Vissa og óvissa á Mølini

Við sigrinum fingu gøtumenn vissu um, at teir næsta ár spæla við í InterToto Cup-kappingini, og við ósigrinum mugu sundalagsmenn bíða eftir tveimum dystum móti sandoyingum, áðrenn lagnan í 1. deild er avgjørd.

FÓTBÓLTUR

Tað, sum í longri tíð hevur sæð út sum yvirlivilsi hjá EB/Streymi, fekk leygardagin eitt skot fyri bógvin, tí á evsta leikdegnum í hesum kappingarárinum duttu sundalagsmenn niður um strikuna á stigatalvuni.
Av tí at Skála óvæntað vann sín dyst á Toftum móti B68, samstundis sum EB/Streymur mátti lúta fyri GÍ, ið hevði sín europeiska kjans at spæla fyri, verður tað EB/Streymur, ið skal spæla upp- og niðurflytingardyst móti B71, sum bleiv næstfremst í 2. deild.
Uttan iva er hetta ein strika í rokningini hjá teimum av sundalagsmonnum, ið høvdu trúð, at teir langt um leingi kundu fara í vetrarfrí frá øllum fótbólti.
Samstundis sum dysturin á Eiðismøl leygardagin gjørdist eitt lítið afturstig fyri heimaliðið, fegnaðust gestirnir úr Gøtu sjálvandi stórliga um sigurin, ið gav GÍ vælumtókta fjórðaplássið.
Sigurin tryggjaði GÍ pláss í InterToto Cup-kappingini, og verður hetta níggjunda ferðin, at GÍ skal royna seg sum føroyskt umboð uttan fyri landoddarnar í europeisku kappingunum.

Trýst á báðum pørtum
Jú, sanniliga vóru fyritreytirnar ymsar undan dystinum á Eiðismøl leygardagin, tá EB/Streymur í síðsta landskappingarumfarinum á hesum sinni tók móti GÍ.
Heimaliðið, sum saknaði karantenurakta Sorin Anghel og skadda Ronnie Samuelsen, legði bragdliga fyri, tí umráðandi var at fáa stig í dystinum ? og helst øll trý.
Men somu treytir lógu á Europa-svongu gestunum, ið komu til Eiðis uttan Magna Jarnskor og Suna Olsen, ið báðir høvdu karantenu.
Sum tað leið út á fyrra hálvleik, var tað GÍ, sum hevði bóltin meira. Trýstið gav eitt nú nøkur hornaspørk, uttan at kortini teir stóru málmøguleikarnir spurdust burtur úr yvirvágini.
Men tá 24 minuttir vóru farnir, fekk GÍ løn fyri stríðið. Í samanspæli við Krzystof Popczynski eydnaðist Sámali Joensen at sleppa ígjøgnum og skora, og so var 1-0 til GÍ.
Í seinni hálvleiki helt GÍ-trýstið fram, men mest við hálvum kjansum. Hesa løtuna var sterkasta vápnið hjá EB/Streymi at fara í mótálop, men heldur ikki við nóg stórum broddi.
Hinvegin vóru sundalagsmenn ikki seinir at taka av, tá teir umsíður fingu sín møguleika at koma innaftur í dystin. Hetta var eitt gott korter fyri tíð, tá EB/Streymur fekk fríspark beint uttan fyri brotsteigin hjá GÍ, eitt sindur úti í høgru síðu.
Í staðin fyri at skjóta innfyri, setti Eyðfinn Joensen vinstra fót undir bóltin, fekk hann upp um verjumúrin hjá GÍ og niðuraftur heilt úti í handara málkróki, uttan at Hallur Hansen fekk vart fyri, og so var javnleikur 1-1.

GÍ kundi vunnið meira
Síðstu løtuna royndi heimaliðið at fáa eitt mál aftrat, men tað eydnaðist ikki. Hinvegin fekk GÍ bæði eitt mál aftrat og gyltan møguleika at vinna sannførandi.
Einir átta minuttir vóru eftir at spæla, tá verjan hjá EB/Streymi royndi at rudda bóltin burtur eftir eitt GÍ-álop. Men bólturin endaði hjá Súna Fríða Johannesen, sum royndi seg móti málinum og var so heppin at raka ein mótspælara á vegnum, so bólturin broytti kós og snýtti Gunnar á Steig í málinum hjá EB/Streymi. So var 2-1 til GÍ.
Tað kundi enntá blivið 3-1 til GÍ, sum fekk brotsspark í síðstu løtuni, tá Krzystof Popczynski bleiv togaður niður. Sundalagsmenn vildu vera við, at hann frammanundan hevði verið rangstaddur, og Gunnar á Steig læt seg heldur ikki snýta tvær ferðir, men bjargaði skotinum frá Sámali Joensen, so dysturin endaði 2-1.
Sum longu nevnt, merkti sigurin InterToto Cup-atgongumerki til GÍ næsta ár, meðan EB/Streymur noyðist at spæla tveir dystir móti B71, áðrenn greitt er, hvat av teimum báðum liðunum verður í 1. deild næsta ár.
Ikki er endaliga avgjørt, nær hesir báðir upp- og niðurflytingardystirnir verða spældir. Kanska endar tað við, at báðir verða spældir mitt í viku heldur enn tveir leygardagar, nú fjallboð møguliga eru eftir fleiri av væl vandu spælarunum_

Dysturin í tølum:
EB/Streymur-GÍ 1-2 (0-1)
0-1: Sámal Joensen, 24.
1-1: Eyðfinn Joensen, 72.
1-2: Súni Fríði Johannesen, 82.
Dómari: Palli Augustinussen
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Andrzej Pacek, Christian Carlsson, Eyðfinn Joensen ? Teitur Joensen, Bárður Olsen, Jákup Martin Joensen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen ? Jón Sigurð Gleðisheygg
GÍ: Hallur Hansen ? Leivur Hansen, Bartal Eliasen, Høgni Madsen ? Hans Pauli Petersen, Sámal Joensen, Zdzislaw Janik, Jóan Petur Olsen, Bárður á Lakjuni ? Súni Fríði Johannesen, Krzystof Popczynski