løtuna, men so við og við arbeiddu teir seg upp, og serliga í 2. hálvleiki sótu teir á miðvøllinum. Pauli Jarnskor og Magni Jarnskor vóru so væl upplagdir, sum teir ikki hava verið fyrr í ár, og tey, sum [...] mugu endurnýggja sína áskoðan. Landsliðsmaðurin spældi fínt, og einasta minussið á avrikinum var, at hann í púra leysari støðu mitt fyri málinum ikki megnaði at umseta flata innleggið frá Henningi Jarnskor [...] korter komst fyrst og fremst av, at KÍ málverjin hevði útinnt nakrar einastandandi bjargingar (at hann fekk sligið skotroynd frá púra leysum Magna Jarnskor úr stuttari fjarstøðu mitt fyri málinum burtur
stutt tað kann gerast? Soleiðis ljóðaði ein av mongum spurningum, sum táverandi løgtingsmaðurin, Hans Pauli Strøm setti Bjarna Djurholm, landsstýrismanni ein oktober-dag fyri seks árum síðani. Tingmaðurin [...] Bygdarráðið hevur ferð eftir ferð gjørt vart við hesar vandar, uttan at nakað munandi er gjørt, segði Hans Pauli Strøm, sum tí fegin vildi vita, hvørjar ætlanir landsverkfrøðingurin hevði við hesum vegastrekkinum [...] Tjørnuvíkar ikki var tikin við í raðfestingini á samferðsluøkinum, eins og ætlanin hevði verið. Og hann vildi somuleiðis hava at vita, hví farleiðin ikki heldur var við í teirri 10-ára íløguætlanini innan
Jákup Martin Joensen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen ? Jón Sigurð Gleðisheygg GÍ: Hallur Hansen ? Leivur Hansen, Bartal Eliasen, Høgni Madsen ? Hans Pauli Petersen, Sámal Joensen, Zdzislaw Janik [...] høgru síðu. Í staðin fyri at skjóta innfyri, setti Eyðfinn Joensen vinstra fót undir bóltin, fekk hann upp um verjumúrin hjá GÍ og niðuraftur heilt úti í handara málkróki, uttan at Hallur Hansen fekk vart [...] brotsspark í síðstu løtuni, tá Krzystof Popczynski bleiv togaður niður. Sundalagsmenn vildu vera við, at hann frammanundan hevði verið rangstaddur, og Gunnar á Steig læt seg heldur ikki snýta tvær ferðir, men
hugsað um nøvn, ið høvdu verið í ættini yvir eitt longri tíðarskeið. Rúna Sivertsen, Alfred Olsen og Hans Pauli Strøm løgdu síðani sítt egna uppskot fyri Løgtingið, ið samsvaraði við teirri ætlanir. Tey søgdu [...] endaliga niðurstøðu nevndin ella rættari sagt ein meiriluti í nevndini, Helena Dam á Neystabø, Hans Pauli Strøm, Alfred Olsen, Rúna Sivertsen og Eyðun Viderø. Meirilutin hevur gjørt nakrar smærri broytingar [...] landsstýrismaður, legði eitt uppskot um broytingar í navnalógini (løgtingslóg um fólkanøvn) fyri tingið. Hann segði tá, at talan var um liberalisering av navnalógini, og hetta vóru broytingar, sum koma øllum
Johansen og riggaði mikrofonina betur til. Hann sang tvær yrkingar um várið, onnur var eftir Karsten Hoydal og hina hevði Ata í Líð skrivað, og eisini sang hann týðingina hjá Rikard Long Úr Rubaijat. Til [...] eina lýsing av føroyskum bókmentum í dag. Tey, ið síðani lósu upp úr egnum skaldskapi, vóru: Jens Pauli Heinesen, Oddvør Johansen, Carl Jóhan Jensen, Hanus Andreassen, Jóanes Nielsen og Rakel Helmsdal. [...] er, um ikki hetta gjørdist í so einstáttað evni at lurta eftir í næstan hálvantriðja tíma. Jens Pauli Heinesen spurdi: Hví skrivar tú? Oddvør Johansen sat uppi á atelierinum saman við Augusti Benadiktson
góðan part av útbúgvingunum her heima, og so at samstarva við lærustovnar aðrastaðni um restina. Hans Pauli Joensen, vararektari, lektari og megindeildarleiðari fyri Náttúruvísindadeildina, fegnaðist um [...] tilsamans 11 milliónir krónur komandi trý árini. Tá verða verandi útbúgvingar niðurlagdar so hvørt. Hans Pauli Joensen greiddi frá, at útbúgvingarnar medvirka til vøkstur og vælferð í samfelagnum. Til dømis [...] hvussu illa tað í roynd og veru stendur til í mun til fólkavøkstur og kynsbýtið her á landið. Jóan Pauli Joensen, rektari, professari, dr.phil og fil.dr., vísti í hesum sambandi á, at við at raðfesta rætt
Óla Hans var føddur í Havn, og her búði hann, inntil hann saman við mammuni og tveimum systkjum flutti til Skálavíkar, har mannan giftist Hermani Petersen. Tá var hann seks ára gamalur. Foreldrini hjá [...] Eftir at hann sum fjúrtan ára gamal var farin úr skúlanum, var Óla Hans sjómaður í tíggju ár. Hann var í tvey ár á Flemmish Cap við Kvikki, sum Palli Mikkelsen, Palli í Gøtu, í Klaksvík, førdi, hann var onkrar [...] Tjaldrið. Har var hann dekkari við í fýra ár. Eftir at Óla Hans hevði verið á ítróttarskúla í Ollerup í eitt ár og ætlaði at halda fram á tí leiðini, gjørdist hann álvarsliga sjúkur í høvdinum. Hann var á Rík
fyrsta møguleikan, tá ið hann varð spældur leysur mitt fyri, men meðan hann ivaðist í, um hann skuldi lyfta upp um málverjan, ella um hann skuldi sneiða framvið honum, varð hann taklaður. So legði Dánial [...] higartil í ár, sum hann hevur havt seinastu árini. Eitt nú hevur hann ikki verið so málsøkin, sum hann ofta hevur verið. Ímóti Skála var hann leikbannaður, og tá sást sera væl, at hann ikki var við. Tað [...] royndi Skála at flyta meiri fólk fram, men Hans Fróði, Jákup Eli, Dánial og ikki minst Albert Sævarsson í málinum, sum aftur hesa ferð vísti, hvussu sera væl hann dugur at lesa spælið, vóru rættuliga drúgvir
Helenu f. Johannesen úr Hvalvík. Hann var fyrstu ferð valdur á ting í 1970 og hevði sæti á tingi til hann gavst og ikki stillaði uppaftur til løgtingsvalið í 1998. Hann gjørdist løgtingsformaður í [...] flokkum. Hann var ikki kendur fyri at vera í hørðum orðaskifti við síni mótstøðufólk, hann leyp ikki framav, men var tiltikin fyri sín siðiliga framburð. Men skuldi okkurt sigast, so segði hann tað. [...] uppgávuna hevur fráfarandi løgtingsformaður nú sambært stýrisskipanarlógini, eftir valið – hóast hann ikki er tingmaður í nýggja tinginum. Soleiðis var tað Jógvan Ingvard Olsen, sum skipaði fyri,
Maria og Julia fingu ein lítla beiggja. Hann vigaði 4100 gr. og var 57 cm. 23. apríl fingu Elisabeth Strømsten og Páll Djóni á Steinum, Velbastað, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4250 gr. 28. [...] 5. mai fingu Heidi og Bjarni Prior, Sandavági, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3560 gr. 6. mai fingu Arnbjørg Torbjarnardóttir og Pauli Justinussen, Skála, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði [...] Petersen og Bernhard H. Petersen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4200 gr. 7. mai fingu Randi Bjørk og Fríður Dalsgarð, Argjum, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4100 gr. 8. mai fingu