– Tað var kunnað um tilmælið á fundinum. Onkur tók orðið aftaná, eisini onkur av eigarunum, men tað var ikki so nógv kjak, sigur Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.
Ein bólkur við umboðum frá Sørvágs Kommunu, Visit Faroe Islands, Umhvørvisstovuni, Visit Vágar, Havstovuni og Tjóðsavninum hevur orðað 10 tilmæli til, hvussu ferðavinnan í Mykinesi kann skipast á meiri burðardyggum grundarlagi, so vinna og náttúru- og djóravernd framyvir ganga meiri hond í hond.
Á fundinum í gjárkvøldið vóru fleiri, ið kunnaðu nærri um tilmælið. Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, bjóðaði vælkomin. Landsstýrismaðurin við umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, greiddi frá um lógararbeiði viðvíkjandi ferðavinnu og náttúruvernd. Jóhannis Danielsen og Janus Hansen, fuglafrøðingar, greiddu frá um lundakanningar í Mykinesi. Jóhan Pauli Helgason frá Visit Faroe Islands greiddi frá um tilmælini hjá bólkinum, og umboð frá Umhvørvisstovuni greiddi frá um tilgongdina í Mykinesi higartil viðvíkjandi ramsarøkinum.
– Tað varð sagt nokk so týðiliga, at talan er um eitt tilmæli. Tað má nokk tosast meira og loysnir finnast saman við teimum, ið eiga jørðina, sigur Aimé Jacobsen.
– Sum heild haldi eg, at fólk síggja virði í, at Mykines er ein ramsaroyggj, og at fólk tí eisini vilja verja fuglalívið, sigur Aimé Jacobsen.
Ein borgarafundur var eisini í Mykinesi í seinastu viku, har í hon, Jóhan Pauli Helgason og ein fuglafrøðingur vóru við. 12 fólk vóru á fundinum, harav onkur uttanífrá.
– Tað var eisini ein jaligur fundur. Øll vilja oynni væl. Men tað er eisini týðandi at fáa skipað viðurskifti. Í summar fáa vit aftur eina nýggja skipan, og tað er fjórða skipanin hesi síðstu fýra árini, sigur Aimé Jacobsen.
Seta nú tiltøk í verk fyri at verja Mykines ímóti ferðafólki