Vágbingar lógu ikki sjóvarfallið av sær.
Sum fyrsta kommuna í Suðuroynni, hevur Vágs Býráð tikið støðu til spurningin um kommunusamanlegging.
Fáa staðni í Føroyum verður spurningurin um samanlegging av kommunum heitari politiskt mál enn nettupp í Suðuroynni.
Kommununevndin mælir í fyrra lagi til, at Suðuroyggin verður ein kommuna.
Men í øðrum lagi heldur hon, at tað kann góðtakast, at Suðuroyggin verður tvær kommunur.
Spurningurin um kommunusamanlegging verður nógv umrøddur ímillum manna í Suðuroynni.
Men Vágs Býráð er tað fyrsta kommunustýri, sum formliga tekur støðu í málinum um kommunusamanlegging.
Ógjørligt við einari
Býráðið hevði málið fyri á fundi mikukvøldið.
Og tann viðgerðin var ikki drúgv.
Teir níggju býráðslimirnir í Vági vóru so samdir, at tað tók ikki ein hálvan tíma koma til eina semju, sum varð einmælt samtykt.
Tað er ikki eftir kravi, ella ynski frá býráðnum, at kommunur í Suðuroynni skulu leggja saman.Tað er eftir kravi úr Tinganesi, sigur Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági.
Men Býráðið er púra samt um, at tað kann undir ongum umstøðum verða talan um at leggja alla Suðuroynna í eina kommunu, soleiðis sum kommununevndin heldur er tann frægasta loysnin.
Býráðsformaðurin í Vági sigur, at býráðið er samt um, at tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at Suðuroyggin verður ein kommuna.
Skal tað leggjast saman, er tað longsta, vit kunnu strekkja okkum, at Suðuroyggin verður løgd í tær kommunur.
Býráðið fer nú at skriva landsstýrinum bræv, har tað verður gjørt greitt, hvørja støðu vágbingar hava til samanlegging.
Hetta er aðru ferð, at Býráðið viðgerð spurningin um samanlegging.
Fyrru ferð varð beint eftir kommuvalið, tá ið prátið um samanlegging hevði verið uppi eina tíð.
Eisini tá var full semja um at Suðuroyggin kann ikki verða ein kommuna.
Men nú kommunuálitið er komið, helt kommunan, at tað var hóskandi at taka málið til umrøðu einaferð afturat.
Men álitið um framtíðar kommunubygnaðin hevur altso ikki fingið vágbingar at broyta støðu.
Frykta fyri ruðulleika
Tað, sum vágbingar stúra mest fyri er, at tað verður ruðulleiki, um Suðuroyggin verður ein kommuna.
Býráðslimir halda, at verður Suðuroyggin ein kommuna, fer ein ævigt stríð at taka seg upp ímillum Vág og Tvøroyri um at verða høvuðsstaður í kommuni.
Verður Suðuroyggin ein kommuna, er ongin náttúrligur høvuðsstaður, sum tað er flest aðrastaðni í Føroyum.
Avleiðingin av tí fer at vera eitt áhaldandi stríð ímillum Vág og Tvøroyri um ?høvuðstaðarheitið³ í Suðuroynni, og teir báðir býirnir fara at gera, hvat teir kunnu fyri at leggja fótonglar í vegin fyri útbyggingum hjá hvør øðrum, sama skilagóð útbyggingin annars kann vera.
Tað er t.d. onki at ivast í, at tvøramenn fara at gera, arbeiða av øllum alvi ímóti, at umsitingin í stórkommununi skal vera í Vági og at vágbingar fara at arbeiða ímóti, at hon fer at vera á Tvøroyri.
Býráðið í Vági heldur, at tað er als ikki uttan týdning, hvar ?høvuðsstaðurin³ í eini kommunu er.
Tí royndir vísa, at fólkið búsetist og savnast rundanum høvuðsstaðin.
Býráðið í Vági heldur, at hetta stríðið ímillum norðaru og syðru helvt í kommununi fer at leggja kommununa fullkomiliga lamna.
Tí stríðið, sum er ímillum syðru og norðaru helvt, fer ikki at halda uppat, um øll Suðuroyggin verður ein kommuna.
Náttúrligir høvuðsstaðir
Býráðið í Vági heldur hinvegin, at verður Suðuroyggin tvær kommunur, fær hvør kommuna sín náttúrliga høvuðsstað.
Vágbingar halda ikki, at tað fer at oyðileggja nakað sum helst fyri eitt samstarv ímillum Vág og Tvøroyri um Suðuroyggin verður ein kommuna.
Tvørturímóti halda Vágbingar, at tvær sterkar kommunur í Suðuroynni standa sterkari enn ein eind. Tí tað koma framvegis at búgva 5.000 fólk í oynni og mótvegis Havnini, føla suðuroyingar seg fyrst og fremst sum suðuroyingar og ikki sum tvøramenn ella vágbingar.
Summi halda, at verður Suðuroyggin tvær kommunur, verður hon ov veik afturímóti Tórshavnar Kommunu, har kanska út ímóti 20.000 fólkum fara at búgva, og at Suðuroyingar fara at formáa sær meiri, um øll oyggin verður løgd í eina eind.
Men tað halda vágbingar ikki.
Tað ger ongan sum helst mun mótvegis Havnini um Suðuroyggin er ein kommuna uppá 5.000 fólk, ella um hon er tvær kommunur uppá 2.500 fólk í hvørjari.
Havnin verður so sterk, at tað ger ongan mun kortini, halda vágbingar.