, siga Ísraelsfelagi og felagið, Vinir Ísraels, í tíðindaskrivi í dag. Gudfrøðingurin, Gro Wenske, er norsk og hevur búð í Ísrael í 40 ár. Hon hevur altíð havt
Eftir at hava spælt í Danmark í gjárkvøldið, spælir Yggdrasil á Norðurlendska Fólkaháskúlanum í Kungälv í Svøríki í kvøld, og í hesum sambandi kemur væntandi ein stór grein um tey í svenska blaðnum Dagens [...] ærerin í Vágum, Stefan Simonsen, sum nú er leiðari á Nordisk Institut, tekur ímóti. Etir hetta verður farið til Estlands, har bólkurin verður í tríggjar dagar. Mikudagin verður spælt í Turku í Finnlandi [...] Finnlandi, og fríggjadagin í næstu viku spælir ein kvartett úr Yggdrasil í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Ein part av tónleikinum hava millum onnur Heðin og Eivør gjørt. Heðin er eisini í holt við at leggja seinastu
Tað eru góðar tíðir í Føroyum, og tað eru góðar tíðir í Eiðis kommunu. Higartil í ár er skattainntøkan heili 14 prosent hægri enn somu tíð í fjør. Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, hevur alla [...] - Taka vit dagin í dag og samanbera við støðuna fyri sjey árum síðan, kunnu vit staðfesta, at 8. hvør borgari, sum er í Eiðis kommuni í dag, búði ikki her fyri sjey árum síðan. Jógvan í Skorini sigur, at [...] Teir næstu dagarnar verður Heystfagnaður á Eiði og í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í dag, er tema um hetta tiltak, sum er so serstakt og forvitnisligt í bygdini.
tíðirnar í Føroyum eru við at hæsa av - í hvussu so er ikki eftir skattainntøkunum hjá landi og kommunum at døma. Í alt ár hevur gongdin verið tann, at inntøkurnar av skatti hava verið væl hægri enn í fjør [...] meiri enn tær høvdu fingið frá januar til september í fjør. Tað er bara ein kommuna í øllum landinum, sum hevur fingið minni inn í skatti higartil í ár enn í fjør og tað er ein av teimum allarminstu kommununum [...] sær í nýggjastu uppgerðini hjá Taks, har inntøkurnar av skatti eru gjørdar upp frá januar til september í ár Higartil í ár hava kommunurnar kring landið nevniliga fingið slakar 1,5 milliard inn í kommunuskatti
arbeitt í gulllaksavirkseminum hjá Tavuni í vertíðini, sum í ár byrjaði tíðliga í apríl og varð liðug tíðliga í oktober. Nú fyrireikar Tavan seg til at arbeiða upsa, sum er framleiðslan á virkinum í vetrarhálvuni [...] enn 20 miljónir krónur tilsamans. Fiskaframleiðsla í Føroyum hevur sum heild ikki sæð sínar bestu dagar í fleiri ár. Tó hava nøkur virkir havt avlop í rakstrinum, eitt nú virkir, sum virka saltfisk. Onnur [...] hinum fyri síni góðu úrslit í 2009 og 2010, er Tavan í Leirvík. Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, er ikki maðurin við teimum stóru orðunum, men hann upplýsir, at avlopið í 2009 var 10,8 miljónir krónur
juni í summar, at drotningin vitjar í Føroyum, og ætlanin er at halda seg til at kalla somu skrá, sum í fjør, hevur Tvøroyrar Býráð fingið at vita. Í fjør var ætlanin at vitja í Vági, á Tvøroyri, í Hvalba [...] Hvalba, í Sandvík, í Havn, á Skarvanesi, í Skopun og á Sandi. Og í býráðnum á Tvøroyri vóru tey samd um, at drotningin skal vera hjartaliga vælkomin á Tvøroyri í summar. [...] tá ið hon kemur í summar. Á fundi í gjár umrøddi Tvøroyrar Býráð eitt skriv frá Løgmansskrivstovuni, har spurt var, um Tvøroyrar Kommuna varð sinnað at fáa vitjan av Margrethu drotning í summar. Drotningin
færri í Runavíkar kommunu í hesum tíðarskeiði. Í Nes kommunu minkaði fólkatalið við 14 og í Sjóvar kommunu við 17. Samlangt blivu tað tí 56 fólk færri í kommununum við Skálafjørðin frá november í 2012 til [...] Fólkatalið í Føroyum vaks við 174 fólkum í 12 mánaðarskeiðnum frá 1. november 2012 til 31. oktober 2013. Men tað vóru eisini støð og kommunur, har fólkatalið minkaði, og størsta minkingin í tali er í kommununum [...] til oktober í 2013. Orsøkin til minkingina í fólkatalinum í hesum kommunum er, at stór fráflyting hevur verið, og burðaravlopið hevur ikki vigað upp ímóti tí. Í Runavíkar kommunu var burðaravlopið 22 fólk
við kai í Havn. Viking Sky legði koma á Havnina í morgun, og hetta er triðju ferð skipið vitjar í Føroyum í ár. Síðst í mars kom Viking Sky í havsneyð í Noregi. Tað var stormur og upp í ódn í hvirlunum [...] Skipið lá fyri vág og vind í aldum, sum vóru upp í 10 metrar hædd. Tað eydnaðist manningini at seta akker í, og hetta var um reppið, tí tað var bert 100 metrar frá at taka í botn. 1373 fólk vóru umborð [...] risastórt bjargingarátak í verk - 479 fólk vórðu bjargað við tyrlu. Bjargingarátakið tók sína tíð í ódnarveðrinum. Dagin eftir eydnaðist tað at seta tríggjar av teimum fýra motorunum í gongd aftur á stóra
Pub í Havn, Stóra Pakkhúsi í Vági, og í Café Chill í Kollafirði Kendi trubadururin úr Fuglafirði, Stanley Samuelsen er farin undir enn eitt spennandi, tónlistarligt samstarv. Í januar kom Stanley í samband [...] gongur upp í eina hægri eind. Í annaðkvøld frá klokkan 22 til midnátt spæla Dickie Lee Erwin og Stanley góðan, gamlan countrytónleik í Irish Pub í Havn. Leygarkvøldið fara Dickie og Stanley á pall í Stóra Pakkhúsi [...] umhvørvið fyri tann garvaða country-sangaran at verða á ferð í Føroyum. Men hóast Dickie og Stanley eru uppaldir í so ymiskum umhvørvum, sum Texas og í Fuglafirði, so hava teir funnið saman tónlistarliga, og