Seta hol á nýtt skeið í føroyskari vinnusøgu

-Vit byrja í dag eitt nýtt skeið í føroyskari vinnusøgu. Eftir drúgvt stríð um rættindini til ráevni í undirgrundini, drúgvar markna-samráðingar og drúgvar fyrireikingar av ymiskum slag, kunnu vit í dag lata 12 oljufeløgum tilsamans 7 loyvi til leiting eftir og vónandi eisini framleiðslu av kolvetnum segði Eyðun Elttør, tá hann í gjár handaði fyrstu loyvi at bora eftir olju og gassi nakrantíð á føroyska landgrunninum

Landsstýrismaðurin vísti á, at yvirtøkan av málsøkinum ?ráevni í undirgrundini? telist millum stóru ósemjurnar, ið verið hava millum føroyskar myndugleikar og donsku ríkisstjórnina. Talan var um eina ósemju, har báðir partar í langa tíð førdu løgfrøðiliga próvgrundir fyri sínum sjónarmiðum. Frá føroyskari síðu vórðu skrivað fleiri álit, sum gjølliga lýstu hetta málið úr øllum hugsandi løgfrøðiligum sjónarhornum.

- Um tað vóru løgfrøðiligu próvgrundirnar ella politikkur, sum at enda loystu málið, kunnu vit tjakast um segði landsstýrismaðurin og vísti á, at lítil ivi er um, at arbeiðið við yvirtøkuni legði støði undir eina nýggja siðvenju í Føroyum, tí fyri yvirtøkuna hevði ikki altíð verið vanligt við so víðfevndum fakligum fyrireikingum.

Eftir yvirtøkuna av ráevnunum í 1992 varð farið undir at fyrireika forkanningar og seinni veruliga oljuleiting. Aftur var talan um fakligar fyrireikingar á sera høgum stigi, soleiðis sum drúgvu og vælgrundaðu álitini, sum Oljuráðleggingarnevndin lat úr hondum í 1993 og 1997, eru dømi um.

Henda siðvenjan við at fyrireika seg væl fakliga er vorðin natúrligur partur av allari oljugongdini.

-Tað verður mangan sagt, at mongu álitini og frágreiðingarnar, ið skrivað verða til almennu umsitingina eru spill av pengum, tí tey verða ikki brúkt. Soleiðis er ikki við álitunum frá Oljuráðleggingarnevndunum, sum javnan verða havd á hondum í dagligu kolvetnisumsitingini ? og enn hava vit ikki sett í verk alt tað, sum seinna álitið leggur upp til.

Samstarvið millum Oljuráðleggingarnevndirnar og byrjandi føroysku oljuumsitingina hevur verið við til at tryggja, at vit hava fingið eina fyrisiting, sum leggur dent á fakligan førleika og fakligan stoltleika, bæði tá mál verða fyrireikað og tá tey verða greidd til avgerðar.

Lat meg tí siga, at loyvini, sum ídag verða latin umsøkjarum, eru í samsvari við tær innstillingar, sum umsitingin hevur gjørt við fak-ligum atlitum og út frá metingarstøðinum, ið nevnt varð í útbjóðingartilfarinum.

Eg kann eisini nevna, at Oljumálastýrið hevur boðið umsøkjarum, sum ikki hava havt eydnuna við sær í hesum umfarinum, til eina eftirmeting av teirra umsóknum.


Frá forkanningum til oljuleiting

Fyrsta skeiðið í eini oljuverkætlan verður vanliga umtalað sum forkanningarskeiðið. Tað byrjaði í føroyskum høpi fyri góðum seks árum síðani, tá Western Geophysical fór undir fyrstu seismisku kanningarnar. Síðani eru nýttar stórar peningaupphæddir til kanningar og til viðgerð og tulking av kanningarúrslitum.

Hetta virksemið hevur ikki havt stórvegis árin á føroyska samfelagið, samfelagsbúskapin ella vinnulívið.

Forkanningarskeiðið eigur at verða fatað sum eitt slag av marknaðarføring, tí stórar mongdir av vitan eru savnaðar saman hesi árini og hevur tað styrkt um áhugan fyri føroyska landgrunninum. Uttan forkanningar høvdu myndugleikarnir ikki havt grundarlag fyri at mett um, hvørji øki áttu at verið bjóðað út og til hvørjar treytir. Oljufeløgini høvdu hinvegin heldur ikki havt grundarlag fyri at gjørt sínar metingar av økinum og givið tilboð í samsvari við teirra niðurstøður vísti landsstýrismaðurin á og helt fram:

- Sagt verður, at neyvan nakað økið er so væl kannað sum tað føroyska, áðrenn fyrsta útbjóðingarumfar hevur verið. Mett verður, at farast kann beinleiðis undir leitiboringar á fleiri loyvisøkjum uttan nevnivert av kanningum afturat.

Nú fara vit so undir annað skeið, nevniliga veruliga oljuleiting. Í hesum skeiðnum verður vónandi staðfest, at føroyski landgrunnurin goymir oljuleiðir, sum tað loysir seg at framleiða burturúr. Gongur leitingin væl, kunnu kolvetniskeldur verða funnar á føroyskum øki um rættiliga stutta tíð.

Umráðandi er, at vit búgva samfelagið og samfelagsskipaninar út til at taka við slíkum avbjóðingum, um tær skuldu komið segði Eyðun Elttør, sum her serstakliga hugsaði um skipanarlig viðurskifti sum búskaparstýring, broytingar á arbeiðsmarknaðinum, mentanarbroytingar o.s.fr. Hinvegin eiga vit framhaldandi at vera varin við at gera íløgur við atliti at komandi oljuframleiðslu legði hann aftrat.

Eyðun Elttør gjørdu teimum mongu føroysku og útlendsku áhoyrarunum greitt, at vit fyribils eiga at hava í huga, at talan er um oljuleiting ikki oljuframleiðslu. Mong dømi eru um samfeløg, sum hava havt stórar vónir til oljuleiting uttan at framleiðsla spurdist burturúr. Men sjálv leitingin kann eisini geva nakað av sær og verða við til at menna føroyskt vinnulív.

- Leitivirksemið skal ganga úr Føroyum vísti hann á og segði og í sambandi við loyvisveitingina er dentur lagdur á, at oljufeløgini samstarva við føroyskt vinnulív á ein hátt, sum ger vinnuna betri føra fyri at taka á seg arbeiðsuppgávur uttanfyri Føroyar. Ætlanin er, at samstarvið millum føroyskt vinnulív og loyvishavararnar skal lætta um altjóðagerðingina hjá føroyskari vinnu, soleiðis at hon hevur lættari við at søkja sær marknaðir í útlondum. -Eg kann í hesum sambandi nevna, at feløgini, sum í dag fáa leitiloyvi, eru sinnað yvir eitt 6-ára skeið at brúka slakar 100 milliónir krónur til vinnusamstarv, útbúgvingartiltøk o.l.

Vinnan hevur fyrireikað seg til oljuleiting í rættiliga rúma tíð og dømi eru longu um føroyskar fyritøkur, sum starvast í oljuvinnuni í okkara grannalondum.

Landsstýrismaðurin vísti á, at oljuleiting er kortini ikki bara ein avbjóðing fyri vinnulívið. Talan er eisini um eina stóra avbjóðing fyri føroyskar myndugleikar. Í sambandi við forkanningarnar hava tað mestum bara verið Oljumálastýrið, Jarðfrøðisavnið og Vaktar- & bjargingartænastan, sum hava havt beinleiðis arbeiðsuppgávur av kanningarvirkseminum.

Nú verður annarleiðis, tí nú verða nógvir myndugleikar onkursvegna við í fyrisitingini. Her kunnu nevnast uppgávur sum arbeiðsloyvi, umhvørvisgóðkenningar, radio- og fjarskiftis-loyvi, góðkenningar á heilsuøkinum o.s.fr.

- Tað er mín vón og ? við tilbúgvingarverkætlanini í huga ? so vænti eg eisini, at umsitingin fær í lag eitt dygdargott samstarv, soleiðis at myndugleika- uppgávurnar í sambandi við oljuleitingina verða greiddar til fulnar.


Samstarvspartar ikki mótpartar

Eyðun Elttør segði víðari, at tað hevur verið sagt, at oljufeløgini eru okkara mótpartar, at vit mugu ansa okkum fyri teimum og seta krøv til teirra. Feløgini eiga ikki at kunna hóreiggja sær, sum tað passar teimum, oyðileggja okkara náttúru, mentan, vinnumynstur, og fara avstað við okkara ríkidømi, so at vit at enda standa eftir við ongum uttan einum skamfarnum samfelagi.

- Sjálvandi skulu vit ansa okkum, í hesum eins og í øllum øðrum viðurskiftum. Eftir míni meting skal hetta tó ikki gerast við at síggja oljufeløgini sum okkara mótstøðupart í einum og øllum. Vit skulu heldur halda fram sum higartil og vera ein tryggur og sannførandi samstarvspartur hjá oljufeløgunum, eins og øllum øðrum viðkomandi pørtum í hesi umfatandi vinnu segði hann og vísti á, at í veruleikanum eru oljufeløgini í nógvum lutum fult so nógv okkara samstarvsfelagi sum okkara mótpartur. Tey verða stýrd og mannað av menniskjum av kjøti og blóði, sum eins og vit hava alsk og virðing fyri náttúru og mentanarligum virðum, og sum har afturat kunnu veita okkum eina vitan og kunnleika, sum vit kunnu fáa stórt gagn av.

Ein grundleggjandi munur millum forkanningar-skeiðið og leitiskeiðið er, at leitiloyvini, sum í dag fyri fyrstu ferð verða latin, geva feløgunum nakað í býti fyri leitiskyldurnar, nevniliga rættin til tey kolvetni, sum vónandi eru at finna í undirgrundini á teimum veittu loyvisøkjunum.Og hetta avspeglar eisini tann grundleggjandi felags áhugan vit hava við feløgini at troyta tað oljuríkidømi, sum møguliga fjalir seg í okkara undirgrund.

-Tað sigur seg sjálvt, segði landsstýrismaðurin víðari, at báðir partar hvør í sínum lagi ynskja at ogna sær sjálvum ein so stóran part av hesum ríkidømi, sum gjørligt. Tað eru vit, sum frá byrjan eiga rættin til ráevnini í undirgrundini, og tað er tí okkara lutur at smíða treytirnar, sum skulu stýra oljuvirkseminum. Men um treytirnar ikki verða gjørdar í virðing fyri áhugamálunum hjá báðum pørtum, spyrst neyvan nakað gott burturúr í seinasta enda.

Samstarvið er longu byrjað. Ikki bert millum føroyskar myndugleikar og oljufeløgini, men á so nógvum økjum. Á vinnuøkinum, á útbúgvingar-økinum og á granskingarøkinum, har samstarv er millum oljufeløgini og føroyskar kanningastovnar, einamest á náttúru- og umhvørvisøkinum.

Alt hetta tekur støði í ætlaða oljuvirkseminum, men samstundis kastar tað av sær vitan og kunnleika og hjálpir til at seta í verk tiltøk, sum eru samfelagnum at gagni í so nógvar aðrar mátar.

Talan er tí um eina nýggja og umfatandi vinnugrein, sum so sanniliga setur okkum stórar avbjóðingar, men sum samstundis kann verða við til at menna okkara samfelag, vinnuliga, mentanarliga og búskaparliga. Oljufeløgini skulu vita, at vit seta teimum krøv, men at vit samstundis ynskja teimum vælkomnum til eitt vónandi langt og mennandi samstarv til gagns fyri báðar partar.


Loyvistilgongdin

Tá freistin at søkja um leitiloyvi var úti 17. mai, høvdu 17 oljufeløg, skipað í 8 umsóknarbólkar, søkt um tilsamans 22 loyvi. Ein umsókn er seinni tikin aftur. -Tað er einki dulsmál, at stór umskaring hevur verið millum umsóknirnar, serliga í lands-synningshorninum á føroyska landgrunninum. Harafturat hava nakrar umsóknir verið soleiðis skipaðar, at umsøkjarin bara vildi átaka sær leitiskyldur í ávísum øki, um hann eisin fekk tillutað annað øki segði Eyðun Elttør og legði dent á, at teir høvdu helst viljað gingið umsóknum frá øllum umsøkjarunum á møti, soleiðis at fleiri verða um at lyfta byrðuna, tá oljuleitingin verður flutt longri inn á landgrunnin, har basaltfláirnar eru tjúkkari og avbjóðingarnar verða somikið størri.

- Tað hevur kortini ikki verið møguligt at býta fáu basaltfríu teigarnar soleiðis, at allir umsøkjarar kunnu fáa ein part. Harða kappingin um teigarnar í landssynningshorninum hevur eisini havt við sær, at eingin umsøkjari hevur fingið alt tað, ið hann hevði søkt um. Vit hava roynt at hildið eina javnvág ímillum ynski um flest møguligar boringar og tað ikki at krevja fleiri boringar enn jarðfrøðin í økinum krevur.

Endaliga úrslitið er, at fýra 6-ára loyvi við skyldum at gera leitiboringar verða givin í landssynningshorninum. Hetta gevur tilsamans 8 leitiboringar komandi árini. Harafturat verða givin trý 9-ára loyvi við skyldum at gera ymiskar fyrireikandi kanningar, men ikki leitiboringar.

Landsstýrismaðurin takkaði at enda teimum umsøkjarunum, sum ikki høvdu eydnuna við sær í hesum umfarinum, fyri arbeiðið, sum teir hava lagt í virksemið á føroyska landgrunninum higartil. -Tað er mín vón, at hesi feløgini hava hug at royna seg aftur í seinni umførum. Samstundis fari eg at ynskja okkara komandi loyvishavarum til lukku við loyvunum og góða eydnu við leitingini. Vit gleða okkum til eitt gott og mennandi samstarv komandi árini.