Fleiri ung leita sær viðgerð fyri rústrupulleikar

Blákrossheimið, sum júst hevur lagt fram sína ársfrágreiðing, hevur seinastu árini sæð eina støðuga øking av yngri fólki, ið leita sær viðgerð fyri rúsevnistrupulleikar, og greitt er eisini, at ung í størri mun brúka sterkari rúsevni nú enn áður

VIÐGERÐ

Í ársfrágreiðingini hjá Blákrossheiminum verður sagt, at í fjør vóru 24 fólk yngri enn 30 ár í viðgerð, og er hetta ein støðug øking frá 2006, tá einans 4 fólk í hesum aldursbólki vóru í viðgerð.
Í 2006 vóru soleiðis 2% av teimum, sum komu í viðgerð, yngri enn 30 ár, í 2008 var talið 10% - og í fjør var talið av ungum í viðgerð heili 19%.
- Eftir okkara tykki siga hesi tøl, at broytingar eru í nýtslumynstrinum. Tey ungu nýta í størri mun sterkaru rúsevnini, sum eitt nú hash, amfetamin, kokain og onnur narkotisk
evni saman við rúsdrekka. Hetta ger, at viðgerðin aloftast er truplari at fáast við og tekur longri tíð.
Blákrossheimið vil vera við, at tey ungu kenna seg rímuliga væl á heiminum, men tað kann tó verða trupult hjá teimum at vera saman við “gomlum” rúsdrekkamisnýtarum.
- Av hesi orsøk fáa tey ungu ambulanta viðgerð, sum vit vita ikki altíð er nøktandi fyri tey. Ynskiligt hevði tí verið, um eitt serstakt viðgerðartilboð var fyri ung. Hetta hava vit eisini gjørt Almannaráðið og Heilsumálaráðið vart við.
Blákrossheimið sigur, at fleiri av teimum ungu vera send av
landinum til viðgerð, men tað hevði verið munandi betri fyri tey - og bíligari fyri samfelagið – um tey fingu viðgerð í Føroyum.
- Vit halda ikki, at okkara umstøður loyva, at ung vera innløgd til viðgerð, og tí er hendan ambulant, hóast tað í summun førum hevði verið rættari við innlegging.
Blákrossheimið ivast onga løtu í, at tað er sera umráðandi, at ung koma í viðgerð skjótast gjørligt, og áðrenn trupulleikin gerst ov stórur og veruliga fær fastatøkur á teimum.
- Besta loysnin er kortini at gera meira við upplýsing og fyribyrging millum børn og ung, tí lættari er at fyribyrgja enn at hjálpa, verður sagt í ársfrágreiðingini.