Tjaldurs Apotek hevur altíð úr at gera, tá ársfjórðingurin er um at halla. Orsøkin er lógin um stuðul til heilivág, sum ikki leggur upp fyri, at fólk kunnu misnýta hana. Hetta úrslitar í, at fólk leggja heilivág undir seg við endan á hvørjum ársfjórðingi, so tey sleppa undan at gjalda sín part næsta ársfjórðing.
Hetta er ikki ólógligt, men stríðir hinvegin ímóti andanum í lógini, sum Kristian Magnussen kunngjørdi 24. november í 1997, tá hann var landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum. Kunngerðin kom í gildi tann 1. januar 1998.
Í lógini stendur at »stuðul kann einans veitast til útreiðslur omanfyri 400 krónur um ársfjórðingin«. Fólkapensiónistar og avlamispensiónistar kunnu søkja almannastovuna um stuðul til heilivág. Almannastovan veitir síðani umsøkjarum stuðul til heilivágin. Pensiónisturin hevur tó eitt egingjald, sum verður inntøkuregulerað.
? Vit merkja tað týðiliga á arbeiðsbyrðini, tá ársfjórðingurin tekur at halla. Fólk koma inn at fylla goymslurnar. Fólk kunnu bunkra heilivág til eitt hálvt ár og soleiðis leypa tveir ársfjórðingar um, sigur Petur Oluf Joensen, apotekari í Havn.
Tá fólk leggja undir seg til hálvt ára nýtslu, sleppa tey undan at keypa heilivág í tveir ársfjórðingar. Soleiðis sleppa tey eisini undan at gjalda tær 400 krónurnar, sum tey av røttum eiga at gjalda hvønn ársfjórðing.
Hesa snildi hava fólk, ið hava tørv á nógvum heilivági, fyri langari tíð síðani funnið útav at nýta til egnan fyrimun.
Kunnu spara nógv
Eitt grefligt dømi er pensiónistur, ið hevur eina nýtslu, sum liggur í fastari legu. Hann kann tí rokna út, hvussu nógv hann skal hava tað næsta árið. Tí verður allur heilivágurin keyptur í einum ársfjórðingi, so hann bara skal rinda tær fyrst 400 krónurnar. Soleiðis hevur hann spart 1200 krónur ígjøgnum árið. Hjá einum pensiónisti, sum bara fær vanliga eftirløn, er hetta nógvur peningur at spara.
Í seinastu viku hevði starvsfólkið á apotekinum úr at gera við at veita viðskiftafólki læknafyriskipaðan heilivág, tí tá endaði undanfarni ársfjórðingur og fleiri komu at leggja undir seg til nýtsluna teir næstu mánaðirnar.
Læknarnir skulu stýra
Ein av fortreytunum fyri, at henda snildin letur seg gera, er, at læknarnir útskriva reseptir, sum gevur sjúklinginum møguleika fyri at keypa nóg nógvan heilivág. Um læknin útskrivar eina resept, sum bara gevur pensiónistinum møguleika at keypa heilivág til stutta tíð, hevði ikki borið til at nýtt hatta holið í lógini.
? Eg haldi, at tað er lagt upp til, at læknarnir stýra soleiðis, at teir ikki geva fólki møguleikan at leggja undir seg til fleiri ársfjórðingar. Tað er uppgávan hjá læknunum at forða fyri misnýtslu av skipanini, sigur Petur Oluf Joensen.