manni minni skuldi tað helst verið torført hjá HB at spæla seg til málmøguleikar, men verjan hjá B36 var í gávuhýri henda dagin, og tá ið átta minuttir eru eftir at leika, er tað nær við, at HB fær javnað. [...] minuttirnar høvdu teir nógv tað mesta spælið og vandamiklastu møguleikarnar. Ein av orsøkunum til hetta var eisini tað, at B36 verjan hevði vælkomst. Einki hekk saman í verjuni hjá B36, og vóru HB-áleypararnir [...] ferðast aftur og fram millum vinir og fíggindar, og einaferð er hann um at fara um málstrikuna, men verjuleikari hjá HB fær tó sparkað bóltin, men rakar beint í innskifta Jørgen Meitilberg hjá B36 og støkkur
sigur RSF, at teir ikki hava heimild til at viðgerða kæruskrivi sum kæru, og teir vísa á, at góðkenning høvuðsdómarans í róðrinum er at meta sum endalig. Tað er eisini torført at hugsa sær, at ólavsøkuróðurin [...] stavnhald. Tað er einki dulsmál, at beint tá ið 8-mannaførini skuldu fara at rógva, køvdi hann av í mjørka, og sýnið bleiv av tí allarringasta. Teir halda, at umstøðurnar vóru ikki til at rógva, og tískil [...] sigur, at hann er samdur við manningini á Húsavíkingi í tí, at róðurin ikki fór rætt fram, og at umstøðurnar vóru ikki til at rógva í ta løtuna. Hann leggur tó aftrat, at hann metir ikki, at man kann
føroyameistarar fýra ár á rað. Tað var nógvur vindur í Gøtu sunnudagin, og í løtum ávirkaði tað eisini spælið, men ikki so nógv, at tað fekk nakra ávirkan á sjálvt úrslitið, og stórsigurin hjá GÍ var alt annað [...] tilvildarligur. Sámal og hinir Sámal Joensen var væl upplagdur, og hann fekk eisini trý av málunum hjá heimaliðnum og legði upp til eitt afturat. GÍ og Sámal fingu hol á, tá eitt gott korter var farið av [...] á vøllin, men tað spurdist ikki tað stóra burturúr. Tað bleiv mest til atsóknir langt útifrá, har av nakrar vóru í so bjartskygdar og kundu havt aðrar, betri loysnir. Enn ein gáva Tá tað vóru fáir minuttir
fyrireika og veit hvat tað vil. Vakt áhuga - Vit hava vakt áhuga, júst sum vónandi var, og onnur feløg hava vóist áhuga. Okkara fyrsta mál er at finna samstarvsfelagar og innleiðandi samráðingar hava longu [...] Petroleum. Hann viðgongur, at felagið er lítið, í mun til útlendsk oljufeløg, men sigur felagið vera tað einasta rættuliga oljufelagið í Føroyum. Hann heldur tað eisini vera ein fyrimun, at Atlantic Petroleum [...] í føroyska vinnulívinum og í Føroyum yvirhøvur. Uppbyggja førleika - Eitt aðalmál er at uppbyggja førleika, sigur Wilhelm Petersen. - Skipast skal soleiðis fyri, at fólk verða sett í starv, ið sostatt
løtuni. Tað er sera smátt við fólki, men vágbingar hava megnað at bjarga sær somikið nógv stig, at teir skulu vera sera óhepnir, um niðurflyting verður samrøðuevni í Vági. Men tað er ein sannroynd, at VB ikki [...] spæliloyvið hjá honum til Póllands og ikki til Vágs. Hetta funnu vágbingar ikki útav fyrr enn fríggjadagin, tá teir fóru at ótolnast. Og oman á alt vísti tað seg, at póllendingar kravdu VB eftir ikki sørt [...] 2-0 sigur á Sumba og tríggir javnleikir móti ávikavist HB, B36 og nú eisini TB. TB-liðið tykist vera betur fyri enn tað var í fyrru helvt, og tað er eisini tiltrongt, um luttøkan í 1. deild komandi ár skal
hevur fyrst og fremst verið, at tað hava verið ov fáir royndir spælarar á liðnum. Nú í seinnu helvt eru menn sum Valbjørn Ole-Jacobsen og Petur Ritter komnir við á liðið, og tað styrkir at hava slíkar [...] fjør, hevur ikki havt tað lætt í síni nýggju tilveru sum 2. deildarlið. Tað hevur ikki verið nakar serligur trupulleiki at skjóta mál, men tað hevur kortini gingið sera striltið við at vinna. Ikki fyrr enn [...] vundu burtur úr Royn. Og leygardagin helt góða gongdin fram, tá FS Vágar vann 3-0 á NSÍ í Runavík. Hesin sigurin hevði við sær, at FS Vágar ikki longur er niðast í 2. deild, og nú kann tað bert ganga ein veg
Niels Juel nærkaðist Hera, og í 5. umfari legði hann seg frammum og tók triðja plássið frá Hera við einum kasti, sum var 34,02 m. Heri svaraði aftur beinanvegin og kastaði 35,98. Tað hendu ongar broytingar [...] hevði hug at ota seg nærri Jensiu, sum ikki fekk økt um longdina eftir fyrsta kast, og í síðsta kasti náddi Randi út á 23,70, sum bleiv hennara besta kast. Hetta var fyrsta kapping hjá Jensiu og má úrslitið [...] Meitilberg seg 10 metrar frammum allar hinar í fyrsta kasti og tað var ongantíð ivi um hvør fór at vinna kappingina. Harafturímóti var stórur spenningur um hinar plaseringarnar. Jón Egholm, sum ikki hevur roynt
m. Og tað er júst tað løgmaður leggur upp til í røðu síni. Møguliga er tað rætt av landsstýrinum at samráðast við andstøðuflokkarnar, áðrenn málið verður lagt fyri tingið. Men tað er ikki vist, at so er [...] ríkisrættarligu støðuni, fer hann uppí arbeiðið í tinginum við tí í hyggju at vera við til eina loysn, og ikki við teirri ætlan at skapa rumbul um málið fyri at oyðileggja tað, tá fólkaatkvøðan verður [...] um: fyrireiking, kunning og demokratiska viðgerð. Tað er tí ein sjálvfylgja, at fyrsti parturin av arbeiðinum liggur hjá landsstýrinum. Síðani er tað Løgtingið, sum skal arbeiða og so aftur landsstýrið, sum
seinastu árini, og tað verða hesi reiðaríini, sum fara at merkja kappingina harðast. ? Stóri ferðafólkaflutningurin til og úr Føroyum er um summarið, men vit halda at tað skal roynast at sigla í vetrarhálvuni [...] Føroyar og Danmark. Hann sigur m. a. at Norrøna er eitt gott skip, sum kann veita eina skjóta og góða flutningstænastu til og úr Føroyum. Hesa tænastu hava Skipafelagið og Eimskip verði einsamøll um at røkja [...] Óli Hammer. ? Tað eru ferðafólkini, sum seta krøvini, og verða nógv ferðafólk, so verða starvsfólkini eisini fleiri. Nú Norrøna fer at sigla alt árið, verður sjálvandi eisini møguleiki at fáa sertilboð
Eitt tað besta agnið var goggan, og av henni er væl til í Føroyum, og er tað alla æru vert, at menn fáa sær hetta frálíka agn. Fyrr var tað vanligt at seta goggulínu, og var hon ikki til ampa fyri nakran [...] partar kundu fingið sum mest burturúr. Tað átti at verið ein uppgáva hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni at gjørt reglur fyri hvussu fram skuldi verið farið og ansað eftir at reglurnar vórðu hildnar. Um hetta [...] verður gjørt, er stórur vandi fyri, at bæði teir, sum fiska goggur og teir, sum fiska annan fiska verða fyri stórum missi og tapi. Eg vóni - og fleiri við mær - at nakað verðu gjørt við henda átroðkandi