Hendan spurningin fáa vit ikki svar uppá her á foldum, men bílian sigur, at Harrans vegir eru ikki okkara vegir, og dagar okkara eru taldir, áðrenn vit eru gitin á móðurlívi. Alt títt lív vart tú nívd av stórum [...] sá upp til hann og elskaði hann yvir alt. Stuttligt var at síggja hvussu væl tit skiltu hvørt annað á ein serstakan hátt, ið ongin annar skilti. Nú eru tit saman aftur, og gleðin er stór heima í Himli hjá [...] skulu møtast. Longsulin eftir tykkum er stórur, men størstur hjá tykkum, Ida, Bjørn, Svenning og Bjarni, nú tit hava mist tvey av tykkara kæru. Má Harrin styrkja tykkum í hesi sváru tíð. Lítla ljósi nú
(før. tíð)? Mong sótu sum á nálum ? munnu teir fara at klára tað? Og onkur kanska hugsaði, at slíkt fór Gud aldrin at loyva. Men tá ið klokkan var fýra minuttir í trý hoyrdist á røddini í radionum, at nú [...] nú var okkurt við at henda ? og rætt var ? menniskjan kláraði tað, hon steig niður á mánan!?!?!? --- og vit hoyrdu Neil Armstrong siga nakað, sum hann síðani hevur verið siteraður fyri óteljandi ferðir: [...] stigu niður við boðunum: »Friður á jørð«, tá hugdi tú bilsin at vakrastu sjón, og hoyrdi teir boða hirðunum vón. Tú kundi ei fata Høvdingan mæta, men lýsti bert fagur á dimmastu lón. Høvdingi friðarins
kirkjukórið hjá Waagstein á skránni á ólavsøku? Gamlir sangarar minnast, at til ólavsøkuguðstænastuna sungu tey millum annað tey gomlu, føroysku sálmaløgini, sum Waagstein tók upp á fonograf og teknaði upp [...] stjórnaði eisini blandaðum kóri á ólavsøku, bæði í kirkjuni og á Tinghúsvøllinum. Eftir at Havnar Sangfelag datt niðurfyri fyrst í sekstiárunum, røkti Kristiliga Sangkórið kirkjusangin á ólavsøku í eini 20 ár - [...] gav tey út í nótahefti. Tað var á ólavsøku, at kirkjufólkið á fyrsta sinni slapp at syngja ( og eisini hoyra kótið framføra) sálmar sum »Harra Guð títt dýra navn og æra« á føroyskum og við føroyskum løgum
ikki er viðgjørt á rættan hátt. Kommunurnar vísa í mótmælisskrivinum á, at tað loyvið, sum SEV fekk í 1983, fevndi um at gera Eiði 1 á norður- vestursíðuni á Eysturoynni, og Eiði 3 á norður- eystursíðuni [...] nakað fyrilit er tikið fyri, hvørja ávirkan hetta fær á umhvørvið, vistfrøðina, vinnulívið o.s.fr. á Skálafjørðinum. Komunurnar heita tessvegna á landsstýrismannin, í umhvørvismálum um at steðga SEV í [...] ávirkað javnvágina ímillum feskt vatn og saltvatn í Funningsfirði og Skálafirði, hevur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni áður sagt í eini grein í Oyggjatíðindum. Úrslitið av tí mótmælinum
tá Bjarni Johansen sendi langar bóltar fram á HB hálvuna. VB fekk eitt mál í 1. hálvleiki, og í Vági halda tey, at hetta átti at verið uppá tal at vera ársins mál. Krzysztof Popczynski fekk fatur á bóltinum [...] Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Hans Fróði Hansen, Bjarki Mohr ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Jens Erik Rasmussen, Hans Jørgen Djurhuus ? Andrew av Fløtum, Magni á Lakjuni [...] álopið, hann vann bóltar í luftini, men kanónin varð ongantíð so væl innstillað, sum hon var, tá hann á Svangaskarði javnaði móti Skotlandi. Óruddligt Talan var ongantíð um serliga væl skipað fótbóltsspæl
hesaferð byrjaðu Egil Zachariasen og Dánjal Petur Johansen í álopinum, meðan Jákup á Borg var á miðjuni. John Petersen byrjaði á beinkinum, eins og Sivic sjálvur gjørdi. Eisini stillaði B36 upp við flatari verju [...] hevði varhugan av, at jú longri tíð fór at ganga, áðrenn havnarliðið fekk hol á, jú torførari fór tað at vera at fáa hol á yvirhøvur. Tríggjar minuttir seinni legði Pól Thorsteinsson væl innfyri til Ninoslav [...] hava gjørt seg inn á ein sumbing inni í brotsteiginum. Tað førdi til, at Dánjal Petur Johansen, sum ikki er vanur at spæla í álopinum, varð tikin út. John Petersen varð settur inn á offensiva miðvøllin
men teir fingu ikki trivaligu leiðsluna at hvíla seg á. Niclas Niclassen, sum hevði sitið á beinkinum í 1. deild (Gunnar á Steig hevði eisini sitið á beinkinum og hann vardi KÍ málið í 3. deild), minkaði [...] møttu upp, men teir skavaðu tveir afturat á veg suður. Teir flestu vóru unglingar, og tað hilnaðist væl hjá teimum. Tá fyrra umfarið var hálvrunnið vóru teir á odda 3-0. Verjan hjá heimaliðnum var ill skipað [...] høvdu gott fólk, men teir megnaðu ikki at fáa mál, og teir á heimaliðnum vóru væl mannaðir og raskir. Korter var farið, tá Jónsvein Thomsen setti hol á við langskoti, sum dúkkaði undir tvørtrænum, og eitt korter
Hvønn leiklut høvdu Føroyar undir kalda krígnum? Hvat hevði hent við Føroyum, um kríggj brast á millum eystur og vestur? Hvør var uppgávan hjá NATO-støðini í Mjørkadali? Fekk Danmark fíggjarligan vinning [...] skjøl verða fingin til høldar ? bæði úr USA, Vestureuropa og Eystureuropa. Kanning skjótast gjørligt Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, setti fyrr í ár løgmanni fyrispurning um møguliga kanning í eystanfyri, [...] Friði, og árliga friðargongan úr Mjørkadali og til Havnar royndi ferð eftir ferð at seta ljóskastaran á bumbumálið í føroysku fjøllunum, sum NATO-støðin ofta varð rópt. ? Tað eru nógv ár síðani, at eg førdi
við á vøllinum á Svangaskarði eru aftur í hópinum. Gunnar á Steig skal hava dystarvenjing í 2. deild í dag, og Meinhardt Joensen verður eykamálverji í morgin. Niclas Niclassen spældi í 3. deild á Svangaskarði [...] verða hesi bæði liðini jøvn í stigum á fjóðra plássið. Sandoyingar kenna sín leiklut Sandoyingar síggja ikki so stóran mun á uppgávunum. Um tað er GÍ á heimavølli ella KÍ á útivølli ger næstan tað sama. Bitin [...] stutt inn í seinna hálvleik hevði lagt GÍ á odda 2-0. Málverjin Jens Martin Knudsen var komin við út á vøllin at fegnast saman við liðfeløgunum og var ikki komin upp á pláss aftur, tá HB byrjaði aftur og Uni
fyri dyrnar á blaðhúsinum á Argjum. Poul Nyrup Rasmussen steig úr bilinum, og varð móttikin av Eiriki Lindenskov, blaðstjóra. Forsætisráðharrin nýtti fyrstu løtuna at tosa við fólk. Starvsfólk á blaðnum og [...] og vóru komin inn á gólvið. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri, vísti síðan forsætisráðharranum húsið. Forsætisráðharrin var sera áhugaður í teimum teknisku broytingunum, sum eru á veg á blaðnum. Serliga stuttligt [...] fór Nyrup á fund við formann Javnaðarfloksins í blaðhúsinum. Av Sosialinum helt forsætisráðharrin fram við almennu skránni fyri vitjanina. Farið varð í Norðoyggjar, har vitjað varð í Klaksvík og á Viðareiði