byrjanini, um miðjan og í endanum av oktober. Fyrstu skeiðsdagarnir í nýggju røðini verða mánadagin og týsdagin 3. og 4. oktober. Skeiðsrøðin vendir sær til matvøruframleiðandi virki á sjógvi og landi, sum longu [...] leiklut í innaneftirlitsarbeiðnum og í framleiðsluni á virkinum. Endamálið við skeiðnum er at flyta og betra hugburðin hjá luttakarunum og at økja um vitanina um matvørutrygd og innaneftirlit. Frálæruhátturin [...] væl burturúr, og at evnini skulu vera viðkomandi. Skeiðið er skipað við fyrilestrum, sum fólk frá vinnuni og tí almenna halda, og við kjaki og bólkaarbeiði. Luttakararnir fáa ikki nógv tilfar at lesa,
Fleyr vann3-2, og seinna ferðin var fyrr í ár, tá Dráttur vann 3-2. Tilsamans hevur Dráttur verið føroyameistari tríggjar ferðir: 2001, 2006 og 2017. Fleyr hevur vunnið føroyameistaraheitið 10 ferðir: 1989 [...] fyri 11 døgum síðan, tá Fleyr vann 3-1 á Giljanesi, og so er spurningurin, um Fleyr hesa ferð megnar at endurtaka bragdið í sjálvari FM-finaluni. Dráttur og Fleyr hava eina ferð fyrr spælt ímóti hvørjum øðrum [...] Dráttur tann seinna 3-0, og tí var neyðugt við gullsetti upp í 15 fyri at finna vinnaran. Tað gjørdist Fleyr, sum vann 16-14. Aftrat tí hava liðini møtst í steypafinaluni tvær ferðir, og í báðum førum gjørdist
Drátt, og eitt skifti var støðan 23-21, og onkrar langar duellir vóru. Men Dráttur vann, og seinasti bóltur var eitt servi-ess, og úrslitið á fyrsta settinum gjørdist 25-22. 23-23 í øðrum setti, og so varð [...] kókaði. SÍ ger servufeil við 23-23 og Fleyr kemur á odda! Men gera so sjálvi servifeil, og so tók Dráttur av møguleikanum, og vann seg inn í endaspurtin, og vann settið 27-25 og harvið eina oddastøðu á 2-0 í [...] buldraði Fleyr avstað, og kom á odda 8-4 og 13-6, 20-13 og vann settið heili 25-14 – nú varð vent í holuni, og spenningurin øktist móti 4. setti – enn hevði havnaliðið vónirnar. Og fjórða settið leikaði
hon er ein tulking av lógum og reglum, sum eru bindandi – Ung undir 17 ár mugu ikki arbeiða meir enn 10 tímar um dagin, og tey skulu helst ikki arbeiða ímillum á midnátt og klokkan seks um morgunin, sigur [...] arbeiðstíðin skipast soleiðis, at hon hóskar til aldur, førleika og menning hjá tí unga, og tað er fyri, at arbeiðið kann útinnast trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt. Vegleiðingin frá Arbeiðseftirlitinum [...] Ungfólk, sum arbeiða, skulu hava møguleikan at hvíla seg minst 12 – 14 tímar um dagin, og tann hvíldin skal vera í einum. Tað sigur Arbeiðseftirlitið í eini nýggjari vegleiðing um, hvussu leingi tað er
í januar og tá hendi tað, sum henda kann í okkara skipan, at triðstørsti flokkurin fekk flest umboð á ting. Hetta elvdi til kjak og fleiri politikarar søgdu seg vilja broyta valskipanina, og í vikuni var [...] tað er rætt at brúka heitini formaður og næstformaður, tí har sleppa einans menn framat. Úrslitið av valinum 2004 var, at færri enn 10% av tingmanningini eru kvinnur og at størsta atkvøðutalið ikki neyðturviliga [...] síðani valskipanin bleiv gjørd. Serliga er undirstøðukervið nógv betri og við Vágatunnlinum og komandi tunlum til Norðoyggjar og møguliga Sandoynna, gerst meginøki sera stórt. Harafturat gera kommusamanleggingar
handilsvørur, torv og annað slíkt við. Hon sigst at hava kostað 4800 kr. umframt 500 kr. í frakt«. Hesir ungu havnamenn, ávikavist 32 og 30 ára gamlir, vóru teir tiltiknu Johannis Olsen og Júst Sivertsen. [...] hvor den indlogeredes for Natten. Bilen ejes af Montør Johs. Olsen og Vognmand Just Sivertsen og er indkøbt gennem Dhrr. Wenzel Petersen og Vilhelm Nilsen her i byen, der har overtaget Agenturen for Henry [...] i Mandags foretagne Prøveture forløb til fuld Tilfredshed, og overværedes som man nok kan tænke sig af et stort og Interesseret Publikum«. Og aftur 13. mai »?Automobilen var hele Dagen i Gaar i Travl
vitjaðu nevnd og umsiting herfyri ítróttarfeløgini í Sandoynni, har 10 fólk møttu á fundi. Bara tvey feløg eru í Sandoynni, B71 og Sands Skjótifelag. B71 umboðar fótbólt, hondbólt og flogbólt, og Sands Skjótifelag [...] líkindini fyri arbeiði og útbúgving eru størri, og av tí sama verða ítróttarligu avbjóðingarnar alsamt meira torførar. – Men umboðini fyri feløgini í Sandoynni hava gott mót, og við nýggju ítróttarhøllini [...] Talan var um eitt evniskvøld, har ÍSF-umboðini greiddu frá, hvussu sambandið er skipað, og hvørji rættindi og hvørjar skyldur, feløg hava mótvegis ÍSF. Á fundinum var annars komið inn á ymisk evni, so
bæði í Føroyum og í Danmark, og tað eydnaðist at basa sjúkuni. 1996 giftust hann og Guðrun. 1999 kom fyrsta barnið, Borgar, og trý ár seinni í 2002 kom Eigil. Guðrun starvaðist sum flogterna og hevði gjørt [...] familjan hjá Guðrun og nøkur starvsfólk hjá Atlantic til Noregs. Tey lendu í Haugesund og koyrdu til Stord. Tey sóu illa farna flogfarið og stongdu hurðina, ið var munurin millum lív og deyða umborð á Flight [...] saknaðu. Hóast boðini er Oddmar enn róligur og bíðar í tolni. Ein vinmaður kemur framvið, og synirnir sova enn. Seinni kemur eitt umboð fyri Atlantic Airways og ein politistur á gátt. Teir eru komnir við
Síðsta kappingarár lógu júst StÍF og KÍF og kappaðust um bronsuheiðursmerkjuni í bestu mansdeildini í hondbólti. Í síðsta umfari møttust liðini í høllini á Skála, og undan tí dystinum var greitt, at vinnandi [...] nevniliga StÍF, sum bleiv við at halda dampinum uppi. Teir øktu og øktu um leiðsluna, og tá fyrra hálvleikur kom at enda vísti talvan 18-7, og dysturin var longu nú avgjørdur. StÍF bukaði gestirnar Sjálvt [...] hálvleiki koyrdu teir á júst sum fyri steðgin, og enn einaferð høvdu kollfirðingar stórar trupulleikar við skjótu mótálopunum, góðu verjuni og málmanninum og væl skipaða álopsspælinum hjá heimaliðnum. Hetta
Research tekur umleið 2.700 tons av svartkjafti, er 14,5 m breiður og 78,5 langur. Maskinan er 10.500 hestakreftir. Skipið kemur inn fyri Næraberg og er fíggjað í Eik Banka. – Síðani P/F Næraberg varð stovnað [...] stór krøv til pelagisku vinnuna, og hevur felagið við keypinum av Borgaranum brynjað seg út til henda vøkstur, tí onkur skal fiska henda fiskin til frama fyri manningar og reiðari. Borgarin verður á Klaksvík [...] hesi arbeiðspláss upp á land, tí mett verður, at hetta er meira lønsamt við núverandi kvotuútlitum og fiskiskapi, skrivar P/F Næraberg í tíðindaskrivi. – Vit hava seinasta árið ført fram, at tað neyvan