Í hugnaliga umhvørvinum á Kráarvegi í Havn, situr ein maður á sínum lofti og arbeiðir. Tað er 74 ára gamli Eilif Samuelsen. Millum bunkar av bókum og báðar teldurnar situr hann og skrivar. Skrivstovan á stóra loftinum er prýdd við gomlum minnum, har myndir av familju taka nógv pláss á veggjunum, oman fyri fyltu bókahillarnar. Myndirnar vísa millum annað stóra systkinaflokkin hjá Eilifi Samuelsen. Hann varð føddur í Fuglafirði, og er hann partur av systkinaflokki, ið telur 12. 10 beiggjar og tvær systrar. So hvørt sum dreingirnir gjørdust eldri, fóru teir til Havnar at læra á familjufyritøkuni, Dimmalætting.
- Men eg slapp onkursvegna undan. Eg fór til Danmarkar at ganga á háskúla, og fór beint eftir á Haslev Seminarium at ganga, har eg fekk læraraprógv í 1958, sigur Eilif Samuelsen.
Afturkomin úr Danmark, fór Eilif Samuelsen til Fuglafjarðar at starvast sum vikarur í eitt ár, síðan til Hvalvíkar at arbeiða í seks ár, Kommunuskúlan í trý ár, og tá Venjingarskúlin byrjaði, fór hann har at arbeiða, og har undirvísti hann fram til 2002. Eilif Samuelsen spesialiseraði seg í donskum máli og bókmentum og í pedagogiskari sálarfrøði á Danmarks Lærerhøjskole, og undirvísti hann øll árini í donskum, bæði í fólkaskúlanum og á Læraraskúlanum.
- Eg varð pensioneraður í 1999. Men mær dámdi so væl at vera lærari, og tá ið tørvur var á lærarakreftum, helt eg fram í trý ár aftrat. Tá eg so gavst, saknaði eg arbeiðið, sigur Eilif Samuelsen.
Floksdisiplinið er upphevað
At hann saknaði at vera partur av dagliga resinum, er ikki løgið. Umframt at arbeiða sum lærari, var Eilif Samuelsen formaður í Lærarafelagnum í 12 ár. Hann varð eisini valdur inn á ting í 1978, har hann sat fram til 1990. Tvær reisur sat hann sum landsstýrismaður, í tíðarskeiðunum 1980-84 og 1994-98.
- Tað politiska fylti kolossalt. Tá var eg upptikin døgnið runt av einhvørjum í samband við tingarbeiði. Tað var rættiliga upplagt, at eg skuldi fara upp í politikk. Familjan er sambandsfamilja, og tað varð nógv tosað um politikk heima hjá okkum. Men eg má siga, at tað er øðrvísi at eygleiða politiska arbeiðið í dag.
Hann samanber tingarbeiðið í dag við gamlan sið í tinginum.
- Floksdisiplinið var nógv sterkari fyrr. Í dag tykist, sum tað er fullkomiliga upphevað. Hvør limur kann føra sín egna politikk, og profilera seg sjálvan heldur enn at fremja tað, sum flokkurin stendur fyri. Og tað er eitt afturstig. Tað darvar arbeiðinum og ger tað torført hjá formonnunum at gera avtalur um støðutakan til málini. Vit hava sæð so nógv dømi um, at ósemjur tendera til klandur, og tað er destruktivt fyri arbeiðið. Avleiðingin er, at ov fá úrslit spyrjast burtur úr. Fyrr avmarkaðu politikarnir seg meira til at profilera seg sjálvar og flokkin teir seinastu mánaðirnar av valskeiðinum.
Sunt likam er ein skylda
Eftir ein krevjandi gerandisdag vendi Eilif Samuelsen til eina friðarliga tilveru á Kráarvegi í Havn. Tað var í 1966 at hann og konan fluttu inn í húsini á Kráarvegi, sum eru væl hildin við einum vøkrum urtagarði og eini spildurnýggjari terassu í túninum. Tey eiga tvey børn, fýra abbabørn og eitt langabba- og langommubarn. Um páskirnar giftist elsti abbasonurin í Italia, har familjan var hjástødd. Evropa er ikki fremmant fyri Eilif Samuelsen og konuna, sum eru røsk at vitja stórbýirnar í Evropa. Tær flestu ferðirnar Eilif Samuelsen annars leitar sær úr loftsskrivstovuni og út um Havnina, gongur leiðin ofta norðeftir.
- Barndómsheimið hjá mær í Fuglafirði er enn í familjuni, og kann nýtast av okkum øllum. Men ofta fara eg og konan til Saksunar, har vit hava hús at fara til, sum hoyra til familjuna hjá konuni, ella til Víkar, har vit fýra brøður eiga barnaheimið hjá abba. Ljósu tíðina dámar mær at gera túrar til Víkar, at seta meg at skriva. Tá skrivi eg frá morgni til myrkurs, sigur hann.
Hann koyrir altíð sjálvur, og meðan hann er í Vík, tekur hann sær steðgir frá skrivingini, og ger sær túrar niðan í fjøllini, og hvønn dag gongur hann túrin til Tjørnuvíkar og aftur.
- Eg havi altíð gingið nógv, og fari nógvar túrar niðan í fjøllini kring Havnina um árið. Eg haldi, at tað er ein skylda, at halda likamið sunt, og eg royni at halda meg sunnan við at eta rætt, sigur Eilif Samuelsen.
Nuanserað føroyskt
Tað, sum Eilif Samuelsen skrivar, eru klassiskar, filosofiskar bøkur, sum hann týðir til føroyskt.
- Eg gjørdist so hugtikin av Játtanir Augustinusar, at eg keypti mær eitt upprunaeintak av bókini, og lærdi meg nakað av latíni, so eg kundi fylgja tekstinum til fulnar. At skriva og at týða er eitt gamalt áhugamál hjá mær, og eg týddi eisini onkrar skúlabøkur til føroyskt, meðan eg arbeiddi sum lærari. Eg undirvísti eitt sindur í føroyskum, og havi stóran áhuga fyri málinum. Føroyska málið er nógv ment seinastu árini, og er vorðið meir nuanserað, haldi eg. Og tað er neyðugt fyri at skriva lesiligt nútíðarmál. Mann má raka røttu stílleguna, alt eftir tekstaslagi, sigur hann.
Eilif Samuelsen eigur og rekur sítt egna forlag, Hemlið. Útgávurnar hjá honum eru vorðnar fýra í tali, og fleiri eru ávegis. Harímillum er ein við kinverkskum ævintýrum, sum hann situr og arbeiðir við.
- Fyri meg er tað ikki av alt avgerandi at bøkurnar hjá mær enda ovast á sølulistunum. Men eg meti tað vera av stórum týdningi, at fáa bøkur til vega á føroyskum máli, ið kunnu lata upp aftur eftir í tíðina. Játtanir Augustinusar er skrivað í 400 talinum, og ein bók eftir Thomas Aquinas í 1200 talinum, og bókin um Abelard og Heloise er frá 1100 tálinum. Tað, sum hugtekur meg, er millum annað tað, at fólkini, sum livdu fyri so langari tíð síðan, høvdu júst somu kenslur, sum vit hava í dag. Og eg haldi, at vit eiga at virða tað gamla. Á tann hátt fáa vit íblástur til endurnýggjan, sigur Eilif Samuelsen.
Telda fyri 25.000 krónur
Nei, tíðin sum pensionstur fellir ikki long fyri Eilif Samuelsen. Skrivingin er tíðarkrevjandi, og hann er ikki bangin fyri at seta seg inn í nýggj ting, ið krevja hansara uppmerksemi. Hann fer ikki av fetanum uttan sína fartelefon, og er hann eisini at finna á stóru netverksheimasíðuni, Facebook.
- Eg havi einar 100 vinir har. Eg eri ikki hvønn dag har inni, tað fer við ov nógvari tíð. Men eg kenni nógv fólk har. Fleiri av mínum vinum eru gamlir næmingar. Tað er stuttligt at síggja. Tað er eisini fløvandi at síggja, at tey minnast aftur á, og senda mær eina heilsan av og á, sigur hann.
Eilif er ein av teimum, ið sær stórar møguleikar í tøknini. Tíðliga 1980 árunum var hann á telduskeiði hjá Com-Data Klaksvík, og miðskeiðis í 1980 árunum keyti hann sær sína fyrstu teldu. Tað er tann dýrasta teldan hann hevur havt, og tann ið dugdi minst, og hon kostaði 25.000 krónur. Í dag hevur hann tvær standandi, eina stationera og eina farteldu. Farteldan er hent at hava við til Víkar, har allar orðabøkur eru lagdar inn á. Geymin er heldur ikki fremmandur fyri Eilif, ið brúkar geyman til at goyma sínar bøkur á.
- Fartelefonin er sum ein lummabók fyri meg. Tá mann er komin til árs, og kanska er vorðin nakað dólskur, er hon útmerkað sum áminning. Og tá eg ferðist, brúki eg hana til vekjara, sigur hann.
Hvønn sunnudag er Eilif Samulsen at finna í Vesturkirkjuni.
- Eg eri deknur í Vesturkirkjuni. Tað er gamalt lærarastarv, at vera deknur, og vit trý sum skiftast um at vera deknur, eru øll lærarar. Tá eg so ikki eri deknur, syngi eg uppi við orgulið, greiðir hann frá.
Harafturat er Eilif limur í kirkjuráðnum, har hann tekur sær av roknskapinum. Honum dámar væl at syngja, og møtir trúliga upp í tilhaldinum hvønn týsmorgun, tá sangur er á skránni. Fýra heystlomb hevur hann í lítla seyðahúsinum í túninum. Teir hevur hann standandi inni um veturin, og sleppur teimum um summarið leysum í bjørgunum í Saksun.
- Eg fylli 75 fyrsta dagin, og eg má siga, at tað er gott at vera pensionistur í Føroyum í dag. Møguleikarnir eru so nógvir. Skal eg samanbera við tilveruna hjá pensionistum í 1940-50 árunum, var Føroyar eitt heilt annað samfelag tá. Tá vóru umstøðurnar at kalla ússaligar, ellisrentan strekti ikki langt, og tað var trupult at tjena sær nøkur eyka oyru, serliga í fimtiárunum, sum vóru merkt av arbeiðsloysi. So mann má siga, at samfelagið er nógv broytt hesi árini, sigur Eilif Samuelsen.