inni undir. Í erva fleyg lundin. Og hann er nógvur í ár, láta teir at. At okkurt skip er farið at selja íslendskan lunda, halda teir ongan vanda vera. Tann føroyski er bíligari og man fara at verða seldur [...] longri tó, og sandur hevur tann eginleika, at tá hann er turrur, hevur hann ilt við at verða liggjandi í friði, um nakað av vindi er. Soleiðis er eisini við fína sandinum heima á Sandi. Mestsum tað einasta [...] Jóan Petur frá, og bjargingarútgerð er sjálvandi umborð til øll. Umframt er báturin »isoleraður«, ella hvussu vit nú skulu siga. Hann hevur fingið líkasum dupult borð og er so fyltur við skúmi millum skins
heldur, at upsastovnurin framhaldandi er í menning, og at toska- og hýsustovnarnir eru væl fyri. Nevndin leggur eisini dent á, at tann føroyski feskfiskaflotin er gamal, og at veiðievnini heldur versna [...] Altjóða Havgranskingarráðnum, verður greitt frá, at toskastovnurin er mettur at vera oman fyri lívfrøðiliga minsta markið, men at veiðutrýstið er ov stórt. Tí verður mælt til at veiðutrýstið á toskastovnin verður [...] skert. Fyri Føroya Banka verður mælt til sama veiðitrýst. Um hýsustovnin verður sagt, at hann er væl fyri og er væl oman fyri lívfrøðiliga minsta markið. - Upsastovnurin verður mettur at vera sera lítil og
eisini í ár. Støðan í løtuni er tó tann, at Herfølge og Brøndby liggja sum nr. 2 og 3 tá roknað verður frá botninum. Er hetta óvæntað, er tað ikki minni óvæntað, at FCK bert er nevið framman fyri Brøndby [...] Mótstøðuliðið er skotska stórfelagið, Glasgow Rangers, og sum vera man, er spenningurin stórur í Herfølge. Nógv verður gjørt burtur úr fyrst europeisku luttøku felagsins yvirhøvur, og tað er eisini líkt [...] í hellinum er soleiðis vorðin, at ein tóni "hongur" í luftini í eini tíggju ella fimtan sekund. Tí er tað ikki lítið krevjandi hjá tónleikarunum, ið allatíðina mugu fylgja við ekkóinum, ið er ymsikt, alt
arbeiðsbólkum er. Vit vilja eisini vísa, hvørjum øki vit arbeiða á, so at aðrir vita, hvussu langt vit eru komin, sigur Hans Atli Dahl, ið er cand.scient í biologi. Eisini vil tann føroyski bólkurin vekja [...] um teirra verkætlan. Her kunna aðrir granskarar eisini um síni úrslit, so at til ber at síggja, hvussu langt aðrir eru komnir innan sálarfrøðiliga gengransking. - Endamálið er at samskifta við aðrar [...] við genum frá føroyingum. - Tað týdningarmesta við hesi kanningini er júst tað, at bara føroyingar eru við. Tað, sum vit royna, er tað finna eitt genetiskt isolat í Føroyum. - Vit hava verið avbyrgd
føroyska støðið, er helst væl meira, enn flestu leikarar eru førir fyri, ella hava hug til. Okkum kunnugt er tað so eingin leikari her á landi, sum kemur á liðina av hesum, so talan er allarhelst um met [...] Abraham ásannar eisini, at tað ikki er hetta, sum rekur hann á vøllin: - Satt at siga, so er orsøkin til at eg framvegis spæli á fyrstu deild er tann, at hugurin ikki er til reka burtur. Treytin fyri at sleppa [...] um, sigur veteranurin, sum er giftur Káru. Saman eiga tey trý børn: 14 ára gomlu Elin, 11 ára gamla Boga og 9 ára gamla Karl. Harumframt er fjórða barnið væl ávegis, so talan er so avgjørt eisini um eitt
teir bestu teigarnar. -Tað er einki yvir at dylja, at kappingin um ávís øki er ógvuliga hørð og stór umskaring er millum ymisku umsóknirnar. Samlaða økið, sum søkt er um, er tí ikki so stórt, sum talið [...] talið av umsóknum kundi givið eina ábending um. Søkt er um umleið eina helvt av økinum, sum boðið varð út. Eisini er tað hent, at onkur umsøkjari er farin uppí bólk við øðrum umsøkjara, og hevur tí tikið [...] oljuvinnuni. Tað kann hann uttan iva sum frálíður, men hetta er í ávísan mun knýtt at frambrotum innan seismiskar kanningar, tøkni o.s.fr. Her og nú er tað ógvuliga umráðandi fyri føroysku oljumenningina, at
at føroyski landgrunnurin goymir oljuleiðir, sum tað loysir seg at framleiða burturúr. Gongur leitingin væl, kunnu kolvetniskeldur verða funnar á føroyskum øki um rættiliga stutta tíð. Umráðandi er, at [...] loyvisveitingina er dentur lagdur á, at oljufeløgini samstarva við føroyskt vinnulív á ein hátt, sum ger vinnuna betri føra fyri at taka á seg arbeiðsuppgávur uttanfyri Føroyar. Ætlanin er, at samstarvið [...] oljuvinnuni í okkara grannalondum. Landsstýrismaðurin vísti á, at oljuleiting er kortini ikki bara ein avbjóðing fyri vinnulívið. Talan er eisini um eina stóra avbjóðing fyri føroyskar myndugleikar. Í sambandi
Men harafturímóti er tað als ikki loyvt føroyingum í Føroyum at lata onnur gøgn enn nýru. Í Føroyum er nevniliga ikki loyvt at staðfesta, at ein persónur er deyður, fyrr enn hjartað er steðgað. Og tá eru [...] eru liðin síðani hetta varð gjørt, er málið enn ikki komið víðari. Reist á fólkatingi At tað í Føroyum ikki ber til at staðfesta, at ein persónur er deyður, tá hann er heiladeyður, kemur illa við hjá læknum [...] dana ella øðrum útlendingi, ið av einari ella aðrari orsøk er heiladeyður og sostætt í Danmark kann staðfestast at vera kliniskt deyður. Treytin er bert, at hesin ? tá hann var á lívi - hevur skrivað undir
hetta er ein útlendsk vinna. Tann føroyski parturin í øllum hesum partinum er sera avmarkaður. -Tað er okkara vón, at hesin útviklingurin kann vera til bata fyri alt tað fólkið, sum býr her. Tað er umráðandi [...] . Tað kann blíva tað beinið, sum vit kunnu standa á aftrat saman við okkara fiskivinnu. Samstundis er oljuvinnan eisini ein stór avbjóðing fyri okkara politikarar. -Eg síggi tað sum okkara fremstu uppgávu [...] føroyska samfelagið frá eini útlendskari vinnu, sum eitur oljuvinnan, verður so lítið sum møguligt. Tað er tí ikki uttan vandar, at vit fara inn í hesa nýggju vinnulívssøguna heldur Jóannes Eidesgaard, sum
undanfarin ár. Tað at taka internetið í brúk er ein nýggjur táttur á slíkum ráðstevnum. Fyrsta ráðstevnan varð fyrstu ferð hildin á Álandi í 1996 . Í 1998 var hon her í Føroyum, og í fjør í Íslandi. Tey, sum [...] leiðara. Tey fara at luttaka á eini ungdómsráðstevnu, sum verður í Ilulissat í Vesturgrønlandi. Økið er á stødd við Danmark, men har búgva bara 4.600 fólk. Undan ferðini hava tey ungu gjørt nakrar fyrireikingar [...] brúka á ráðstevnuni. Føroysku ungdómarnir hava gjørt eina verkætlan, har tey seta upp eitt forum. Her verða ymisk viðkomandi evni hjá ungum í útnorði tikin upp til kjak. Tað kann verða dálking í útnorði