Tveir møguleikar at bøta um trygdina

Síðani vegur varð gjørdur til Tjørnuvíkar fyrst í sekstiárunum er ferðslan økt munandi. Tað sama kann ikki sigast um trygdina hjá bilførarum og teimum ferðandi. Tað er næstan ikki dagur at ikki steinar ella grót dettur niður á vegin.
Hesar umstøður eru ikki farnar framvið hjá politikarunum. Fleiri ferðir hevur verið spurt eftir eini loysn á hesum vandamáli.

- Hvat metir landsstýrismaðurin ella landsverkfrøðingurin at kostnaðurin kann verða av einum bergholi til Tjørnuvíkar, alt eftir hvussu stutt tað kann gerast?
Soleiðis ljóðaði ein av mongum spurningum, sum táverandi løgtingsmaðurin, Hans Pauli Strøm setti Bjarna Djurholm, landsstýrismanni ein oktober-dag fyri seks árum síðani.
Tingmaðurin vildi hava at vita, hví farleiðin til Tjørnuvíkar ikki var tikin við í raðfestingini á samferðsluøkinum, eins og ætlanin hevði verið.
Og hann vildi somuleiðis hava at vita, hví farleiðin ikki heldur var við í teirri 10-ára íløguætlanini innan raðfestingar á samferðsluøkinum.
Orsøkin til henda fyrispurningin frá hesum táverandi andstøðuliminum var tann veruleikin, at vegurin oman til bygdina gjøgnum Líðina er bæði smalur og brattur, og at bratt er eisini omanfyri og niðanfyri sjálvan vegin.
- Har er rættiliga hættisligt at koyra. Tá nógv regn og toybil er, ryður nógv oman á vegin, og í kava og hálku er hetta ein vandaleið hjá størri akførum so sum bussum, ið dag og dagliga koyra við skúlabørnum.
- Bygdarráðið hevur ferð eftir ferð gjørt vart við hesar vandar, uttan at nakað munandi er gjørt, segði Hans Pauli Strøm, sum tí fegin vildi vita, hvørjar ætlanir landsverkfrøðingurin hevði við hesum vegastrekkinum.
 
Raðfesting
Í svari sínum vísti Bjarni Djurholm á, at tað er stórur tørvur á útbyggingum á samferðslukervinum kring alt landið.
Hann var fult greiður um, at summi øki í landinum vóru verri fyri enn onnur, og at neyðugt var at raðfesta.
- Íløgukarmurin er avmarkaður. Fer landið tí undir at fremja eina ávísa verkætlan, so eru aðrar, ið mugu bíða.
- Var arbeitt við spakuliga við øllum verkætlanunum ísenn, hevði hetta ført við sær, at tað hevði tikið nógv longri tíð áðrenn tær vóru lidnar. Og so høvdu arbeiðini eisini verðið nógv dýrari enn neyðugt, vísti landsstýrismaðurin á.
Tá ein raðfestir, so merkir tað ikki bert at ein ger metingar um, hvørjar íløgur eru neyðugar, men eisini hvørjar neyðugar íløgur skulu fremjast fyrst.
- Við eini skilagóðari raðfesting ber til at tryggja, at verkætlanirnar gerast skjótari lidnar, og at skattaborgarin fær sum mest burturúr teimum pengum, ið nýttir verða til íløgur, sló Bjarni fast.
 
Fígging
Um vegin til Tjørnuvíkar vísti Bjarni á, at hesin landsvegurin er ótíðarhóskandi í mun til krøvini í nútíðarsamfelagnum, hóast ferðslan á vegnum ikki er tann nógva.
Spurningurin um at gera ábøtur á verandi veg ella møguliga at gera ein tunnil, var tá í 2000, eins og nú, ein fíggjarligur spurningur.
Bjarni vísti á, at ein tunnil við einari breyt hevði sambært fyribils metingum kostað einar 40 mió. kr.
- Skal henda verkætlanin fremjast er samstundis neyðugt at útseta aðrar verkætlanir, ið ætlanin er at fremja.
- Men orsøkin til at tunnilin til Tjørnuvíkar ikki er við í 10-ára íløguætlanini er fyrst og fremst hon, at tørvurin á útbyggingum innan samferðsluna er so mikið stórur, at pláss er ikki fyri øllum íløgum í hesum skeiðnum, varð sagt.
 
Ábøtur og tunlar
Fyrst í 70’unum varð byrjað at breiðka vegin um Enni, og var ætlanin tá at halda fram við hesum arbeiðinum allan vegin oman gjøgnum Líðina.
Tað vísti seg skjótt, at arbeiðið var sera kostnaðarmikið, og at tað heldur ikki bøtti stórvegis um høvuðstrupulleikan á staðnum. Semja var um at hetta var ikki ein gongd leið, og tí varð arbeiðið steðgað.
Nøkur ár seinni – tað er: í 1975 – varð hugt eftir møguleikanum fyri at gera ein tunnil til Tjørnuvík ístaðin. Tvey uppskot vórðu gjørd – annað ein tunnil millum Víkarnes og Tjørnuvík, og hin millum Marmaskallará og Tjørnuvík.
Síðani henda ætlanin varð løgd fram eru smærri ábøtur gjørdar á vegastrekkið, m.a. varð vegurin um Lundagjógv rættaður upp og brúgvin útbygd í 1990. Hetta bøtti nakað um umstøðurnar hjá Bygdaleiðum, serliga í hálku.
Í 1990 var aftur hugt eftir møguleikanum fyri enn einum tunnilssambandi til Tjørnuvíkar. Tey hjá Landsverki gjørdu tá eitt nýtt uppskot, sum var ein tunnil millum Fjøruglyvrar og Tjørnuvík.
Á fíggjarlógini fyri 2000 vóru avsettar 400.000 kr. til ábøtur á Tjørnuvíkarvegin. Annars metti Bjarni Djurholm at besta loysnin hjá tjørnuvíkingum var ein tunnil úr Marmanskallará.
- Men, legði landsstýrismaðurin aftrat. Neyðugt er at gera jarðfrøðiligar kanningar, áðrenn endalig støða verður tikin!
Og tað er altso henda støðan sum ikki er tikin enn.