Í góðveðrinum um 10.30-tíðina í gjár fór løgreglan saman við Vørn undir eitt átak á Tangafirði og í Nólsoyarfirði.
Farið varð við løgreglubátinum Óðin, og endamálið var eitt nú at at kanna, um alt var í lagi við trygdarútgerðini hjá bátunum.
Her vóru bátar, sum vóru farnir á flot at fáa sær nakrar fiskar, og her vóru bátar, sum vóru farnir at skjóta lomviga.
Soleiðis plagar tað at vera á hesum leiðum ein góðan leygarmorgun í november, tí her kann bæði fáast fiskur og fuglur.
Vaktleiðarin sigur í morgun, at seks bátar vórðu kannaðir undir hesum átaki, og hjá teimum fimm vóru øll viðurskifti í lagi.
- Men, í tí eina bátinum, sum var og skeyt svartfugl, hevði maðurin eina byrsu, sum hevði pláss fyri fimm skotum í senn heldur enn tveimum.
Løgreglan sigur, at tað er ikki loyvt at brúka byrsu á fuglaveiði, sum kann taka fleiri enn tvey skot í senn.
- Kann byrsan hava fleiri skot enn hesi tvey, skal plumba setast í hini. Um ikki, er byrsan ólóglóg til fuglaveiði sambært fuglaveiðilógini.
Vaktleiðarin sigur, at maðurin, sum átti byrsuna við fimm skotum, fær eina bót, men í fyrstu atløgu varð ikki hald lagt á byrsuna.
Teir høvdu eisini fingið nakrar fuglar, og løgreglan legði í hesum føri heldur ikki hald á veiðina.
- Vit fara at taka upp við ákæruvaldið, hvussu slík mál skulu avgreiðast, og um hald skuldi verið lagt á byrsuna í slíkum føri.
Lagt verður aftrat, at løgreglan í fyrstu syfti vildi binda um heilan fingur, og átakið leygardagin var fyri at senda eitt signal út til teir, sum skjóta fugl.











