Fuglamál luktur og skemtisøgur

Einki er at taka seg aftur í, at bjørgini vestantil á Sandoynni eru nakað av tí stórbærasta her á landi. Tey mugu upplivast. At ferðaleiðararnir duga væl at undirhalda og siga frá skemtiligum søgum, ger bara túrin upp aftur meira áhugaverdan

Tað er ein uppliving av teimum heilt stóru at ferðast fram við Sandoynni vestantil og síggja alt tað lív og stórbæri, sum har er.

Kópurin undir oynni liggur, lundin flýgur i ring. Ritan og lomvigin larma og lukta í berginum, meðan fróðarmenn av Sandi siga frá skemtiligum sum álvarsligum hendingum, teir vita um í samband við røkt av bjørgum og haga á leiðini.

Vit eru á ferð fram við landi við seksæringinum Hvíthamri hjá Jóan Peturi Clementsen av Sandi. Saman við okkum er eisini Harald Jensen, sum veit onkra góða at siga frá. Bæði av egnum upplivingum í bjørgunum eins og søgum, aðrir hava upplivað.

Jóan Petur Clementsen hevur nú í nøkur ár siglt hesar túrarnar fram við landi við ferðafólki. Bæði undir Sandoynni, Skúvoy og Dímun. Men hann letur at, at undirtøkan hevur ikki verið tann heilt stóra. Og tað er at undrast á hjá tí, sum verið hevur slíkan túr. Tí hesi upplivilsini eru veruliga upplivilsi, sum festa seg í minni. At frásøgumenninir eisini eru fram úr góðir, ger bara túrin upp aftur betri.

Teir hava hatta har við at duga at siga frá og taka skemtiliga til. Sandingarnir. Hvør minnist ikki tiltiknu sendingarnar hjá Niels Juel Arge við Dánjali í Klingruni. Og ikki var hann einsamallur av slagnum í oynni, skal eg heilsa og siga. Javnlíkarnir finnast enn.


Berjast við vind

Hvíthamar liggur og bíðar Úti í Støð. Har liggja nógvir bátar hendan dagin, tí útróðrarveður er ikki.

»Men tað ger næstan tað sama«, sigur ein sandingur, sum stendur hendur í lumma og gremur seg um ikki at sleppa á flot. »Tað er so karlagið, at vit drepa hann næstan ikki kortini.«

Nei, teir láta einki at soleiðis, her teir standa, sandingarnir, og ótolnast eftir betri veðri.

»Nei góðin. Sandingar gera einki uttan berjast við vind. Men tað nyttar ikki petti. Vit tapa hvørja ferð. Nú liggur landnyrðingurin so tráður, at fjøllini mestsum rapa oman yvir ogum, hóast tey ikki eru høg.«

Nei, lagið er einki, nú teir ófrívilliga noyðast at ganga uppi á landi mitt um summarið.

Jú, teir vanda veður, sum skulu til havs. Men ikki Jóan Petur. Undir bjørgunum fyri norðan fer at vera stilli, væntar hann. Hann heldur ikki, at tað fer at bila vestanfyri, um nakað væl av landnyrðingi mestsum ger sandstorm heima í bygdini.

Turt hevur verið í longri tó, og sandur hevur tann eginleika, at tá hann er turrur, hevur hann ilt við at verða liggjandi í friði, um nakað av vindi er. Soleiðis er eisini við fína sandinum heima á Sandi.

Mestsum tað einasta, blaðmaðurin fekk burtur úr at spáka ein túr fram við bakkanum, var at eygu, nøs og oyru fyltust við fínum sandi, sum feyk í vindinum.


Feðgarnir smíðaðu

Vit fara til báts, og Jóan Petur stýrir. Út um Boðatanga og so beina kós eftir Salthøvda.

Beinanveg, vit eru komnir um Boðan, minkar vindurin. Vit fara fram við landinum og síggja inn í kenda Spruttholið frá sjósíðuni. Jú, ljós sæst væl ígjøgnum.

Meðan vit sigla tvørtur um Grótvík, greiðir Jóan Petur Clementsen frá, at Hvíthamar, vit eru við, er ein 30 fót langur bátur, sum pápi hansara smíðaði fyri umleið 20 árum síðan. Sjálvur er Jóan Petur bátasmiður, og hann var tá, sum ungur drongur, uppi í og hjálpti pápanum við bátinum.

Hetta við at smíða bátar er helst nakað, sum liggur í, tí eldri ættarlið hava gjørt tað sama, skilst.

Hesin seksæringurin er útgjørdur til at sigla við ferðafólki. Hann líkur tey krøv, sett verða. Hann hevur loyvi at sigla við 12 fólkum í senn, greiðir Jóan Petur frá, og bjargingarútgerð er sjálvandi umborð til øll. Umframt er báturin »isoleraður«, ella hvussu vit nú skulu siga. Hann hevur fingið líkasum dupult borð og er so fyltur við skúmi millum skins og holds. Fyri at kunna flóta, um okkurt skuldi verið áfatt.

Maskinan er ein 80 hesta Ford, sum er seks ára gomul. Radari, ekkolodd og GPS eru umborð. Og so ein bukka eisini.

»Men hana brúka tey sjálvdan«, flennir Jóan Petur.


Góðar søgur

Tað er undirhaldandi at sigla við sandingunum her norður við oynni. So hvørt vit koma norðureftir, vita teir onkra »góða« um hendingar, sum farnar eru fram her, vit koma framvið. Sjálvandi eru eisini minni stuttligar hendingar, har menn eru omandotnir, ella skip eru farin á land, og tað verður eisini tikið við í frásagnirnar.

Fyri Kyndilmessugjógv sigur Harald frá um ta ferðina, romtunnan hjá presti kom aftur her fyri gjónni.

Teir høvdu verið í Havn og keypt, og millum annað var brennivín við. Á veg heim aftur komur teir heldur illa fyri av veðri og hildu, at tað var brennivínið hjá presti, sum var í bátinum, sum hevði skuldina. Teir grýttu so tunnuna út. Men meðan teir lógu fyri gjónni og andøvdu, fleyt tunnan frammam fyri teimum. Tá skiftu teir meining og hildu, at tað var nokk ætlanin, at hon skuldi við kortini. Hon varð tikin innaftur, og bæði menn og tunna komu til høldar.

Navnið Kyndilsmessugjógv man vera komið av, at á kyndilsmessu skínur sólin aftur á hana, halda sandingarnir.

Søgan um húskallin hjá Traðarmonnum, sum avdúkaður varð, meðan hann var og fleygaði í loyndum, er skrivað aðrastaðni. Men tá tú situr her á báti og sært upp í bergið, er ikki sørt, at tú heldur tað vera reyp, at maður skal vera farin klórandi allan vegin suður gjøgnum bergið og sloppin upp á slætt.

Longur norðuri fortelja teir um mann, sum farin var at síga eftir havhestaungum. Góður bakkamaður var og eitt sindur morgírigur eisini, hildu teir. So hann teggjaði bara upp á seg, har hann hekk í endanum, alt tað, hann fekk hendur á. Men í erva vóru teir heldur fámentir, so tá dragast skuldi uppaftur, bar ikki til. Nú var byrðan ov tung.

Teir vistu ráð kortini. Ikki langt haðani, teir vóru staddir, lógu ross í haganum. So teir fingu hendur á einum rossi og bundu á línuna. Men ólukka í skilið! Øði kom í rossið, sum fór spolandi oman gjøgnum hagan.

Oh Harrans ólukka. Sigmaðurin kom við fullari ferð upp gjøgnum bergið við øllum fonginum. Fótafimur var hann, so hann rann uppeftir. Men tá hann kom um upsina, vóru bara maðurin og nakrir havhestaveingir eftir á endanum. So nógv hevði ferðin verið upp gjøgnum bergið.

»Tú átti at fortalt frá, tá tit báðir vóru uppi her«, sigur Jóan Petur við Harald.

Jú, Harald gongur við til at fortelja.

Teir høvdu verið tveir mans uppi í berginum og vóru á veg aftur í bátin. Eitt sindur høgt var at loypa, og hann var tann fyrri maðurin, sum leyp. Tað gekk væl, men tá tann seinni skuldi loypa, var báturin farin frá, og hann fór í havið og líka á botn.

Tað var ikki við mýkindum, hann kom uppaftur. Har lá hann við høvdinum undan og lovaði at drepa. Hann var í øðini og legði teir undir at hava gjørt tað við vilja.


Kópurin undir oynni liggur

Undir Djúpabergi var væl av kópi at síggja fram við landi. Onkuntíð stóðu einir tíggju grúkar undan samstundis. Og á eini fles lógu teir og hugnaðu sær. Tað var hugtakandi og stuttligt at síggja, at ikki bara fuglur er fram við landinum.

Men fuglurin var har. Larmurin av ritu og karrandi lomviga kappaðist um sansirnar við deymin av fuglaskræpu, sum stóð so tráður niður úr drangunum, vit sigldu tætt inni undir.

Í erva fleyg lundin. Og hann er nógvur í ár, láta teir at. At okkurt skip er farið at selja íslendskan lunda, halda teir ongan vanda vera. Tann føroyski er bíligari og man fara at verða seldur kortini.

Hinvegin hildu teir ikki, at havhesturin tolir nakra ovveiðu longur. Hann er í minking, halda sandingarnir.

Men nógv er til kortini. Og skúgvurin fær ein bita soleiðis av og á, so hvørt, sum tað dettur ein pisa á sjógvin, ella hann kann taka sær eina sjálvur.

Hóast tað er heldur sjáldsamt, upplivdu vit á túrinum hendan dagin at síggja skúgvin verða jagaðan. Tað var ein bakur, sum legði eftir honum, og skúgvurin, sum annars plagar at vera tann, sum eltir, helt undan.

Komnir norð á Lokloysi, legði Jóan Petur inn á víkina. Her er gomul neyðhavn hjá bátum, sum noyddust at seta upp fyri veður. Steindeytt var innan fyri hendan dagin, og vit fóru á land.

At teir hava nýtt plássið sum lending, sæst týðiliga enn. Farvegurin av einum spæli at taka bátarnar upp við, sæst væl.

Vt gingu suður eftir helluni. Sóu onkra lundapisu, sum var farin heldur tíðliga úr holuni. Nakrar deyðar lundar og onkra ritupisu, sum sundurskrødd lá á helluni.

Teir staðkendu menninir bóðu okkum halda okkum annaðhvørt heilt inni undir loftinum ella uttast á helluni, tí steinar kundu detta úr berginum. Har ferðast bæði fuglur og seyður í erva. Og meðan vit gingu, kom ein lítil steinur sendandi í helluna ikki langt frá okkum. Men hann rakti ongan, og vit komu væl nøgd aftur í bátin.

Fyri okkum, tá vit komu út aftur, stóðu tveir kópar. Annar kavaði og var so óheppin at koma upp aftur beint fyri stevninum á bátinum, sum kom spakulig glíðandi fram við helluni. Kópurin gjørdist rættiliga kløkkur, og tað var ein øgiligur brestur, tá hann kavaði aftur. Hann er helst flýddur langt, tí vit sóu hann ikki koma uppaftur.


Fakta:


Siglitúrur fram við Sandoynni fyri vestan.

Eisini verða túrar gjørdir undir Skúvoynna og Stóru Dímun.

Siglt verður við seksæringinum Hvíthamri.

Túrurin undir Sandoynna tekur umleið fýra tímar.

Kostnaður: kr. 150,- fyri hvønn.

Tilmelding er hjá Jóan Petur Clementsen á Sandi.

Tlf. 36 10 19

Fartlf.28 61 19

Ella á Sandoyar Kunningarstovu

Tlf.36 18 36

Fartlf.22 20 78