Tað verður arbeitt av lívsins kreftum í føroyska fótbóltsheiminum í hesum døgum. Hvat venjarum í 1. deild viðvíkur, hevur tað higartil bara verið greitt, at teir báðir útlendingarnir, sum hava vant tey [...] síðsta vikuskifti. Tað hevur annars ljóðað, at ætlanin var at gera sáttmála við ein dana, Peter Danefelt, sum var í Runavík og hugdi seg um og tosaði við NSÍ í næstsíðstu viku. Teir í Runavík kendu seg [...] seg væl saman við dananum, sum hevur góðar kvalifikatiónir, men tað bleiv altso ikki til nakran sáttmála við Peter Danefelt, sum í ár er venjari hjá B1913, ið júst er farið í gjaldssteðg. ? Vit hava gjørt
tann sendingin verður send mikudag kl. 16. Tað verður gjørt meiri fyri børnini í vetur. Týsdag og hósdag fáa tey sum vant eina sending, sunnumorgun somuleiðis, men leygarmorgun eru broytingar í. - Børnini [...] ld í vetur verður kvøldseta av bygd og tí fer Elis Poulsen at skipa fyri. Henda sendingin verður samskipað við morgunsendingina og vikuskiftissendingina ta vikuna. Ferðslutátturin í vetur verður í nýggjum [...] vetrarskráin kemur í gildi. Senditíðin verður tann sama, tó verður sent til kl. 11 fríggjakvøld. Yrkadagarnir byrja sum vanligt við beinleiðis morgunsendingini Góðan morgun, Føroyar og henda verður eftir sama
inn í ymiskt, men fyri mær virkar tað sum tað onkusvegna er lagt niður í tey frá barnsbeini. Konufólk síggja, hvussu tingini skulu vera, serliga tá ið tað snýr seg um tað sosiala. Kvinnur hava sum heild [...] granska í, hvat hendi í Føroyum í 1998, verður myndin ógvuliga einstáttað. Hvør spældi á fótbóltslandsliðnum í 1990, tá ið Føroyar vunnu á Eysturríki í Landskrona, kemur í søgubøkurnar. Samstundis sum tann [...] tiltikna gentukórið í Fuglafirði, sum hevur sungið seg inn í hjartarøturnar bæði herheima og uttanlands. Tað byrjaði við, at Frits fór á læraraháskúla í Danmark í 1978, har hann tók skeið í sangi, tónleiki
Men tað leiklistarliga, tað Havnar Sjónleikarfelag stendur fyri, er sanniliga ikki gloymt. Seinast í november verður fyrstasýning av leikinum »Ferðin til grøna skuggalandið«. Í des. hava vit sum vanligt [...] er at siga, at tað ikki einans er marknaðardagar og dansir, sum mynda Sjónleikarhúsið í hesum døgum. Vit hava fingið so nógvar møguleikar við tí flytiliga salinum, og hava ymsu tiltøkini í seinastuni tí [...] at várleikurin er so stórur, verður ongin annar leikur komandi vár, men fara vit at skipa fyri ymsum tiltøkum heldur. Sum vanligt verður eisini Ólavsøkukabarettin á skránni í juli komandi ár. Sjónleikarskúli
ábyrgdina. Í løtuni liggur suvereniteturin yvir Føroyum hjá danska fólkinum og hjá donskum myndugleikum. Tað er hetta sum er staðfest í donsku grundlógini og hetta er okkara ríkisrættarliga støða í dag. Uppskotið [...] søgu. Tað er ein spurningur um at byrja eina søgu og at seta nakað í verk. Tað er ein spurningur um at seta sær nøkur felags mál og samskipa arbeiðið í hesum landinum útfrá egnum fortreytum. Tað er ein [...] partinum og ikki roynir at reka hann í ein bás, sum tú sjálvur hevur sett upp. Tað er jú lætt at leggja fólk undir at vilja gera bæði líkt og ólikt og síðani finnast at tí, sum tú sigur at tey vilja. Tíverri
miðstrikuni og frameftir. Men tað bilar ikki so nógv, tá tað, sum nú verður rópt vongverjar, røkja ódnirnar bæði hjá gomlum bakkunum og vongunum. Og soleiðis hevur tað verið hjá KÍ í ár. Harley Bertholdsen og [...] ikið at fáa rókarnar við í spælið, og tað er ikki minni týdningarmikið í fótbólti. Tað er sjáldan, at lið nú á døgum spæla við gamla slagnum av vongspælarum, sum ikki hava serligar verj-uuppgávur, men [...] við einum máli, var tað KÍ, sum hevði bóltin mest. Klaksvíkingar hava ferð eftir ferð síðani summarsteðgin víst, at vongspælið hjá teimum er so gott, sum tað er hjá nøkrum øðrum. Í talvi er týdningarmikið
peningin. Tað hava aðrir harafturímóti, sigur Harry. ? Og so er tað eisini ein spurningur um sinnið, leggur hann smílandi afturat. Havnafeløgini skaðilig Í gomlum døgum var tað so í høvuðsstaðnum, at í B36 spældu [...] hetta heldur Harry verða tað reina tvætl. ? Lønin eg fái í Leirvík er ikki til at liva av, men tað týdningarmesta er, at eg eri nøgdur við tað eg fái. Hinvegin havi eg sæð tað, sum tað kostar, tá okkurt felag [...] arbeiði júst er byrjað og tað verður kannað gjølla, áðrenn nøkur avgerð verður tikin. Trívist væl í Leirvík Harry Benjaminsen trívist sera væl í venjarastarvinum í Leirvík. Tað var ikki væntandi, at liðið
Sum áskoðari í Listaskálanum í hesum døgum, nú øll uppskotini í arkitektakappingini um eitt nýtt tinghús verða sýnd fram, er fyrsta fatanin og varhugin ein fær, at uppskotini øll sýnast at skjóta upp eini [...] Flaturnar eru stórar, í førum ógvusligar og í mun til verandi tinghús eru fleiri av uppskotunum at líkna við skrivstovubygningar í Chigaco. Men tað er eisini bara fyrsta inntrykkið, tí sum vinnandi uppskot [...] Havnin verður ongantíð eitt Chigaco. So tað er einki at taka seg aftur í, at teir menn sum stílaðu fyri um aldamótið vóru á beinari leið, tá ið teir royndu at gera Havnina til ein urtagarðsbý." Og tað er júst
men tað hevur U-18 venjarin sjálvandi ikki havt møguleika til. Tað verður roknað við, at venjingin hjá teimum eldru verður tikin í størri álvara í feløgunum, og tað er sjálvandi rætt fyri teir, sum eru [...] eru við í fremstu røð, men tað er ikki givið fyri allar, sum spæla í unglingadeildini. Millum teir, sum hava spælt í 1. deild, og sum nú eru úttiknir til U-18 venjingina, eru Súni Olsen úr GÍ, Magnus Poulsen [...] vóru á U-18 landsliðnum, slíkir sum vóru fastir menn í 1. deild. Tað eru onkrir eisini í ár, men ikki so nógvir sum í fjør. U-16 landsliðsvenjarin hevur alt hetta kappingarárið havt eftirlit við, hvussu hansara
líðandi broytt, og nú á døgum er tað ikki heilt óvanligt, at gentur og kvinnur fáast við slíkt, sum fyrr var rópt fyri mannfólkaarbeiði. Í Sjónvarpi Føroya eru tað eini 12-13 fólk, sum fáast við tann tekniska [...] læra í SVF tann 1. august í fjør, og tað gongur fitt av tíð, áðrenn hon verður útlærd. MTM útbúgvingin tekur ikki færri enn fýra og eitt hálvt ár, harav meira enn eitt heilt ár er á skúlabonki í Danmark [...] av børnum, tí sum hon sigur, so eru tey so ósmæðin og lívlig, at tað er lætt at fáa góðar myndir burturúr, og tá er tað eisini hugaligari at verða myndafólk. Hinvegin eru tað summi fólk, sum av einari ella