Ítróttahøllir
Áskoðarar, sum hava hugt at hondbólti í Havn í vetur, hava helst lagt til merkis ein heldur keðiligan trupulleika við Ítróttahøllini á Hálsi. Javnan verða boð send eftir teimum, sum hava ábyrgdina av góldinum, tí tað lekur úr loftinum uppi yvir málteigunum.
Takið var betri ógjørt
Birgir Sondum, sum er annar av hallarvørðunum, ásannar eisini, at høllin treingir til eina andlitslyfting.
- Høllin er hóast alt 30 ára gomul, og í roynd og veru er hon ongantíð dagførd. Teir hentleikar, sum krevjast av eini ítróttahøll hava vit als ikki. T.d. er nú ein ítróttabreyt í fólkaskúlanum, og skulu vit hýsa hesi, eiga vit at hava mini-mál, kurvar til kurvabólt, net at byta høllina sundur o.s.fr.
- Tað einasta, sum er gjørt við høllina hesi árini, er, at so hvørt okkurt er farið, er hetta umvælt, men heldur ikki meira.
- Fyri einum tveimum árum síðani skiftu vit klædninginin á síðuni, sum vendir móti Tórsvølli og helvtina av síðursíðuni. Tá komu vit eftir, at arbeiðið við at umvæla takið, sum varð gjørt, als ikki er í lagi. Satt at siga, so var arbeiðið betri ógjørt.
- Serliga tá stormur er av vesturi, er støðan ring, og tá lekur illa við bæði málini.
- Tað, sum vit hava gjørt, er at vit hava roynt at tett teir lekarnar, sum eru, og túsundtals krónur eru í hesum sambandi nýttar til Sikaflex, men í roynd í veru er bert ein útvegur.
Neyðugt við minst 4 mió.kr.
Tað, sum Birgir sipar til í hesum føri, er sjálvandi, at takið á høllini eigur at verða skift.
Hann greiðir frá, at fyri at eftirkanna, hvussu standurin á høllini var, gjørdu teir tá eina verkætlan, sum hevði til endamál at gera eina allýsing av støðuni hjá høllini, so yvirlit kundi fáast yvir, hvat arbeiði er neyðugt, til tess at nútímansgera høllina.
- Hesa verkætlan fíggjaði høllin sjálv, og vóru vit eitt nú á kunningarferð í Danmark, har vit hugdu at bæði yngri og eldri hallum.
- At enda settu vit eina kostnaðarmeting upp, og sýndi hendan, at tann upphæddin, sum talan er um, er einar 4 mió.kr. Tá meta vit okkum eisini hava eina høll, sum livir upp til tey krøv, sum í dag verða sett eini slíkari, sigur Birgir.
Av kanningini, sum tá varð gjørd, framgongur eisini, at nakað eigur at henda við høllini skjótt. Millum annað verður sagt, at verður hetta ikki gjørt innan trý til fimm ár, er vandi fyri, at hetta kann gerast ógvuliga kostnaðarmikið. Minnast skal í hesum sambandi til, at tað nú eru tvey ár síðani, at kanningin varð gjørd, og tað nú fer at líkjast eini bráðneyðugari loysn.
Eingin varandi loysn
Hjá hallarvørðunum er støðan tó tann, at síðani hesa verkætlan er so at siga einki hent. Býráðið setti sjálvt eina líknandi kanning í verk. Niðurstøðan var hin sama, tó at kostnaðurin tá var nakað hægri, men tað tykist ikki vera ivamál um, at høllin treingir til eina høvuðsumvæling.
- Ynski frá okkara síðu fyri tveimum árum síðani var nóg so greitt. Sum er, so fáa vit eina árliga upphædd til raksturin av høllini. Hendan nøktar so tann tørvin, men talan er ikki um pening til nakrar íløgur ella nýgerðan av høllini.
- Ein upphædd upp á 5 mió.kr. ella meira ljóðar kanska av nógvum, men hetta nýtist heldur ikki at verða goldið í einum.
? T.d. kundi arbeiði verið gjørt yvir fleiri ár, soleiðis at vit um kanska 10 ár høvdu eina góða ítróttahøll.
- Tá hevði talan verið um eitt miðvíst arbeiði, sum kundi verið gjørt. Í dag er talan bert um fyribilsloysnir, og í longdini er hetta eisini frustrerandi hjá okkum, sum arbeiða her.
Eigur at vera ein stoltleiki
At enda sigur Birgir, at hann annars er sera harmur um, at málið nú tykist vera parkerað á Býráðnum.
- Høllin er eftir mínum tykki ein somikið stórur partur av Havnini, at ein góð og vøkur høll vildi verið ein stoltleiki fyri Havnina.
- Talið av vitjandi liggur helst um tey túsund um dagin, og tí meti eg ikki, at politikkararnir kunnu loyva sær at gloyma hetta mál.