Felagið hjá Óla Johannesen, AGF, stríðist í botninum í superliguni, og eftir seinasta dystin í 14. umfari, sum varð spældur mánakvøldið, eru teir úr Århus júst røttu megin niðurflytingarstrikuna.
AGF spældi sunnudagin javnt móti Viborg á útivølli, og tað var gott úrslit, sum gjørdi at AGF togaði seg fram um aftur Esbjerg. Óli Johannesen var ikki við á liðnum hjá AGF
Mánakvøldið spældu uppflytararnir úr Esbjerg sín dyst í 14. umfari, og tað gjørdu teir á útivølli í Silkeborg. Har var einki at heinta hjá fyrrverandi felagnum hjá Jan Allan Muller, tí heimaliðið skorað eitt mál í hvørjum hálvleiki, meðan teir hildu tætt í verjupartinum.
2-0 til Silkeborg, og stóru spælararnir í dystinum vóru enn einaferð teir báðir álopsmenninir hjá Silkeborg, Peter Lassen og Henrik Petersen, sum liggja ovast á toppskjúttaralistanum. Báðir hava skotið 9 mál, og teir spæla so væl í løtuni, at teir alsamt oftari verða nevndir í sambandi við danska landsliðið.
Móti Esbjerg skoraðu teir báðir hvør sítt mál, og serliga málið hjá Henrik Petersen var gott. Hann vendi sær á miðjum vøll og dró 40 metrar, áðrenn hann sendi bóltin í málið hjá Esbjerg.
Vejle, Esbjerg og AGF hava øll 11 stig, men AGF hevur besta málmunin. Næstu ferð skal AGF spæla á heimavølli móti meistaraliðnum AaB.
Støðan í superliguni
1. AB1424-1326
2. Brøndby1426-1725
3. AaB1426-1725
4. Herfølge1421-1925
5. Lyngby1425-1823
6. Silkeborg1426-1222
7. Viborg1418-2119
8. FCK1412-1417
9. OB1412-2113
10. AGF1412-2211
11. Vejle1414-2711
12. Esbjerg1411-2611