Silkeborg, og stóru spælararnir í dystinum vóru enn einaferð teir báðir álopsmenninir hjá Silkeborg, Peter Lassen og Henrik Petersen, sum liggja ovast á toppskjúttaralistanum. Báðir hava skotið 9 mál, og teir [...] báðir hvør sítt mál, og serliga málið hjá Henrik Petersen var gott. Hann vendi sær á miðjum vøll og dró 40 metrar, áðrenn hann sendi bóltin í málið hjá Esbjerg. Vejle, Esbjerg og AGF hava øll 11 stig, [...] superliguni, og eftir seinasta dystin í 14. umfari, sum varð spældur mánakvøldið, eru teir úr Århus júst røttu megin niðurflytingarstrikuna. AGF spældi sunnudagin javnt móti Viborg á útivølli, og tað var gott
rættiliga hált, og sum framvegis er sera hált, er Selatraðarvegurin - úr vegnum heimanfyri Raktanga og norðureftir. Hetta vegastrekkið er framvegis stongt eftir eitt óhapp á vegnum, og vegurin er framvegis [...] aftrat, at bilurin fór út av og bóltaði runt. Bilførarin slapp sjálvur úr bilinum og endaði á Landssjúkrahúsinum til kanningar. - Bilførarin fekk bert smávegis snuddir, og eitt nú hevð hann fingið ilt [...] rættiliga hált nógvastaðni kring landið, og her hevur verið svarthálka, tá samanrenningar hava verið í veðrinum sum gera, at vit fáa svarthálku. Soleiðis var eisini í gjár, og nøkur ferðsluóhapp hava verið í hesum
Í góðveðrinum um 10.30-tíðina í gjár fór løgreglan saman við Vørn undir eitt átak á Tangafirði og í Nólsoyarfirði. Farið varð við løgreglubátinum Óðin, og endamálið var eitt nú at at kanna, um alt var [...] sær nakrar fiskar, og her vóru bátar, sum vóru farnir at skjóta lomviga. Soleiðis plagar tað at vera á hesum leiðum ein góðan leygarmorgun í november, tí her kann bæði fáast fiskur og fuglur. Vaktleiðarin [...] í morgun, at seks bátar vórðu kannaðir undir hesum átaki, og hjá teimum fimm vóru øll viðurskifti í lagi. - Men, í tí eina bátinum, sum var og skeyt svartfugl, hevði maðurin eina byrsu, sum hevði pláss
færri enn rokna var við, og tí má sigast at arbeiðið hevur gingið væl. - Alt er málað, vit hava tikið betongveggir niður og skift gólv, sigur Herman Winther, virkisstjóri. Í dag, og restina av vikuni, hevur [...] telduspøl. Har kunnu spøl, og øll útgerð roynast. Tey sum leita eftir sjónvarpi, síggja prís og aðrar upplýsingar á sjónvarpsskíggjanum. Á sama 77 tumma skermi ber til at royna ljóð, og eitt nú síggja hvussu [...] handilin hópin av góðum tilboðum. Kundarnir hava verið spentir, og fleiri hava spurt seg fyri. - Vit hava ongantíð havt so bíligar prísir fyrr, og tilboðini eru í øllum vørubólkum, sama um tú manglar sjónvarp
Training), sum Sjónám er limur í. - Á skrá vóru fleiri áhugaverdar framløgur um trygd og trivna úr ymiskum sjónarhornum, og afturmeldingarnar frá luttakarum hava verið framúr góðar. Tað siga tey á Sjónnám í [...] umborð varð viðgjørd. Frásøgn/viðmerkingar vórðu orðaðar í ymisku arbeiðsbólkunum, og fyrireikararnir arbeiða nú við at savna og reinskriva hesar. - Vit staðfestu breiða semju um, at tørvur er á at raðfesta [...] trygdarstøðuna umborð í dag og um, hvussu hon kann betrast, verður væntandi klár innan tvær vikur. - Felags niðurstøðan verður send luttakarunum; hon verður eisini løgd á heimasíðuna og send miðlunum, sigur leiðarin
verjustøðu, og tað eydnaðist at halda álopssinnaðu heimamonnunum frá at skora. Heimaliðið hevði fimm hornaspørk, og Føroyar vunnu tvey hornaspørk. Heimaliðið hevði 19 royndir á og við síðuna av málinum, og Føroyar [...] fyri seg sjálvan og helt bóltinum. Føroyski málverjin var sannur brandur millum stólparnar og spældi við størum sjálvsáliti. Dómarin legði seks minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og síðstu løtuna var [...] hesi EM undankappingini og harvið hava fulla úrtøku. Fyrsti sigurin var á heimavølli ímóti Estlandi. Tá var úrslitið 2-1. Eftir 2-1 sigur í Íslandi vann føroyska liðið í kvøld 1-0 á útivølli í Luksemborg
skipar fyri og hetta er fimtanda árið á rað, at skipað verður fyri einum tiltaki sum hesum, sum er ein meiri frísklig byrjan upp á jólini. Tey hittast øll á Tórsbreyt klokkan 10 jólaaftansmorgun og har fara [...] ber eisini til at renna til Kirkjubøar og fáa fart heim aftur við bili. Hvirlan sigur, at eins og undanfarin ár, eru øll hjartaliga vælkomin við – eisini útisetar og annars tey, ið bara hava hug at renna [...] 2,5 kilometrar niðan til kirkjuna í Hoyvík, og oman aftur á Tórsbreyt. Ein onnur ruta er 7,5 kilometrar, har runnið verður fram við nøkrum kirkjum í býnum og triðja rutan er 11,5 kilometrat, har runnið
Føroyum. - Eg var í Føroyum í fjør summar, fyri fyrstu ferð í næstan 10 ár, og tað var sum eitt paradís. Eg var í brúdleyp og á stevnum og fekk práta við fólk á gøtuni. Tað var paradís á jørð, eg skuldi vera [...] Tað gevur nógv meiri meining at rógva, enn at renna eftir tónleikarum og súkkla við plakatum og hyggja at fullum fólkum, forsterkarum og so eru øll vekk, tá ruddast skal upp, sigur Edmund S. Jacobsen, sum [...] í bátinum. Edmund S. Jacobsen og aðrir føroyingar rógva nú árið runt. - Eg fann út av, at mín heimlongsul til fosturlandið kann eg liva út gjøgnum kappróðurin eins væl og tónleikafestivalar. Eg skipaði
ni, Visit Vágar, Havstovuni og Tjóðsavninum hevur orðað 10 tilmæli til, hvussu ferðavinnan í Mykinesi kann skipast á meiri burðardyggum grundarlagi, so vinna og náttúru- og djóravernd framyvir ganga meiri [...] vælkomin. Landsstýrismaðurin við umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, greiddi frá um lógararbeiði viðvíkjandi ferðavinnu og náttúruvernd. Jóhannis Danielsen og Janus Hansen, fuglafrøðingar, greiddu frá [...] bólkinum, og umboð frá Umhvørvisstovuni greiddi frá um tilgongdina í Mykinesi higartil viðvíkjandi ramsarøkinum. – Tað varð sagt nokk so týðiliga, at talan er um eitt tilmæli. Tað má nokk tosast meira og loysnir
viðgerð, og er hetta ein støðug øking frá 2006, tá einans 4 fólk í hesum aldursbólki vóru í viðgerð. Í 2006 vóru soleiðis 2% av teimum, sum komu í viðgerð, yngri enn 30 ár, í 2008 var talið 10% - og í fjør [...] áðrenn trupulleikin gerst ov stórur og veruliga fær fastatøkur á teimum. - Besta loysnin er kortini at gera meira við upplýsing og fyribyrging millum børn og ung, tí lættari er at fyribyrgja enn at hjálpa [...] rúsevnini, sum eitt nú hash, amfetamin, kokain og onnur narkotisk evni saman við rúsdrekka. Hetta ger, at viðgerðin aloftast er truplari at fáast við og tekur longri tíð. Blákrossheimið vil vera við, at