Fyrsta síða á Sosialinum fríggjadag 13/5

Majbritt Pauladóttir
---------

"Tað er gott og behagiligt at verða kendur, og eg verði ikki bukaður av nøkrum. Eg kann anbefala øllum at blíva kend, sigur danski sjónvarpsverturin Anders Lund Madsen."
Eg gjørdist ikki sørt bilsin, tá ið eg á netinum varnaðist, hvat Sosialurin fríggjadagin í farnu viku hevði funnið sum týdningarmestu tíðindi at bera føroyingum fyri vikuskiftið. Á netsíðuni “Føroysk rættstaving” (kjakbólkur á Facebook við einum 800 limum) kom lívligt kjak í gongd. Kjakið hevur snúð seg um hesi viðurskifti: a) Hvat at lægsta mark hjá fjølmiðlunum fyri, hvat teir kunnu bjóða lesarum sínum viðvíkjandi innihaldinum, og b) Hvar er lægsta mark fyri, hvussu vánaligur málburðurin kann gerast, og greinin sleppur framvegis ígjøgnum?
Hetta mugu vera týðandi spurningar fyri týdningarmestu dagbløð okkara, tí framvegis munnu vera nógvir føroyingar, sum ikki lata sær bjóða, hvat sum helst frá hesum bløðum.
Í kjakinum um málsligu síðuna undrast eitt av kjakfólkunum, um eingin orðabók man vera til á Sosialinum. Ein annar heldur fyri, at summi blaðfólk eru fullkomiliga líkasæl. Vánaligur málburður og skeiv stavseting til Føroya fólk er meira reglan enn undantakið. Spurt verður eisini, hvat miðlafólkini billa sær inn? Hildið verður fram, um miðlafólk ikki vita, hvussu skaðiligt tað er fyri málsligu menningina, at ung og børn lesa beinleiðis skeivt føroyskt? Afturat verður spurt, hvussu børn og ung skulu læra at skriva og málbera seg á góðum føroyskum, tá ið tey dagliga síggja so vánaligan tekst í fjølmiðlunum? Og uppaftur verður sagt, at allir miðlar áttu at havt rættlesara. Tað átti at verið kravt, at blaðfólk løgdu dentin á at málbera seg væl og skriva rætt!
Sagt verður ofta, at til at gerast gott fjølmiðlafólk má ein kunna meira enn bara at skriva rætt. Hetta er satt, eingin sigur tí ímóti. Men tað kann ikki sigast, at blaðfólkið dugir at siga frá á føroyskum, tá ið málburðurin er óføroyskur og stavingin av lagi vánalig. Eitt annað er, at tað munnu vera fleiri lesarar, enn bara eg, sum vænta sær meiri av landsins fremstu dagbløðum, enn lættisoppasøgur á fyrstu síðu um fullkomiliga óáhugaverdan mann, hansara fjákutu hugsanir um lættisoppalív sítt og nær “hann er keddur! “Tíðindi” av hesum slagnum hava einki at gera í dygdargóðum dagblaði, og als ikki á fremstu síðu. Eg haldi tað vera viðkomandi spurning, hvussu langt dagbløðini skulu smokka niður mentanarliga og málsliga, áðrenn nakar talar at?
Annars hoyra vit ofta tos um, at dagligt málbrúk má meira fram í skrivligum tilfari, tí at “tað er livandi mál”. Alt gott um dagliga málið og “túnatosið”. Men vit skulu hava í huga, at okkum tørvar at duga onnur kynstur enn bara dagliga túnatosið. Og skulu vit læra fjølbroyttan málburð, tørvar okkum at síggja ymist mál í skrivligum tilfari. Uni Arge plagar at skriva beinrakið um ymist mál til ymisk endamál. Eg vil leggja afturat, at eru vit komin hagar, at tað nú BARA er “túnatosastílurin”, sum verður roknaður sum "livandi mál", so hava vit gjørt málinum ógvisliga illgerð. Ikki tí, at tað er nakað ringt í tí, men tí at tað hóskar ikki undir øllum umstøðum. Skal mál okkara liva í framtíðini, og skal fjølbroytni verða varðveitt, mugu vit eisini duga bókmentamál, yrkingamál, skaldsøgumál og duga at siga frá fynduga og beinrakið. Og duga vit ikki munirnar, verður fjølbroytnið burtur í málinum, og okkum hevur eydnast at gera enda á vakra móðurmáli okkara – við vilja!
Av nevndu grein skilir ein, at blaðmaðurin hevur tikið upp samrøðu á ljóðfílu, sum sjálvandi er á donskum, tí at viðtalsevnið er dani. Síðan er teksturin klóraður niður orð fyri orð til eitthvørt, sum tykist hava føroyskan ham. Sum altíð skal alt verða liðugt, áðrenn sett er á. Tí er arbeiðið gjørt uttan tað atlit, at føroyskt og danskt eru ikki sama mál. Hegni og skynsemi áttu at verið grundleggjandi í øllum yrkjum, eisini hjá miðlafólkum. At fólk við avmarkaðum royndum duga ikki at síggja sjálv, at arbeiðið er vánaligt, er so eitt. Men at leiðslan megnar ikki at taka sær um reiggj, tá ið øll mørk eru farin, tað er nakað heilt annað. Á ein ella annan hátt eigur at verða sílað, so at lesaranum verður ikki boðið hvat sum helst.damál. Alt gott um túnatosið, men tað hóskar seg ikki undir øllum umstøðum. Skal mál okkara liva í framtíðini, mugu vit eisini duga bókmentamál, yrkingamál, skaldsøgumál, o.s.fr. Duga vit tað ikki, verður fjølbroytni burtur, og vit okkum hevur eydnast at drepa málið - við vilja
Tórshavn, 16. mai 2011
Majbritt Pauladóttirum fullkomiliga óáhugaverdan persón, hansara fjákutu hugsanir um lættisoppalív sítt og nær "hann er keddur"? Álvara tos, er nakar á hesum klettum upptikin av tí, uttan hesin persónur sjálvurrstu síðu um fullkomiliga óáhugaverdan persón, hansara fjákutu hugsanir um lættisoppalív sítt og nær "hann er keddur"? Álvara tos, er nakar á hesum klettum upptikin av tí, uttan hesin persónur sjálvur??!!ungdómin og børnini at lesa beinleiðis skeivt føroyskt?? Hvussu hundan skulu tey læra at skriva og málbera seg á góðum føroyskum? Allir miðlar skuldu havt rættlesara! Tað skuldi verið eitt krav, at journalistar løgdu DENT á, at málbera seg væl OG skriva rætt!r fyri ungdómin og børnini at lesa beinleiðis skeivt føroyskt?? Hvussu hundan skulu tey læra at skriva og málbera seg á góðum føroyskum? Allir miðlar skuldu havt rættlesara! Tað skuldi verið eitt krav, at journalistar løgdu DENT á, at málbera seg væl OG skriva rætt