ÍSF er nú farið undir eitt átak, sum snýr seg um, at starvsnevndin saman við umsitingini hevur sett sær fyri at røkka út til øll feløg í landinum. Í tí sambandi vitjaðu nevnd og umsiting herfyri ítróttarfeløgini í Sandoynni, har 10 fólk møttu á fundi.
Bara tvey feløg eru í Sandoynni, B71 og Sands Skjótifelag. B71 umboðar fótbólt, hondbólt og flogbólt, og Sands Skjótifelag umboðar, sum navnið eisini sigur, skjóting. Á fundinum, sum var í nýggju ítróttarhøllini á Sandi, vóru allar ítróttargreinirnar umboðaðar.
Talan var um eitt evniskvøld, har ÍSF-umboðini greiddu frá, hvussu sambandið er skipað, og hvørji rættindi og hvørjar skyldur, feløg hava mótvegis ÍSF.
Á fundinum var annars komið inn á ymisk evni, so sum doping, tryggingarviðurskifti, etisku leiðreglurnar, leikmeti, skeiðsvirksemi, skattaviðurskifti, rúsdrekka- og rúsevnispolitikk, skrásetingarskipanina, strandferðslukort og onnur viðkomandi evni.
Við gott mót
ÍSF ásannar, at ítróttarfeløgini í Sandoynni hava stórar avbjóðingar, tí torført er at halda fast við ungdómin, sum gjarna søkir sær avbjóðingar inni á meginøkinum, har líkindini fyri arbeiði og útbúgving eru størri, og av tí sama verða ítróttarligu avbjóðingarnar alsamt meira torførar.
– Men umboðini fyri feløgini í Sandoynni hava gott mót, og við nýggju ítróttarhøllini, sum varð tikin í nýtslu í november mánaði, sær eitt sindur bjartari út, skrivar ÍSF frá fundinum á heimasíðu síni.
Millum annað verður nevnt, at feløgini í Sandoynni merkja tað sama sum onnur ítróttarfeløg kring landið, at tað til tíðir fíggjarliga er tungt at reka eitt ítróttafelag.
– Men hóast tøkini eru tung og tað fíggarliga er sera torført at fáa alt at hanga saman, so vóru umboðini fyri ítróttarfeløgini í Sandoynni við gott mót, sigur ÍSF, ið fegnaðist um góðu uppmøtingina og góða orðaskiftið, sum var, har umboðini frá ÍSF fingu gott innlit í tær avbjóðingarnar, feløgini í Sandoynni hava.










