StÍF – KÍF 35-20 (18-7)
Síðsta kappingarár lógu júst StÍF og KÍF og kappaðust um bronsuheiðursmerkjuni í bestu mansdeildini í hondbólti. Í síðsta umfari møttust liðini í høllini á Skála, og undan tí dystinum var greitt, at vinnandi liðið reyk avstað við triðja plássinum.
Ta ferðina megnaði KÍF at vinna dystin, og harvið endaðu teir á heiðursmerkjaplássi fyri fyrstu ferð í nógv nógv ár. Um tað var hetta, sum sat í bakhøvdinum á strandingum undan hesum dystinum, skal sjálvandi vera ósagt, men eftir dystin inni á Skála um vikuskiftið kann bert staðfestast, at StÍF ikki gav KÍF nakran sum helst møguleika í dystinum. Teir settu seg á dystin alt fyri eitt, og sæð yvir allan dystin var StÍF betri á øllum økjum enn gestirnir úr Kollafirði.
StÍF fekk flúgvandi byrjan
Undan dystinum millum StÍF og KÍF sunnudagin var greitt, at bæði liðini høvdu brúk fyri einum sigri. StÍF lá á triðja plássi við tveimum stigum, men í síðstu umfari høvdu teir tapt fyri H71, og tí skuldu teir royna at reisa seg eftir tað tapið.
Hjá kollfirðingum var málið eisini greitt undan dystinum. Teir lógu á aftasta plássi saman við Kyndli uttan nakað stig, og tí høvdu teir brúk fyri einum sigri fyri at koma í gongd í ár.
Men hetta skuldi ikki vera dagurin hjá gestunum úr Kollafirði. Strandingar settu seg nevniliga á dystin alt fyri eitt. Við eini offensivari og sera ágangandi verju góvu teir KÍF stórar trupulleikar í teirra álopsparti, samstundis sum bæði mótálopini og sjálvt álopsspælið hjá heimaliðnum riggaðu sera væl henda dagin.
Hetta gjørdi eisini, at strandingar um miðjan fyrra hálvleik høvdu lagt seg á odda heili 8-3. Um tað nakar, sum væntaði, at kollfirðingar nú fóru at rakna við, so fóru hesi skeiv. Í staðin var tað nevniliga StÍF, sum bleiv við at halda dampinum uppi. Teir øktu og øktu um leiðsluna, og tá fyrra hálvleikur kom at enda vísti talvan 18-7, og dysturin var longu nú avgjørdur.
StÍF bukaði gestirnar
Sjálvt um KÍF sá heldur meir vakið út eftir steðgin, so var tað tó heimaliðið, sum bleiv við at vera stýrandi liðið á vøllinum. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki koyrdu teir á júst sum fyri steðgin, og enn einaferð høvdu kollfirðingar stórar trupulleikar við skjótu mótálopunum, góðu verjuni og málmanninum og væl skipaða álopsspælinum hjá heimaliðnum.
Hetta gjørdi eisini, at StÍF økti enn meir um leiðsluna fyrstu løtuna. Teir skoraðu og skoraðu og eitt skifti var líkt til, at munurin kundi blíva meir enn 20 mál, um KÍF ikki fekk skil á sítt spæl. Tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, vísti talvan í høllini nevniliga 30-14 til heimaliðið.
Men síðstu løtuna av dystinum tóktist tað tó, sum kollfirðingar vildu vísa sínum áskoðarum, at hetta ikki var gott nokk. Nú byrjaðu teir nevniliga at spæla hondbólt. Teir fingu heldur betri skil á verjuspælið, samstundis sum álopsspælið fór at koyra skjótari. Tað hoyrir sjálvandi eisini við til søguni, at strandingar togaðu nakað væl í bremsuna síðstu 10 minuttirnar, og hesa løtuna megnaði KÍF at minka nakað um munin, soleiðis at tað vóru 15 mál á muni, tá floytan í høllin bríkslaði fyri seinastu ferð.
Eftir dystin kann bert staðfestast, at StÍF rættiliga bukaði gestirnar úr kollafirði av, og við sigrinum hava teir nú lagt seg undir liðuna á H71 á øðrum plássi. Hinvegin sær einki út hjá kollfirðingum. Teir standa enn uttan stig í bestu mansdeildini, og um innsatsurin ikki verður betri enn tann inni á Skála, so kunnu teir vænta at tapa fleiri dystin komandi vikurnar.
Fakta
StÍF – KIF 35-20 (18-7)
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen 10, Danny Syhler 7, David Edvardsen 7 (1), Bent Djurhuus 6, Bárður Danielsen 4, Andre Danielsen 1
KÍF: Dejan Jankovic 5, Rógvi Weyhe 5, Damir Oros 3, Niklas Reginsson 2, Teitur Joensen 2 (1), Mirko Milenkovic 1, Jákup Trygvason 1, Ási Dam 1
Brotskøst: StÍF 2, KÍF 3
Útvísingar: StÍF, KÍF 6
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr