"Gullhornið" lopfjølin inn í eina oljuframtíð "Gullhornið" lopfjølin inn í eina oljuframtíð

Tað er ógvuliga umráðandi fyri føroysku oljumenningina, at vit fáa í lag eina munadygga leiting, t.e. leitiboringar, eftir kolvetnum á teimum minni váðafullu økjunum, tí her liggur lykilin til seinni at seta í verk leiting, har basaltini eru tjúkkri. Sagt við øðrum orðum, so er landssynningshornið av føroyska landgrunninum lopfjølin inn í eina møguliga oljuframtíð sigur landsstýrismaðurin í oljumálum Eyðun Elttør, nú føroyingar standa á gáttina til eina ta størstu og mest spennandi avbjóðingina í landsins søgu.

Nú landsstýrismaðurin í oljumálum hósdagin fer at handa fyrstu leitiloyvini til oljufeløg kundi verið áhugavert at trivið í nakað av tí hann førdi fram undir orðaskiftinum um løgmansrøðuna. Eyðun Elttør boðaði tá m.a. frá, at arbeiðið at viðgera 22 umsóknir frá 17 feløgum, sum dekkaðu umleið helvtina av tí útbodna økinum, varð gingið nógv betri enn mett, og bar til at framskunda dagin at lata hesi loyvi. Hann nam so eisini við ta sera hørðu kappingini, sum hevur verið um teir bestu teigarnar.


-Tað er einki yvir at dylja, at kappingin um ávís øki er ógvuliga hørð og stór umskaring er millum ymisku umsóknirnar. Samlaða økið, sum søkt er um, er tí ikki so stórt, sum talið av umsóknum kundi givið eina ábending um. Søkt er um umleið eina helvt av økinum, sum boðið varð út. Eisini er tað hent, at onkur umsøkjari er farin uppí bólk við øðrum umsøkjara, og hevur tí tikið sjálvstøðugu umsókn sína aftur. Talið av veittum loyvum verður tí munandi lægri enn talið av innkomnum umsóknum.


Í útbjóðingarlógini varð lagt upp til, at arbeiðast skuldi við tveimum loyvisskeiðum, einum 6-ára loyvisskeiði og einum 9-ára loyvisskeiði. Hetta var ein ásannan av, at útboðsøkið er sett saman av nøkrum fáum teigum, har lítið ella einki basalt forðar veruligari oljuleiting, og eitt 6-ára loyvisskeið tí er nóg mikið til at fremja eina munagóða leitiætlan.


Hinvegin vísti landsstýrismaðurin á, so eru tíverri flestu teigarnir klæddir við tjúkkum basaltfláum, og har er neyðugt við nøkrum árum afturat til ymiskar innleiðandi kanningar, áðrenn støða verður tikin til møguligar leitiboringar. Í innkomnu umsóknunum gerst tað púra greitt, at oljufeløg bara eru sinnað at átaka sær boriskyldur á teimum lutfalsliga fáu teigunum, sum Oljumálastýrið frammanundan roknaði við.


Hornið er lopfjølin

-Lat meg beinanvegin gera greitt, at hetta ikki merkir, at føroyski landgrunnurin sum heild ikki kann vera áhugaverdur hjá oljuvinnuni. Tað kann hann uttan iva sum frálíður, men hetta er í ávísan mun knýtt at frambrotum innan seismiskar kanningar, tøkni o.s.fr. Her og nú er tað ógvuliga umráðandi fyri føroysku oljumenningina, at vit fáa í lag eina munadygga leiting, t.e. leitiboringar, eftir kolvetnum á teimum minni váðafullu økjunum, tí her liggur lykilin til seinni at seta í verk leiting, har basaltini eru tjúkkri. Sagt við øðrum orðum, so er landssynningshornið av føroyska landgrunninum lopfjølin inn í eina møguliga oljuframtíð.


Landsstýrismaðurin vísti annars á, at tað er ov tíðliga at siga nakað endaligt um, hvussu nógvar leitiboringar talan kann gerast um, men hann metti , at góðir møguleikar eru fyri at fáa eina skilagóða leiting setta í verk og talan verður í hvussu er um nakrar leitiboringar. Roknað verður við, at fyrstu boringarnar verða komandi ár.


Í útlendskum fjølmiðlum, sum skriva um oljuvinnu, verður stundum skrivað um leiting á føroyskum økjum. Tað er einki yvir at dylja, at úrslitini vestan fyri Hetland og Hebridurnar hava verið lakari í ár, enn menn høvdu vónað. Okkurt tíðarrit hevur tí nevnt, at vónirnar til Atlantsmótið nú eru knýttar at boringum á føroyskum øki komandi ár.


Til hetta segði Eyðun Elttør, at tað kann nú vera at so er, men úrslitini higartil í ár eiga eisini at minna okkum um, at hóast oljuvinnan og okkara egnu jarðfrøðingar meta tað sannlíkt, at olja fjalir seg í undirgrundini, so er júst ikki talan um annað enn møguleikar ella sannlíki til oljan er funnin og staðfest er, at nøgdirnar eru somikið stórar, at framleiðsla spyrst burturúr. Vanliga útsøgnin um, at ?oljufeløgini høvdu ikki verið her, um tey ikki vistu okkurt? dugir ikki til at byggja sína framtíð á, tí oljuvinnan er altíð á veiðuferð eftir nýggjum oljukeldum at seta í staðin fyri tær gomlu.


-Hjá okkum ræður framhaldandi um, at fyrireika okkum sum um tað er olja, men bera okkum at sum um hon ikki er.


Fyritøkur fyrireika seg

Fleiri føroyskar fyritøkur hava longu fyrireikað seg væl til avbjóðingarnar, ið oljuvinnan setir. M.a. hava nakrar fyritøkur fingið góðskustýringsskipanir fyri at nøkta krøvini, ið oljuvinnan setir til sínar veitarar, og dømi eru um, at føroyskar fyritøkur longu nú arbeiða í bretsku og norsku oljuvinnuni. Hendan gongdin vísir, helt landsstýrismaðurin fyri, at føroyskt vinnlív tekur við møguleikunum, sum nýggja vinnan gevur og hann helt fram:


-Oljuleitingin, sum nú byrjar á føroyskum øki, gevur føroyskum vinnulívi nakrar nýggjar møguleikar, hóast vit rokna við, at virksemið fyrstu árini verður bæði avmarkað og óstøðugt. Landsstýrið leggur stóran dent á at tryggja, at føroyskar fyritøkur sleppa uppí part, tá talan verður um veitingar til loyvishavarar á føroyskum øki. Samstundis leggja vit stóran dent á at tryggja, at loyvishavarar á føroyskum øki eru við til at fjøltátta og altjóðagera føroysku vinnuna, soleiðis at partar av okkara vinnulívi kunnu klára at kappast um arbeiðsuppgávur í oljuvinnuni í okkara grannalondum.


Málið eigur at vera, at leitiskeiðið ? um oljuframleiðsla ikki spyrst burturúr ? førir til eina burðardygga førleikamenning, ið kemur at lætta um atgongdina hjá føroyskum fyritøkum, tá ið tær søkja sær marknaðir uttanfyri Føroyar. Í treytunum, sum verða settar loyvishavarum á føroyskum øki, er tí ásett, at skipast skal fyri førleikamenning í føroyskum vinnulívi.




nýggj grein um tað sama


Hava fyrireikað

okkum væl



Jan Müller


Eyðun Elttør nam eisini undir viðgerðini av løgmansrøðuni við tað drúgva fyrireikingarbeiðið, sum er gjørt undan fyrstu loyvisgevningini. Hann vísti á, at tað frá almennari síðu eru gjørdar nógvar fyrireikingar til oljuleiting, ikki bara í Oljumálastýrinum og Jarðfrøðisavninum, men í umsitingini sum heild. Her kann serliga verða nevnt arbeiðið, sum í løtuni verður gjørt í sambandi við tilbúgvingarætlanina. Talan er um eina rættiliga fjølbroytta verkætlan, ið flestu aðalstýrini onkursvegna eru uppí, t.d. verður ætlanin fyriskipað av Vinnumálastýrinum, Fiskimálastýrið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini til havs, Almanna- og heilsumálastýrið av m.a. sjúkrahústilbúgvingini, Løgmansskrivstovan av møguligum lógarbroytingum og millumlandaviðurskiftum, meðan Oljumálastýrið hevur ábyrgdina av tí partinum, sum beinleiðis hevur við frálandsvirksemið at gera. Sum heild gongur hetta arbeiðið væl, men talan er um eina stóra uppgávu, sum krevur gott samstarvsstev millum allar teir luttakandi partarnar segði landsstýrismaðurin.


Áðrenn uppskotið um fyrsta útbjóðingarumfarið varð latið løgtinginum seinasta heyst helt landsstýrismaðurin ein fund við reiðara- og manningarfeløgini, har greitt var frá útboðsøki og væntaðum virksemi. -Tað er sera umráðandi, at vit allatíðina kunna um oljuvirksemið, soleiðis at fiskivinnan og oljuvinnan kunnu samstarva so skynsamt sum møguligt. Ætlanin er tí seinni í heyst at skipa fyri líknandi fundi, har greitt verður frá, hvørjar avleiðingar oljuleitingin, t.e. bæði leitiboringar og seismikkur, kann hava fyri fiskiskap á leiðunum, har leitað verður. Møguliga eigur eitt fast samstarvsforum at verða skipað. Sambært kolvetnislógini skal ein endurgjalds- og skaðabótanevnd setast við umboðum fyri fiskivinnufeløgini og loyvishavarar til oljuleiting. Oljumálastýrið fer at taka stig til, at henda nevndin verður mannað skjótast møguligt.


Sambært kolvetnislógini skal landsstýrismaðurin annaðhvørt ár lata løgtinginum eina frágreiðing, ið skal vera grundarlag undir einum oljupolitiskum orðaskifti á løgtingi. Tá útbjóðingarlógin varð løgd fyri løgtingið í fjør, nevndi Eyðun Elttør, at hon kom ístaðin fyri frágreiðingina, sum av røttum átti at verið løgd fram fyrstu ferð í 1999. Samstundis varð nevnt, at ætlanin var at lata løgtinginum eina frágreiðing, tá leitingarloyvini eru latin. Miðað verður eftir at gera eina frágreiðing, sum kann fevna eitt sindur breiðari enn bara um sjálva loyvisveitingina. Ætlanin er at greiða frá tí sum longu er hent á oljuøkinum, t.d. umhvørviskanningum, granskingarætlanum, útbúgvingum, vinnumenning o.s.fr. Í øðrum londum verður ætlað um ókendu kolvetnisnøgdirnar ? t.e. nøgdir, ið ikki eru staðfestar við boringum ? men nøgdir, sum mettar verða at fjala seg í undirgrundini. Slíkar metingar hava vit higartil ikki gjørt í Føroyum, m.a. tí torført er at ætla um hesi viðurskifti á basaltøkjunum. Frágreiðingin í heyst fer at geva eitt boð uppá, hvørjar kolvetnisnøgdir talan kann vera um í pørtum av føroyska økinum.