Mugu vera rík ella korrupt fyri at verða vald á Løgting

- Verða Føroyar eitt valdømi, vera tað bara tey ríku og tey, sum selja seg sjálvi, ið hava nakran sum helst møguleika at verða vald á løgting

 Verða Føroyar eitt valdømi, er tað ein stórur vandi fyri fólkaræðið.

Tað var eitt sjónarmið á Trapputinginum í gjárkvøldið.

Og ein vandi er, at vanlig fólk fara ikki at hava nakran sum helst møguleika at klára seg í politikki.

Tvørturímóti er neyðugt at vera antin ríkur, ella korruptur fyri at hava nakran møguleika at verða valdir.

Ein, sum førdi hetta sjónarmið fram, var Beinta í Jákupsstovu, føroyskur granskari í Noregi.

Hon vísti á, at rákið er longu nú, at tað eru tey múgvandi, sum hava bestan møguleikan at standa seg í polikki.

- Mínar kanningar vísa, at í politikki eru tað tey múgvandi og tey, sum standa seg væl í fjølmiðlunum, sum verða vald á ting.

Hon heitti staðiliga á politikarar, at gera teir Føroyar til eitt valdømi, mugu teir eisini byrgja fyri, at tað bara vera tey múgvandi og tey, sum lata seg lokka til korrpuptión, sum hava ein møguleika at verða vald á løgtingi.

- Sum støðan er nú, er eitt valstríð so dýrt, at antin mugu valevnini verða ógvuliga rík, ella mugu tey verða til reiðar at selja seg sjálvi fyri at hava ein møguleika fyri at verða vald.

- Hetta er ein trupulleiki, sum eigur at verða tikin upp í vallógini, segði hon.


Miðalstætt í havn stýra landinum

Beinta í Jákupssstovu var ikki einsamøll við hesum sjónarmiði.

Eisini Jógvan Mørkøre vísti á, at verða Føroyar eitt valdømi, verður tað ein miðalstætt í Havn, sum fer at stýra Føroyum, kanska ikki beinanvegin, men sum frálíður.

Hann ivast hann ikki í, at verða Føroyar eitt valdømi, fara fólk runt um landið at missa hugin fyri politikki.

- Tað, sum eitur uppstillingarfundir kring landið fer at detta burtur, sum frálíður, tí tá verða tað nakrar fáar skrivstovur, tær flestu ivaleyst í Havn, sum fara at avgera uppstillingarnar kring alt landið. Sostatt fara politisku flokkarnir at missa røturnar, tí áhugin fyri politikki kring landið fer at fánað burtur og tað fer sostatt eisini at minka um møguleikarnar at fáa nýggj valevni framat í politikki.

Kristian Magnussen førdi fram, at verða Føroyar eitt valdømi, missa vit lokalu ávirkanina á politikkin. Hann heldur, at tað er neyðugt, at fólk kring alt landið eiga lut í fólkaræðinum og hava ávirkan á, hvør verður uppstillaður og valdur.

- Men við einum valdømi vera tey bara tey, sum hava ráð til at marknaðarføra seg sjálvar, sum fara at stýra landinum og tey fara sjálvandi at sita á tingi at sæta sær sjálvum og tí fara tey aldrin at góðtaka, at valskipanin verður broytt aftur.

John Johannessen, løgtingsmaður, hevur roynt at fáa undirtøku fyri, at gera okkara valskipan soleiðis, at tað skal vera ólógligt hjá fyritøkum og stovnum at fíggja valstríði hjá ávísum flokkum ella ávísum valevnunum.

- Men av eini ella aðrari løgnari orsøk, er hetta ikki komið við í uppskotið, sum nú er lagt fyri. Sostatt sær út til, at Føroyar skulu framvegis vera einasta landið, har tað skal bera til hjá fyritøkum og sterkum áhugabólkum at keypa sær ein tinglim við at fíggja sær ein tinglim.

Men hann vísti á, at hetta er nú ikki bara tengt at spurninginum um valdømi, tí hetta ber eisini val til við sjey valevnum í Føroyum, segði hann.