? Tað fer at kosta einar 8-10 milliónir at yvirtaka tyrlutænastuna, sum danska sjóverjan nú røkir í Føroyum.
? Men tá ið vit hava yvirtikið tænastuni, fáa vit eina tryggari skipan, enn vit hava havt.
Hetta sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.
Hann sigur, at orsøkin til, at hann vil hava tænastuna á føroyskar hendur, er óvissan, sum hevur tikið so upp um donsku tænastuna.
? Í fjør mundi hon hildið uppat. Síðani hevur verið framm um, at teir mangla flogskiparar o.s.fr. Og tað er ongin, sum kann tryggja okkum, hvørja tænastu vit fáa frá donsku tyrluni í framtíðini.
Landsstýrismaðurin sigur, at alt hetta vísir okkum, at tað verður truplari og truplari hjá dønum at varðveita tyrlutænastuna í Føroyum.
Men hann heldur ikki, at tað er rætt av landinum at átaka sær skipanina so leingi vit hava Atlantsflog, sum fæst við flúgving frammanundan.
Hann sigur, at tí er ein kanning sett í verk at vita, hvat Atlantsflog kann átaka sær hesa uppgávuna fyri. Tvs. at landið keypir tænastuna frá Atlantsflog.
Jørgen Niclasen sigur, at ætlanin er at leggja málið í tingið saman við fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár, so kann tingið taka støðu.
Tað, sum hann hugsar sær, er, at Atlantsflog skal átaka sær LOB, sjúkraflutning, umframt tænastuna sum nú er.
Men tað fer at krevja, at Atlantsflog fær eina tyrlu afturat, umframt, at manning er til taks á vakt alla tíðina.
Jørgen Niclasen sigur, at hann ivast ikki í, at vit fáa eina betri tænastu, tá ið vit hava yvirtikið hana.
? Danska tænastan hevur bara eina tyrlu í Føroyum. Og ein tyrla kann sjálvandi ikki altíð vera tøk, tí hon kann verða burtur í ørindum, tað skulu skifta eykalutir, ella tað kunnu verða aðrar orsøkir til, at hon ikki er tøk.
So tað er sjálvsagt, at ein tænasta við tveimum tyrlum er tryggari enn ein tænasta við bara einari tyrlu.
Jørgen Niclasen heldur, at tað er ringt at gera neyð og hjálapararbeiðið upp í pengum. Og ein tyrlutænasta hevur ómetaligan týdning hjá eini lítlari fiskivinnutjóð í einum oyggjalandi, sigur hann.
Hann sigur, at tann føroyska tyrlutænastan fer væntandi at kosta ímillum átta og 10 milliónir um ári og hann ætlar at tænastan skal verða yvirtikin komandi ár.