av størstu fiskivinnusamtøkunum í Føroyum merkir sviðan av tungu gonngdini í fiskivinnuni. Maru Seafood hevði 11 miljónir krónur í halli í fjør. Tað staðfestir stjórin í samtakinum, Jóhan Páll Joensen. [...] teimum heilt stóru fiskivinnusamtøkunum í Føroyum. Fyritøkan fevnir bæði um virkir og skip. Tey trý virkini, sum felagið rekur í Klaksvík og á Eiði, hava út við 200 fólk í arbeiði, og einir 100 mans eru knýttir [...] átta skipunum hjá samtakinum. Ein av fyrstu døgunum verður aðalfundur í felagnum, og tað verður ein døpur staðfesting av árinum í fjør, sum Jóhan Páll Joensen, stjóri, tá fer at leggja fyri eigararnar
Samlaði føroyski útflutningurin økist í stórum. Fiskaprísirnir eru so høgir í løtuni at hóast tað ikki koma nógv størri nøgdir upp á land í Føroyum, so er virðið, sum vit útflyta fyri knappar 200 mió. [...] gjørdu sama tíðarskeið í fjør. Vit hava eisini í virði útflutt nógv meira fryst toskaflak enn vit gjørdu sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er góðar 14 mió. krónur, úr 152 mió. upp í 166 mió krónur. Hyggja [...] smápakningi eksploderar Í útflutningstølunum eru eisini upplýsingar um hvussu stórur partur av útflutningum er smápakningur. Í 1995 útfluttu vit fyri knappar 203 mió. krónur í smápakningi. Í 1996 øktist hesin
kommuna í Suðuroynni, hevur Vágs Býráð tikið støðu til spurningin um kommunusamanlegging. Fáa staðni í Føroyum verður spurningurin um samanlegging av kommunum heitari politiskt mál enn nettupp í Suðuroynni [...] at ivast í, at tvøramenn fara at gera, arbeiða av øllum alvi ímóti, at umsitingin í stórkommununi skal vera í Vági og at vágbingar fara at arbeiða ímóti, at hon fer at vera á Tvøroyri. Býráðið í Vági heldur [...] Vág og Tvøroyri um at verða høvuðsstaður í kommuni. Verður Suðuroyggin ein kommuna, er ongin náttúrligur høvuðsstaður, sum tað er flest aðrastaðni í Føroyum. Avleiðingin av tí fer at vera eitt áhaldandi
javnstøðuhugsjónina inn í tað dagliga arbeiðið. Øll norðurlondini eru í holt við hvør sína verkætlan, sum í ein ella annan mun hevur í hyggju at arbeiða javnstøðuhugsjónina inn í høvuðsrákið innan ungdóms- [...] javnstøðu í Føroyum. Tú skalt orka øgiliga væl at seta slíkt í gongd og fylgja tí upp. Tað er lætt at missa mótið, tá tað verður so strævið. Er javnstøða framvegis eitt illavorðið orð í Føroyum? - Ja, sjálvt [...] Javnstøða er framvegis ikki ein natúrligur partur í okkara gerandisdegi og hugaheimi. Meginreglan í javnstøðulógini, sum varð samtykt í 1994 eftir tógvið stríð, er at eingin, hvørki kvinna ella maður,
tann vegin, at eingin politiskur vilji var til at lata virkið í Vági uppaftur. Tað forseglaða flakavirkið í Vági er ein tann stórsta sorgarsøgan í landinum. Har slapp borgarin eins og aðrastaðni at bera sín [...] og bjargaði øðrum økjum í landinum. Sagt verður har, at høvuðssjónarmiðið í teirri politisku búskaparfrøðini er, at tað ikki er ein spurningur, um tað almenna skal leggja seg út í marknaðarbúskapin, men [...] og hetta eigur at havast í huga í teimum vinnuligu frambrotum, ið koma skulu. Tí fingu vit eitt avlaga lokalsamfelag við toppstillaðum skattatrýsti. Vit fáa eina ónda ringrás í tílíkum kommunum. Tær gerast
við at vísa á møguleikan at keypa spælarar í Føroyum: ? Eg ivist onga løtu í, at fleiri av føroysku spælarunum kundu farið beinleiðis inn á lið í bestu deildini í Skotlandi. Eg havi leingi vitað, at tit hava [...] og tað sá eg aftur í kvøld. T. d. Todi Jónsson, John Petersen, Óli Johannesen og ikki minst málverjin, Jákup Mikkelsen, høvdu staðið seg væl í Skotlandi, tað ivist eg onga løtu í, var ummælið hjá venjaranum [...] land, tá hann glapp teimum av hondum: ? Í síðsta enda var um reppið, at vit mistu alt. Tá vit skoraðu til 1-0, helt eg, at vit vóru á rættari leið, og hóast vit í 2. hálvleiki bara spældu við tíggju monnum
at finna olju og gass í hesum økinum. Og tað er nettup tí, at so nógv oljufeløg framvegis vilja vera við í leiting við Føroyar. Sum støðan er í dag, so býtir fiskimarkið Hvíta økið í helvt. Vit spurdu Chris [...] seismiskar kanningar í ein landsynning úr Føroyum. Umleið 100 mans eru við teimum báðum skipunum. Talan er um eitt nýtt slag av seismiskum kanningum, har tú við at brúka tvey skip í senn til endamálið, [...] beint vestan fyri verandi fiskimark í mun til á landgrunninum nærri Føroyum! -Av tí at her ikki eru forðingar við tjúkkum basalti, kunnu vit síggja nógv áhugavert í undirgrundini, men hetta merkir ikki
Ásgeirsdóttir, hava í longri tíð arbeitt við tí fyri eyga, at sýna fram í Smiðjuni. Aggi hevur búð og virkað í Danmark í 10 ár. Hon hevur gingið á Listaakademinum í Odense, og hevur nú verkstað í Keypmannahavn [...] framsýning í fjør Annars hava bæði Vígdis og Aggi verið við í framsýning í Danmark í fjør, har tær umboðaðu Føroyar saman við Kára Svensson og Olivur við Neyst. Framsýningin í Smiðjuni er frá í dag til 13 [...] ljósareytt, sigur Aggi, og nevnir kreppuna, sum var í Føroyum. Hon hevur tilknýti til Gallerí Gertrud í Keypmannahavn, og hevur eisini havt ymiskar framsýningar í hesum sambandi, eins og boð hava verið eftir
spælarar sleppa nú at royna seg í stórfeløgum í Europa. Tá føroyska kappingini verður liðug fyrst í oktober mánaða, verða spælarar senda avstað til feløg kring um í Europa. Talan er í løtuni um 11 spælarar, men [...] allan heim kenna, meðan norska felagið, sum spælir í 2. deild, neyvan man verða kent nógva aðrastaðni enn í Noregi og í Føroyum. Men sambært Jákup í Stórustovu, sum hevur samskipað forvitnisligu ætlanina [...] avtalu í lag við teir um at fáa frí eina viku. Christian Høgni Jacobsen úr NSÍ møtti til tíðindafundin, sum var í Müllers Pakkhús í gjár, stuðlaður av krykkum. Hann var óheppin í einum stevnudysti í Gøtu
Eiði er best røkta bygd í Føroyum í 1999. Tað var úrslitið, dómsnevndin kom til, eftir at hava ferðast um landið og mett um tær bygdir, sum høvdu boðið seg fram til hetta heitið. Nummar tvey gjørdist Æðuvík [...] Kvívik. Gunnleyg Durhuus, sum er formaður í dómsnevndini, segði í grundgeving síni fyri valinum, at: Eiði skarar heilt týðuligt framúr. Har er sera nossligt. Eiði hevur í fleiri ár gjørt eitt miðvíst arbeiði [...] órudd upp. Um Æðuvík, sum varð nummar tvey, verður sagt í grundgevingini: Sera reint og ruddiligt. Fríðka um í bygdini við vegkantar o.a. Eru í gongd við at leggja kloakkir út á sjógv. Minnisvarði er settur