Stríð um navnalógina

Ætlaðu broytingarnar í navnalógina hava elvt til stríð í rættarnevndini, og ein partur av nevndini hevur eisini lagt fram egið uppskot. Høgni Hoydal heldur hesa mannagongd vera óhóskandi

Politikkur

Tað byrjaði alt við, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði eitt uppskot um broytingar í navnalógini (løgtingslóg um fólkanøvn) fyri tingið. Hann segði tá, at talan var um liberalisering av navnalógini, og hetta vóru broytingar, sum koma øllum við. Hetta var hin 16. oktober 2001. Undir fyrstu viðgerðini av hesum málinum, 6. november 2001, vóru langt frá allir flokkar samdir við landsstýrismanninum í hansara sjónarmiðum. Hvør í sínum lagi vísti løgtingsmenn á broytingar, ið teir ynsku framdar, ið ikki vóru í uppskotinum. Broytingarnar vóru nógv merktar av persónligum viðurskiftum hjá tingmonnum, og tað vórðu heldur ikki fá dømi havd á lofti, har navnalógini gott kundi taka við.
Áðrenn málið kom fyri Løgtingið, hevði málið verið til hoyringar ymsastaðni, og tað er longri lesnaður at koma ígjøgnum allar hesar viðmerkingar. Tann reyði tráðurin í viðmerkingunum, serliga frá prestum, var, at viðmerkjararnir vóru glaðir fyri broytingarnar, ið vórðu fingnar í lag, tá navnalógini varð sett í gildi fyri skjótt 10 árum síðani í 1992. Navnanevndin vísti á, at gongdin gekk tann rætta vegin, og fólk vóru farin at venja seg við reglarnar, tá tey skuldu doypa teirra børn.
Upprunaliga uppskotið hjá Høgna Hoydal mældi til, at onnur atlit enn bert málslig atlit skuldu verða tikin, eitt nú skuldu ættleid fáa betri viðurskifti, men formurin skuldi framvegis vera tann sami, at navnanevndin skuldi hava avgerandi orðið at siga, og føroyskar málreglur skuldu haldast framum alt annað. Høgni Hoydal kallaði hetta sum sagt fyri eina liberalisering av lógini.
Eftit tað umtalaðu fyrstu viðgerðina endaði málið so hjá rættarnevndina, har Helena Dam á Neystabø er formaður. Í fleiri fundum hevur lógin um fólkanøvn verið uppi og vent í rættarnevndin, og tað var eisini ein semja við landsstýrismannin at byrja við.
?Rættarnevndin er samd við landsstýrið, at tað er óheppið, at kjak og ónøgd hevur staðist av navnalógini, nú tað loksins eydnaðist okkum at yvirtaka hetta málsøkið. At navnalógin er føroysk slóðar fyri bæði málsligum og mentanarligum framburði. Longu nú eru tvey álit greidd úr hondum um spurningin, sum eru gott grundarlag undir tí orðaskifti, sum óivað kemur at verða í eina tíð afturat, stendur at lesa á løgtingsheimasíðuni(logting.fo).
Ein partur av rættarnevndina vildu tó ikki taka undir við, at tað var so mikið torført at gera undantøk. Serliga varð hugsað um nøvn, ið høvdu verið í ættini yvir eitt longri tíðarskeið. Rúna Sivertsen, Alfred Olsen og Hans Pauli Strøm løgdu síðani sítt egna uppskot fyri Løgtingið, ið samsvaraði við teirri ætlanir. Tey søgdu seg vera bangin fyri, at landsstýrismaðurin fór at taka uppskotið aftur.
? Uppskotsetarnir halda, at tað er ódemokratiskt, um landsstýrismaðurin, umboðandi ein minniluta í tinginum, skal hava møguleika fyri at hindra, at uppskotið verður framt í hesi tingsetuni við at taka tað aftur, varð sagt í viðmerkingunum.

Nevndin samdist
?Vit gjørdus samd um, at málreglurnar skulu haldast, men ynskja fólk at fáa uppkallað síni børn, so kann navnanevndin geva undantaksloyvi, sigur Helena Dam á Neystabø, formaður í rættarnevndini, tá vit spyrja hana eftir, hvørja endaliga niðurstøðu nevndin ella rættari sagt ein meiriluti í nevndini, Helena Dam á Neystabø, Hans Pauli Strøm, Alfred Olsen, Rúna Sivertsen og Eyðun Viderø.
Meirilutin hevur gjørt nakrar smærri broytingar. M.a. verður nú møguligt at hava fleiri enn tvey eftirnøvn.
Alfred Olsen, ein av uppskotstillarunum av nýggja uppskotinum, sigur, at tey væntandi fara at taka uppskotið aftur, nú hevur lagt hetta fram, og hetta væntandi verður samtykt.
?Rættarnevndin hevur harafturat samtykt, at farast skal undir kunnandi arbeiði um navnalógina, soleiðis at fólk fáa betri møguleikar at seta seg inn í viðurskiftini, sigur Helena Dam á Neystabø

Óhóskandi
Høgni Hoydal heldur tað vera løgið, at ein partur av rættarnevndini leggur fram sjálvstøðugt uppskot um eitt mál, ið nevndin vigerð.
?Um hetta verður vanligt framyvir, so fer at hetta at broyta arbeiðið við lógaruppskotum munandi, og eg haldi hendan framferðarháttin vera óhóskandi, sigur Høgni Hoydal.
Tá uppskotið hjá teimum trimum, Rúnu, Alfred og Hans Paula, var til fyrstu viðgerð 8. mars vísti Signar á Brúnni úr Tjóðveldisflokkin, sum eisini er limur í rættarnevndini, at framferðarhátturin í sambandi við uppskotið hjá teimum trimum ikki var í tráð við tingskipanina.
Tað vóru ikki nógvir tingmenn, ið tóku orðið í tí orðaskiftinum, og tað gjørdist klárt, at málið nokk skuldi avgerast í rættarnevndini.