Fiskivinnuskúlin bjóðar nýtt skeið um matvørutrygd

Skeiðsrøðin um innaneftirlit og matvørutrygd, sum Fiskivinnuskúlin skipaði fyri í vár, fekk so gott skoðsmál frá luttakarunum, at skeiðið verður endurtikið til heystar

MATVØRUTRYGD

Onkur segði seg frammanundan hava borið ótta fyri, at skeiðið bara var ein turr gjøgnumgongd av lógum og reglum í sambandi við innaneftirlit, men hetta var ikki so. Undirvísingin var á ein-um slíkum støði, at øll kundu luttaka. Tí er ætlanin at halda fram eftir sama leisti.
Nýggja skeiðið verður skipað í tríggjar eindir á 2 dagar, sum eru í byrjanini, um miðjan og í endanum av oktober. Fyrstu skeiðsdagarnir í nýggju røðini verða mánadagin og týsdagin 3. og 4. oktober.
Skeiðsrøðin vendir sær til matvøruframleiðandi virki á sjógvi og landi, sum longu hava eitt innaneftirlit, og tey virkini, sum framleiða til heimamarknaðin, og sum hava fingið boð um at skipa eitt innaneftirlit. Málbólkurin er stjórar, góðskuleiðarar, formenn og starvsfólk, sum hava ein virknan leiklut í innaneftirlitsarbeiðnum og í framleiðsluni á virkinum.
Endamálið við skeiðnum er at flyta og betra hugburðin hjá luttakarunum og at økja um vitanina um matvørutrygd og innaneftirlit. Frálæruhátturin verður dynamiskur og aktiverandi. Evnini á skeiðnum verða viðgjørd úr ymsum sjónarhornum.
Málið við skeiðnum er, at luttakararnir skulu uppliva eitt áhugavert og spennandi skeið, at teir skulu fáa væl burturúr, og at evnini skulu vera viðkomandi. Skeiðið er skipað við fyrilestrum, sum fólk frá vinnuni og tí almenna halda, og við kjaki og bólkaarbeiði. Luttakararnir fáa ikki nógv tilfar at lesa, men avrit av framløgum, og teir læra eisini, hvussu teir kunnu halda sína vitan viðlíka.
Kostnaðurin fyri skeiðsrøðina er 10.500 kr. við mati, skeiðstilfari og fyri uppfylging á arbeiðsplássinum. Tá skeiðið er liðugt, bjóða fyrireikararnir sær til at koma út á arbeiðsplássini (2 tímar) at ráðgeva um ítøkiligar spurningar í sambandi við innaneftirlit og matvørutrygd.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Fiskivinnuskúlanum: www.fiskvest.fo