fer í nógvum at byggja á tær royndir, sum Danbor Service hevur gjørt í Esbjerg nú gjøgnum 20 ár. Í dag er hetta einasti oljubasin í Danmark og veitir hann nógvar ymsar tænastur til oljuvinnuna í Norðsjónum [...] tí tað fæst m.a. ikki innflutnignsloyvi til skip. -Hví ikki gera sum í Noregi og í Danmar, har fyrisitingin hjá oljufeløgunum er í høvuðsstaðnum og sjálv operationskontórini liggja úti um landið. Í Noregi [...] Danbor Service í Esbjerg. Talan er um fyritøkuna Norserv, sum eisini arbeiðir í Noregi. Møguliga verður oljuútgerðarhavnin marknaðarførd undir hesum navninum. Byrjaði í apríl 1996 Tað var í apríl 1996, at
høvuðstilfeingi okkara í øldir, og ullarmentan okkara er rík. Framvegis hevur heimavirkið fastar røtur í fólkamentanini, og tað er undrunarvert, so stóran kunnleika, vitan og hegni konur okkara í bygd og bý - og [...] besta. Eftir mínum tykki eiga handlar í Føroyum, ið selja góðar heimavirkaðar ullvørur, ikki at vera ruslhandlar, men í staðin at leggja dent á at vísa, at her fæst einans tað besta. Alt annað er ein háð [...] er í skefti og slíðrar, messing, silvur ella perlumóðir í íbintræ ella mahogni, ger knívin til listahandverk, men tað er sniðið á blaði, skefti og slíðrum, ið ger grindaknívin til nakað serligt. Í mong
Havnar Kirkja fekk orgul longu í 1831 (hetta var fyrsta orglið í landinum), og gomul skjøl siga frá kóri í Havn í 1868, um nakað sama mundið, sum Bakar Hansen kom til Føroya. Í 1890 varð »Thorshavns Sangforening« [...] fjølbroytum konsertum í Havnini um hetta mundið. At kór kann hava sungið í kirkjuni á ólavsøku longu tá í tíðini, er slettis ikki óhugsandi. Til dømis verður sagt frá sera fjølbroyttari konsert í Havnar Kirkju [...] ) plagdi at ferðast í Føroyum um sumranar og spæla á konsert. Konsertlívið blómaði í Havnini í seinnu helvt av farnu øld, men doyði út um aldarskiftið. Umleið 1902 kom lív aftur í, tá hornorkestrini komu
Soleiðis er allur línuflotin at kalla í dag, sigur Rólant Poulsen. Í rættiliga góðum standi. Gott gamalt Morgunstjørnan er fyrsta stálskipið, sum er smíðað í Føroyum. Men nú er mestsum bara skrokkurin eftir [...] bíligari í rakstri, so leingi oljuprísirnir eru so lágir, sum teir eru nú. Rólant Poulsen vísir á, at tað er sera umráðandi, at uppboðssølan verður verðandi. Verður hon burtur, fer prísurin í botn aftur [...] Morgunstjørnuni. Sum í 801unum Morgunstjørnan eigur 11 fiskidagar eftir undir Føroyum í hesum fiskiárinum, umframt ein íslandstúr. Teir ætla at fara undir Føroyar fyrst og síðani til Íslands, nú umvælingin verður
høvdu heintað í Mykinesi. Eitt sindur sjáldsamt hjá fremmandafólkunum at sigla so tætt undir ritunum, sum eiga í gjónni. Onkur var eitt sindur ivasamur, hvørt tær nú mundu fara at skvetta í høvdið á gestunum [...] ur út gjøgnum opnu kirkjudyrnar í Mykinesi. Stór mannfjød stóð uttan fyri, eins og onkur skotraðist í durunum. Danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rassmussen vitjaði í Mykinesi saman við Anfinni Kallsberg [...] Góður gongumaður Í søguni um Barbaru, sum flestir føroyingar kenna, varð Harra Pál ( Poul) ein túr í Mykinesi. Ein lagnutúrur kann av sonnum sigast, at hann gjørdist. Barbara var ikki við. Í dag var tað Barbara
vansar liggja sjálvandi eisini í pakkanum. Útbúgvingarmøguleikarnir í ES hava vit atgongd til í dag, eftirsum at vit utan hóvasták kunnu kalla okkum danir við einum reyðum passi í lummanum. Haraftrat eru fleiri [...] og tað koma vit undir øllum umstøðum at hava í nógv Harrans ár afturat. Serliga eftir at Tjóðveldisflokkurin er farin at vakla í sínum grundhugsjónum. Nú landsstýrið hevur etið kongshús-gularótina, fer [...] føroyingar hava fingið tillutað okkara ábyrgd í ríkinum, og hægsti myndugleikin í Føroyum er okkara løgmaður. Hann hevur eisini ábyrgdina av sínum monnum í Tinganesi. Um landsstýrismenn ikki kunna røkja
ið nakrantíð hevur verið at sæð í hesum landi. Frá fyrsta bríksli var eingin ivi um, at Kim vildi hava gøtumenn niður við nakkanum. Í fyrsta minutti dettur ein HB´ari í GÍ brotsteiginum, og heilt óvæntað [...] máttu nú leika 10 manns meginpartin av dystinum, og av tí at eingin eykamálverji var, máttu teir seta ein av bestu útileikarunum at verja málið. Somuleiðis í fyrra hálvleiki boksar ein HB´ari bóltin í egnum [...] egnum brotsteigi, men nei - gøtumenn fáa ikki brotsspark. Í seinna hálvleiki var trunkaspæl í HB brotsteiginum, í útvarpinum varð sagt, at HB´arnir bjargaðu tríggjar ferðir á málstrikuni, men fleiri av
dyrka lendi í seinastu øld og sjálvir at giftast. Hetta var ikki sjálvfylgja áðrenn. Hellurnar er eitt úrslit av tí milda ráki, sum møtti tí fátæka manninum í seinastu øld víða um í Europa og sum í Føroyum [...] stendur yvir Rustini niður á bygdina. í dag er onki forstýrilsi, sum í gjáramorgunin, tá mánin fann upp á at koma fyri sólina eina løtu, og forstýra alt livandi í bygdini. Tað er fagrasta summarveður. [...] alilaksi í teim mongu ringunum á fjørðinum. Við sjovarmálan er sjógvurin sum steinrunnin og hetta boðar frá, at kyrra er víða um í Norðuratlantshavi. Bygdin er ikki rættuliga vaknað enn og ei undur er í. Leygardagin
fíggjarlig loysn fæst á báðum økjum í senn. Viðmerking til IM og LLP Í viðmerkingum í bløðunum týsdagin vóru Lisbeth L. Petersen og Ingi Mohr ikki sørt fortørnaði um, at eg glaðbeintur skal hava sagt í eini blaðsamrøðu [...] in eisini hevur mælt til í sínum áliti, ið handað varð løgmanni í fjørheyst. Og soleiðis sum ikki minst Tórshavnar kommuna í áravís dúgliga hevur stríðst og talað fyri. Men nú fíggjarligu avleiðingarnar [...] sum eitt nú Ingi Mohr sigur seg vera talsmann fyri! Sjálvur sigur arbeiðsbólkurin soleiðis í niðurstøðu sínari: »Tá ið inntøkan hjá landskassanum av almannaútreiðslunum, sum kommurnar krevja inn í løtuni
tuna í Føroyum. Men hann heldur ikki, at tað er rætt av landinum at átaka sær skipanina so leingi vit hava Atlantsflog, sum fæst við flúgving frammanundan. Hann sigur, at tí er ein kanning sett í verk [...] ikki í, at vit fáa eina betri tænastu, tá ið vit hava yvirtikið hana. ? Danska tænastan hevur bara eina tyrlu í Føroyum. Og ein tyrla kann sjálvandi ikki altíð vera tøk, tí hon kann verða burtur í ørindum [...] ? Tað fer at kosta einar 8-10 milliónir at yvirtaka tyrlutænastuna, sum danska sjóverjan nú røkir í Føroyum. ? Men tá ið vit hava yvirtikið tænastuni, fáa vit eina tryggari skipan, enn vit hava havt. Hetta