Hvønn leiklut høvdu Føroyar undir kalda krígnum? Hvat hevði hent við Føroyum, um kríggj brast á millum eystur og vestur? Hvør var uppgávan hjá NATO-støðini í Mjørkadali? Fekk Danmark fíggjarligan vinning burtur úr NATO-støðini í Føroyum?
Tað eru bara nakrir av teimum spurningunum, sum føroyskir politikarar vilja hava svaraðar.
Løgtingið samtykti í fjør uppskot frá Tjóðveldisflokkinum um, at ein kanning skuldi gerast í skjalasøvnum í USA. Hetta skuldi gerast fyri at kanna viðurskiftini uttan um NATO-støðina í Mjørkadali. Tann kanningin er so væl ávegis, at hon verður løgd fyri tingið í heyst.
Men mikukvøldið avdúkaði danska sjónvarpsrásin TV2 partar av kanningini, sum enn ikki er almannagjørd enn.
Sambært TV2 fjaldi danska stjórnin vitan fyri føroyingum. NATO-støðin í Mjørkadali var ikki ein NATO-støð, men ein amerikansk hernaðarstøð, sum gekk undir fyri at verða ein NATO-støð, sum bert skuldi verða mannað av dønum.
Hesar avdúkingar eru í tráð við tað, sum størsta danska dagblaðið Jyllands-Posturin visti at siga fyrr í ár. Tá lak eisini út frá kanningarbólkinum, at tað vóru amerikanarar, sum høvdu støðina í Mjørkadali og ikki NATO.
Røttu myndina
Kanningin í USA roynir at lýsa leiklutin hjá Føroyum í kalda krígnum úr amerikanskum og annars vestureuropeiskum sjónarhorni.
Løgmaður vil ikki gera viðmerkingar til kanningina í USA fyrr enn hon verður almannagjørd, men hann vil hava, at ein kanning skal gerast eystanfyri eisini, so skjøl, sum eru at finna í eystureuropeiskum goymslum, eisini verða drigin fram í ljósi.
? Tá vit nú hava gjørt kanning í USA skulu vit eisini eystureystur at kanna skjøl. Annars fáa vit ikki røttu myndina av føroyska leiklutinum í kalda krígnum, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
? Tað skapar ójavnvág, um vit bert halda okkum til skjøl, sum vit finna í USA. Skjøl úr Eystureruopa kunna virka við til, at vit fáa røttu myndina av søguligu støðu Føroya í stórpolitiska spælinum.
Anfinn Kallsberg heldur eisini, at tað hevur týdning fyri framtíðar søgugransking, at øll neyðug skjøl verða fingin til høldar ? bæði úr USA, Vestureuropa og Eystureuropa.
Kanning skjótast gjørligt
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, setti fyrr í ár løgmanni fyrispurning um møguliga kanning í eystanfyri, og tá svaraði løgmaður, at hann vildi virka fyri, at ein slík kanning varð gjørd.
Í løgmansrøðuni endurtók løgmaður hetta lyfti. Hann segði, at stig verða tikin til at gera ein kanning av skjølum í londunum, sum einaferð lógu eystanfyri jarntjaldið.
Og tá fíggjarlógin seinni í ár verður løgd fyri tingið, fer hon at innihalda eitt uppskot um at játta pengar til umrøddu kanningina.
? So skjótt sum endaliga játtanin er gjørd í løgtinginum, skal arbeiðið setast í gongd, lovar løgmaður.
? Tað hevur týdning, at vit til fulnar fáa lýst føroyska leiklutin í stórpolitiska spælinum eftir seinna heimsbardaga. Tað er umráðandi fyri framtíðina, at vit hava røttu myndina av fortíðini.
Danir fingu serligar treytir afturfyri
Kjartan Mørkøre var ein av stovnarunum av felagsskapinum Fólk fyri Friði, sum gjørdi nógv vart við seg í 80?unum. Kjartan Mørkøre luttók í kjakinum, og mótstøðan móti NATO-støðini í Mjørkadali var eitt av aðalmálinum hjá honum og felagsskapinum.
Hann heldur, at tað er rætt at kanna søguligu hendingarnar, sum hava við Føroyar at gera.
? Tað er eitt gott hugskot at gera ein kanning av skjølum eystanfyri eisini, tí annars fáa ikki vit eina rættvísandi søguliga mynd av føroysku støðuni í heimspolitikkinum, men ein slík kanning er ein heilt onnur kanning, enn tann sum nú er gjørd fyri at lýsa NATO-støðina í Mjørkadali.
»Út við NATO« var eitt av krøvunum hjá Fólk fyri Friði, og árliga friðargongan úr Mjørkadali og til Havnar royndi ferð eftir ferð at seta ljóskastaran á bumbumálið í føroysku fjøllunum, sum NATO-støðin ofta varð rópt.
? Tað eru nógv ár síðani, at eg førdi fram, at danir fingu serliga treytir í NATO, tí teir loyvdu amerikumonnum at hava eina hernaðarliga støð í Føroyum. Danmark hevði minni útreiðslur av tí sama, og teir fingu serligar gávur úr USA, sigur Kjartan Mørkøre sum viðmerking til, at tað nú er likið út frá kanningini, at tað vóru amerikanarar, sum høvdu støðina í Mjørkadali, og at føroyingar ikki skuldu vita um tað.
Javnvág í søguna
Kjartan Mørkøre bjóðar kanningini, sum løgmaður ynskir at gera eystanfyri, vælkomnari.
? Tað er gott, um tað verður gjørligt at seta Føroyar inn í ein samanhang millum risaveldini. Og kann ein kanning eystanfyri virka við til, at vit fáa røttu søguligu myndina fram, er tað gott. Um kanningin ikki kann brúkast til nakað, er tað bara spell, men hon skal gerast hóast tað, heldur Kjartan Mørkøre.
? Vit skulu hava javnvág í, og tað fáa vit best, um øll skjøl, sum kunnu leitast fram eystanfyri, verða tikin við.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, heldur, at orsøkin til, at løgmaður nú vil gera kanning eystanfyri, er ideologisk.
?Fólkaflokkurin heldur ivaleyst, at tá nú kanningar eru gjørdar í vesturlendskum skjølagoymslum, eiga vit eisini at fara eystureyftir, tí verða amerikanarar skurkar, hevði tað verið gott hjá teimum, um russarar eisini vórðu tað, heldur Jóannes Eidesgaard.
? Eg ivist í, hvat vit kunnu fáa burtur úr eini kanning eystarfyri, og tað er bara eitt sum er púra vist, og tað er, at hon fer at kosta nógvar pengar. Tað skulu vit verða púra greið yvir.
Løgmaður sigur, at kanningin eystanfyri skal gera av søguligum orsøkum, men tað tað heldur Jóannes Eidesgaard ikki, er týdningarmesta orsøkin hjá løgmanni.
? Men eg havi einki ímóti, at vit fáa røttu søguligu myndina fram, men vit skulu bara verða greið yvir, tað fer at kostar nógvar pengar, sigur Jóannes Eidesgaard.