send-ing Jákup á Borg, og hesin tóktist hava beina kós móti málinum, tá Victor Onopko við fullari ferð sendi føroyska vongverjan um koll í brotsteiginum. Einki er at ivast í, at talan var um brotsspark, men [...] skeivur av bóltinum, fall hesin brádliga til Óla Johannesen, men hesin skeyt upp eftir heldur enn frameftir, so talan var bert um hitt eina málið, tá farið varð til hálvleiks. Maskinfótbóltur Eystureuropeiskur [...] kanska rópt tað einstáttað, og rætt er tað, at talan sum so ikki var um nakað ávíst einmansavrik frá teirra síðu. Hinvegin var talan um liðspæl á allar hægsta støði, har teir við fullari ferð spældu skjótt
við gjørdist avrik hansara alt meira sannførandi. Var óheppin tá hann skeyt upp um eftir hornaspark, men hugsaði annars mest um verjupartin, ið sjálvsagt er staðið, har tørvurin á honum er størstur. 3. Pól [...] Sum heild var tað talan um eitt liðavrik av teimum stóru, sum tryggjaðu Føroyum avbera góða úrslitið í Moskva. Skal nakar takast framum, má tað verða Jákup Mikkelsen, men yvirhøvur stóðu allir leikarar [...] samanspælið, og einki er at ivast í, at Pól er komin aftur á landsliðið fyri at verða. 4. Jákup á Borg B36 12/0 Slapp fyri fyrstu ferð at spæla samfullar 90 minuttir, og at hann ikki varð skiftur úr, boðar
seg í høvuðsheitum um, at hvalurin skal gera ymsar royndir, sum at svimja á rygginum, sláa við sveivini í bæði borð, leypa upp úr sjónum o.s.fr. Hetta verður gjørt fleiri ferðir um dagin og Keiko má gera [...] in »Willy or won´t he?« Hvussu bleiv Keiko kendur? Søgan um Keiko byrjaði, tá ið Warner Brothers skrivaðu eitt handrit til ein film, ið var um lívssøguna hjá einum stórhvali. Hesin filmurin varð kallaður [...] áðrenn filmurin varð tikin og tað bøtti ikki um støðuna, at hann varð fluttur til Oregon. Har helt hvalurin til í tvey ár og hann bleiv bara verri og verri. Um Keiko skuldi verða verandi har, varð honum
hesum vikuskiftinum er annað umfarið í kappingini um løgmanssteypið á skránni, og tað skulu tólv av teimum, sum hava verið við á landsliðsferðini, seta seg upp til. Í bólki eru dystirnir í dag B68?B71 og ÍF [...] ? tríggir á hvørjum liðnum. Men meðan John Petersen og Jákup á Borg hava spælt tveir landsdystir á tamb, og Pól Thorsteinsson slapp upp í aftur í Moskva, so hava HB spælararnir fyri tað mesta verið á [...] stig, málmunin 2?1, og fína umrøðu frá fjølmiðlum kring alt Europa og eisini úr øðrum pørtum av heimin-um. Felags fyri umrøðurnar er staðfestingin av, at Føroyar ikki longur eru ein pinkutjóð, sum flestu lond
Tjaldurs Apotek hevur altíð úr at gera, tá ársfjórðingurin er um at halla. Orsøkin er lógin um stuðul til heilivág, sum ikki leggur upp fyri, at fólk kunnu misnýta hana. Hetta úrslitar í, at fólk leggja [...] kann einans veitast til útreiðslur omanfyri 400 krónur um ársfjórðingin«. Fólkapensiónistar og avlamispensiónistar kunnu søkja almannastovuna um stuðul til heilivág. Almannastovan veitir síðani umsøkjarum [...] koma inn at fylla goymslurnar. Fólk kunnu bunkra heilivág til eitt hálvt ár og soleiðis leypa tveir ársfjórðingar um, sigur Petur Oluf Joensen, apotekari í Havn. Tá fólk leggja undir seg til hálvt ára nýtslu
út og lasti upp, líkamikið hvussu eg rópti og bankaði. Soleiðis mundi eg standa í umleið 15-20 minuttir. So gekk eg eitt sindur runt um húsini fyri at vita, um ikki eitt vindeyga stóð upp á glopp onkustaðni [...] eina nýggja strategi. Um eg nú fekk lokka hanan heilt yvir í vestara hornið av gyrðingini, so kundi eg renna runt um húsini til norðursíðuna, klúgva yvir gyrðingina og klatra upp til vindeyga, áðrenn hanin [...] vita, so kann alt henda á ólavsøku, og tískil visti eg ikki, um eg kom beinleiðis heim, tá ið eg var liðugur at spæla. Hevði hoyrt okkurt um eina veitslu, ið var arrangerað aftaná dansin. So tað kundi væl
ferð, men Niklas helt ikki, at talan var um brotsspark, hóast Jákup á Borg royndi at gera sítt besta ? helst gjørdi hann ov nógv burtur úr ? til at sannføra dómaran um, at so var. So var øðrvísi og meira málrættað [...] millum Jákup á Borg, Klæmint Matras og Heðin á Lakjuni endaði við, at Magni á Lakjuni slapp leysur í brotsteiginum, og tá Bárður tveitti seg fyri føtur hansara, kipti fuglfirðingurin bóltin upp um málverjan [...] vøllinum, var sjón fyri søgn leygardagin. Heilt fitt av fólki vóru møtt upp í hampuliga góða veðrinum, og flestu teirra høvdu ivaleyst vónir um ein bæði spennandi og undirhaldandi fótbóltsdyst. Ivaleyst nervaði
vinstri, royndu at skiftast um at stuðla einsamalla manninum á toppinum, men tað tóktist ikki at vera serliga lætt. Undirhaldið Tá B36 kom á odda, høvdu B68 menninir fingið varskó um, at tað kundi kiksað. Heðin [...] aftur, og tí var tað sera undirhaldandi og spennandi í 2. hálvleiki. Fyrra umfarið var einki at skriva um. Tað var sera sjónskt, at hvørgin parturin vildi dumma seg í verjupartinum. Tí var fyrru trý korterini [...] hann havt skoraði, hevði dystargongdin sjálvandi tørnað øðrvísi út. Hann skoraði ikki, og so var talan um tómgongd. Hvørki liðið megnaði at bróta ígjøgnum í borðunum, og tá tað endiliga eydnaðist var millum
skipið upp í Klaksvík. Tað mundi ikki vera tað besta fyri fiskin, men tað var neyðugt. Tað hevur ofta verið at hoyrt um, tá stóru klaksvíksskipini síðst undir krígnum vóru í konvoy. Hetta var um summarið [...] so nógv, sum bindur okkum saman. Skyldskapur og vinarlag og kær minni um ein góðan og tryggan barndóm og ungdóm. Og við minnunum um tey, sum fóru undan okkum, og sum í sínum dagliga lívi og strevi løgdu [...] hava bíðað góða løtu út um tíðina, sum tað varð roknað við, at ferðin hjá Pride skuldi taka, fóru teir aftur at húsum. Tað var ikki fyrrenn teir komu aftur í bygdina, at teir frættu um vanlukkuna. Pride var
Strandferðsluni. Serliga tá politikarar leypa á uttan at hava neyðugar upplýsingar um, hvat vit í veruleikanum gera í fyritøkuni. Talan er ofta um at leypa upp um, har garðurin er lægstur og sleingja nakað [...] prátinum um seinkaðar ferjur, manglandi pláss, stappaðar bussar og avlýstar túrar. Og sum stjóri fyri Strandferðsluni er Reidar Nónfjall meiri enn nakar annar maðurin, sum fólk hugsa um, tá um Strandferðsluna [...] Hinvegin fegnist eg eisini um, at vit seinastu árini hava fingið rós frá politisku myndugleikunum og frá onkrum borgarum eisini, sigur Reidar Nónfjall. ? So leingi eg kann gera upp, at eg saman við starvsfólkunum