bleiv bríkslaður av, var støðan tann, at heimaliðið úr Vestmanna hevði vunnið ein tryggan sigur, 34-26, eftir at teir vóru aftan fyri 14-17 í hálvleikinum. Tað vil siga, at VÍF vann seinna hálvleik 20-9! VÍF-H71 [...] Undan dystinum var greitt, at H71 noyddist at verða ein týðandi leikara fyri uttan. Landsliðsmálverjin Levi Nybo hevði meitt seg, og tískil høvdu hoyvíkingar einans Bjarna Arnason at dúva upp á millum stengurnar [...] víðari, var gott pláss hjá vonginum ella bakkinum at fara ígjøgnum og skora. Sum heild kann sigast um fyrra hálvleik, at verjan hjá VÍF als ikki fekst at virka. Tað bøtti tó nakað um støðuna, tá ið Daniel
uppaftur verður sagt, at allir miðlar áttu at havt rættlesara. Tað átti at verið kravt, at blaðfólk løgdu dentin á at málbera seg væl og skriva rætt! Sagt verður ofta, at til at gerast gott fjølmiðlafólk [...] fjølmiðlafólk má ein kunna meira enn bara at skriva rætt. Hetta er satt, eingin sigur tí ímóti. Men tað kann ikki sigast, at blaðfólkið dugir at siga frá á føroyskum, tá ið málburðurin er óføroyskur og stavingin [...] atlit, at føroyskt og danskt eru ikki sama mál. Hegni og skynsemi áttu at verið grundleggjandi í øllum yrkjum, eisini hjá miðlafólkum. At fólk við avmarkaðum royndum duga ikki at síggja sjálv, at arbeiðið
Diana greiðir frá, at hon aldri hevði skoytt tí ein tanka, at hon kundi líða av vetrartunglyndi. – Eg helt veturin vera tungan, men eg helt, at tað átti at vera so, og at øll høvdu tað á sama hátt. Diana [...] hvussu stóran mun tað gjørdi at vera við Ann til ljósviðgerð, fór hon sjálv at leita sær viðgerð. Men tað var ikki nakað, hon tosaði hart um. – Eg tordi ikki at siga fyri fólki, at eg var til viðgerð fyri [...] veit, at tað eru nógv, sum líða av vetrartunglyndi uttan at vita av tí. Og viðgerðin er so einføld. – Summi eru kanska bangin fyri at skula viðganga, at tey hava vetrartunglyndi. Men tað er einki at ræðast
Tað var rættiliga upplagt, at eg skuldi fara upp í politikk. Familjan er sambandsfamilja, og tað varð nógv tosað um politikk heima hjá okkum. Men eg má siga, at tað er øðrvísi at eygleiða politiska arbeiðið [...] vit hava hús at fara til, sum hoyra til familjuna hjá konuni, ella til Víkar, har vit fýra brøður eiga barnaheimið hjá abba. Ljósu tíðina dámar mær at gera túrar til Víkar, at seta meg at skriva. Tá skrivi [...] nógvar túrar niðan í fjøllini kring Havnina um árið. Eg haldi, at tað er ein skylda, at halda likamið sunt, og eg royni at halda meg sunnan við at eta rætt, sigur Eilif Samuelsen. Nuanserað føroyskt Tað, sum
maðurin sat antin á fundi, ella var farin okkurt ørindi. Hóast Poul Mohr ikki ivast stórvegis í, at skipasmiðjan fer at megna at halda tilboðið, ger hann vart við, at tað verður strævið, og at tað vera [...] havt. Og eg kann siga teimum serkønu, sum ger vart við seg í hesum sambandi, at skipið hevur ein veldugan fyrimun, hevur tað kúlustevni. Ongum nýtist at vera professari, fyri at at vita, at fær skipið longri [...] ni á Skála væntar, at stór orka skal leggjast í at fáa sandoyarferjuna lidna rættstundis, sigur hann, at skipasmiðjan, umframt at arbeiða innan trongu fíggjarkarmarnar, ætlar sær at spíla seg út og handa
Jógvan Sundstein, at viðgera okkara roknskapir, vinningsbýti og framtíðarvánir. Eg var ikki sørt spentur og hevði satt at siga væntað, at John Johannessen fór at enda sendingina við at ynskja okkum góða [...] vil hava meg at gera viðmerkingar til vinningsbýtið. Eg segði honum, at eg dagin fyri hevði játtað at koma í sjónvarpið at viðgera støðuna, men fekk ikki boð aftur, og eg fór ikki bert at gera viðmerkingar [...] áhuga. Tú ynskir heldur at fara í smálutir, og leggur meg undir, bert at siga hálvan sannleikan, og tað vil eg ikki hava sitandi á mær. Hóast undirritaði í forhond er dømdur at tapa í kjaki við drivnar
givið til kennar, at hann er fegin um at vera í FCK, og at hann einki hevur ímóti at halda fram í felagnum, so er tað ikki greitt enn, um hann fer at halda fram. Og nú er greitt, at tað verður einki avgjørt [...] boðið upp á uppflyting, og tað er einki at ivast í, at FCK fer at fáa úr at gera í kvøld. Todi Jónsson er ímillum teir útvaldu hjá FCK, og tað eru góðar vánir fyri, at hann verður ímillum teir fyrstu ellivu [...] viku var hann við til at avgera, at nýggjur trý ára sáttmáli skuldi skrivast undir við Zuma. Todi hevur áður sagt, at hann í heyst hevur hildið, at venjarin hevur havt serligan hug at brúka spælararnar, sum
móti Tórsvølli og helvtina av síðursíðuni. Tá komu vit eftir, at arbeiðið við at umvæla takið, sum varð gjørt, als ikki er í lagi. Satt at siga, so var arbeiðið betri ógjørt. - Serliga tá stormur er av vesturi [...] er sjálvandi, at takið á høllini eigur at verða skift. Hann greiðir frá, at fyri at eftirkanna, hvussu standurin á høllini var, gjørdu teir tá eina verkætlan, sum hevði til endamál at gera eina allýsing [...] Eigur at vera ein stoltleiki At enda sigur Birgir, at hann annars er sera harmur um, at málið nú tykist vera parkerað á Býráðnum. - Høllin er eftir mínum tykki ein somikið stórur partur av Havnini, at ein
ikki var at kenna aftur, og at tapa móti einum betri liðið er eingin skomm. Um møguleikarnir at koma víðari helt hann, at teir vóru ikki meira enn 20/80, men at tey sjálvsagt høvdu ætlanir um at spæla fyri [...] eyðsæð, at hetta samstundis var við til at halda klaksvíkingunum burtur, soleiðis at tær ongantíð fingu spæl teirra at koyra. Eisini hevði tað sera stóran týdning fyri gongdina í dystinum, at kyndilsliðið [...] kyndilsliðið so at siga hvørja ferð fekk enda álopini við eini skotroynd, soleiðis at kontraspælið hjá Stjørnuni ongantíð kom at koyra. Júst hetta hevur annars verið eitt av sterkastu vápnunum hjá klaksvíkingunum
møguleikan at lyfta seg enn longur upp, tá teir fara til Runavíkar. Lítið er tó at ivast í, at Tjaldur eisini vil hava okkurt at siga hesum viðvíkjandi. Tað einasta, sum kann sigast við vissu er, at vinnarin [...] liðini bæði hava mangan verið tættir, og einki er at ivast í, at soleiðis verður eisini hesu ferð. Dystin í Vestmanna vann VÍF tepurt, og hetta hevur so at siga verið søgan hjá Kyndil, hvørja ferð teir hava [...] skal VB til at reisa seg, skal okkurt ivaleyst henda í hesum dysti. Tjaldurskvinnurnar hava tó verið nær við seinastu dystirnar, og lítið er at ivast í, at tær eisini fara á vøllin fyri at vina. Livst