5000 føroyingar lata seg onkursvegna ávirka av vetrinum. Fleiri gerast sera tung í huga, meðan onnur ikki hava eins nógva orku og um summarið. Tað eru sera mong, sum ikki eru tilvitað um, hvussu veturin ávirkar tey, og tað er bæði býtt og harmiligt, tí viðgerðin er so sára einføld.
Diana í Puntabyrgi hevði ikki nakran mistanka um, at hon leið av vetrartunglyndi. Tað var av tilvild, at hon varnaðist tað.
Tað byrjaði við, at dóttur Dianu, Ann, hevði tað sálarliga ringt. Henni var viðmælt at fara til ljósviðgerð, og Diana fór við henni út á sjúkrahúsið til viðgerðar. Hon sat saman við dóttrini við hesa lampuna í tveir tímar hvørjaferð.
– Tá ein tíð var fráliðin merkti eg, at tað eisini hjálpti mær. Tað líkasum lætnaði hjá mær.
Tungt at fáa nakað frá
Diana greiðir frá, at hon aldri hevði skoytt tí ein tanka, at hon kundi líða av vetrartunglyndi.
– Eg helt veturin vera tungan, men eg helt, at tað átti at vera so, og at øll høvdu tað á sama hátt.
Diana greiðir frá, at tá heystið kom, tað myrknaði og gjørdist kaldari, so kendist alt tyngri og tyngri.
– Mær dámdi best at liggja undir dýnuni. Eg orkaði ikki at koma upp um morgnarnar, og eg orkaði ikki at gera nakað. Bara tað, at koma upp úr seingini og lata meg í, var ein fyritøka. Men eg beit tennirnar saman, tí eg noyddist jú til arbeiðis.
Hon heldur, at tað ikki er av tilvild, at tað verður kallað tunglyndi. Tí alt kendist tungt.
– Eg orkaði ikki upp, og eg fór tíðliga í song. Men allíkavæl kendi eg meg aldri úthvílda, sigur Diana.
Hevur verið tabuevnið
Tá hon merkti, hvussu stóran mun tað gjørdi at vera við Ann til ljósviðgerð, fór hon sjálv at leita sær viðgerð. Men tað var ikki nakað, hon tosaði hart um.
– Eg tordi ikki at siga fyri fólki, at eg var til viðgerð fyri vetrartunglyndi. Tað eru jú ein sálarligur trupulleiki, og tað tosaði man ikki um tá. Og tað, at tað skuldi vera so loyniligt, gjørdi tað enn verri. Maðurin visti um mínar trupulleikar, men eg kundi ikki droymt um at tosað við onnur um tað.
Nú vil Diana fegin greiða frá síni støðu, tí hon veit, at tað eru nógv, sum líða av vetrartunglyndi uttan at vita av tí. Og viðgerðin er so einføld.
– Summi eru kanska bangin fyri at skula viðganga, at tey hava vetrartunglyndi. Men tað er einki at ræðast. Tað er so einfalt at leita sær hjálp, og hesar lampurnar fáast í hondkeypi fleiri staðni.
Diana vísir á, at tað í stóran mun gongur út yvir tey avvarðandi, tá fólk líða av tunglyndi. Tey gerast í ringum lag, og orka ikki at gera húsligt arbeiði ella at fyrihalda seg til medmenniskjuni.
– Hevur tú børn, so kanst tú ikki leggja teg í songina og siga, at tú ikki orkar. Tað ber ikki til. Summi stríða seg ígjøgnum dagarnar, men fáa tey ljósviðgerð, hjálpir tað.
Sang mitt á vetri
Nú hevur Diana fingið sær eina lampu, sum hon hevur standandi í køkinum alla vetrarhálvuna.
– Eg tendri hana, tá eg fái mær morgunmat, og tá eg annars siti við borðið. Viðgerðartíðin er tveir tímar einar tíggju ferðir í eitt tíðarskeið. Tá eg havi nýtt lampuna í eina tíð, merki eg, at tað lætnar so líðandi. Tað er ikki so, at eg kann seta meg eina løtu og fáa eitt »kick«. Tað skulu nakrar viðgerðir til, og síðani hjálpir tað. Men eg merki týðiliga, at tað lætnar.
Diana greiðir frá, at ein vetur, tá tað var serliga tungt, fór hon út á sjúkrahúsið til viðgerðar.
– Eftir, at eg hevði fingið tríggjar viðgerðir, fangaði eg meg sjálva í, at eg sang, tá eg kom til hús. So tað hjálpir rættiliga skjótt.
Diana heldur, at um fólk bara hava ein lítlan illgruna um, at tey hava vetrartunglyndi, ella um tey kenna veturin tungan, so eiga tey at leita sær hjálp.
– Hetta er eitt evnið, sum alt ov lítið verður tosað um. Tað eru heilt víst nógv fólk, ið kundu havt tað munandi betri, um bert tey vistu um hesa einføldu ljósviðgerðina, sigur Diana.










