komin heim til Tvøroyrar, eftir at hava vunnið sær sess í finaluni í "Stjerne for en aften" fríggjakvøldið. - Eg eri móð, so tað verður nokk ikki fyrr enn í morgin, at eg jubli og skríggi, segði Guðrun [...] hava sagt, at Guðrun til fyrsta umfar av kappingini ikki var í tí, sum fólkini hjá DR vildu, men beint undan framførsluni fór í aftur egin klæðir. Hesa útlegging av søguni váttar Guðrun tó ikki heilt, tó [...] spurningum í hesum døgum. Guðrun sigur, at hon hevur ikki beinleiðis nervar til finaluna, men hinvegin er hon sera spent og hon gleðir seg at hitta hinar luttakararnar aftur. Familjan var við í Danmark um
settur í, stórar løtur fyri meg. At bøta um korini hjá teimum við serligum avbjóðingum í oynni havi eg stríðst fyri í áravís, og tí var hetta ein sera søtur biti at fáa undir tonnina. Hann sigur, at privat [...] lívsleiðini. Men, hetta hevur ikki altíð verið so. Haldi, at hetta er komið, síðani eg setti meg í borgarstjórastólin, har tú millum ár og dag fær mangt og mikið hongt um hálsin. Um tú ikki dugir at sletta tað [...] nógvar íløgur í komandi ári, og tað kemur at krevja nógv av borgarstjóranum at halda eyga við øllum, men eg havi sett mær fyri, at eg skal brúka ta tíðina sum krevst til hetta. Hann sigur, at tá tú ert nógv
kvotur. Vit halda, at tá tað treingir saman um, eiga allir partar at taka lut í niðurskurðum. Men líkt er ikki til, at so er, sigur hann. Arni Hansen sigur, at felagið í Gøtu er kent fyri at síggja ljós upp [...] skipið kom í flotan, var stór umrøða í Sosialinum um søguna, sum hongur uppi í hesum skipi. Hana fara vit at lata liggja hesaferð. Ikki stálið... Tá Tróndu í Gøtu loysti á vestaru bryggju í Havn tíðliga [...] sum verður mett at vera hampiligur prísur. Tróndur í Gøtu kom í flotan um miðjan januar 1987 og kostaði tá einar 85 miljónir krónur. Hetta var nógvur peningur í sínari tíð, og tað gekk ikki long tíð, til
frið at arbeiða, ella ein setir teir frá, sigur Páll á Reynatúgvu. - Eg havi bert talað at, um ætlanir eru um at gera broytingar, fyri at fáa alt at hóska í ein avmarkaðan fíggjarkarm. Eg taki ikki støðu [...] er ikki, uttan at ein kunnar sandoyartingmenn og sandoyingar, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann vísir á, at hann sjálvur annar fekk í samgonguskjalið, at ferjan skuldi byggjast. Í hesum lá, at hon skuldi byggjast [...] Reynatúgvu er ikki heilt samdur við tíðindini um, at hann skal hava sagt, at sandoyarferjan skal byggjast í Føroyum og hjá Poul Mohr. Hann sigur seg bert hava mótmælt, at broytingar verða framdar í upprunaætlanini
Rækjuflotin Í blaðnum í gjár skjeyt Bjarni Petersen, skipari á rækjutrolaranum, Arctic Viking, upp, at føroysku rækjuskipini sleppa undir eina FAS-líknandi skipan, soleiðis at skipini hava ein møguleika at svara [...] hvørki verið at høgt ella stungið í og skjóta seg inn undir, at sleppa rækjuskipini undir eina tílíka skipan, fara aðrir veiðihættir at krevja tað sama. Støðan hjá rækjuflotanum er so álvarsom, at verða eingi [...] sigur, at fyri 8-9 árum síðan høvdu íslendingar heili 48 skip á Flemmish Kap; í dag hava teir trý. Hini sigla nú undir fremmandum fløggum, serliga baltiskum fløggum. Hann heldur, at hetta átti at verið
Føroyum, visti í morgun at siga, at skiparin á Skálabergi stundisliga í morgun var farin í land við sakførara og meklara sínum at hitta russiskar myndugleikar í eini roynd at loysa málið. - Bæði JFK-Trol og vit [...] hjalpa okkum. Tey í Keypmannahavn hava so sett seg í samband við myndugleikarnar í Moskva. Hann sigur, at nú skiparin á Skálabergi er farin í land í í morgun saman við sakførara og meklara at hitta myndugleikarnar [...] keðiligt, at skip og manning nú eru afturhildin á reduni í Murmansk í 14 dagar uttan at vita, hvussu verður. - Men eg haldi, at vit kortni mugu royna at loysa hetta mál á sømiligan hátt og í allari vi
ini í Álakeri øðrvísi og tryggari við atliti til smittuvanda, er ikki løgið. Hann dylur ikki fyri, at hann sjálvur er í vandabólki. - Eg eri nýrasjúkur og havi staðið á bíðilista til nýggj nýru í fimm [...] ristast, fer hetta eisini fram niðri í handlinum og niðan fyri bandið. Sri Jacobsen sigur, at tær avmarkingar, sum eru í handlinum, hava givið teimum meira samband við viðskiftafólkini - í fjarstøðu. - [...] eri eg í dialysu tríggjar ferðir um vikuna. So, eg havi alla orsøk til, at bæði eg sjálvur, míni starvsfólk og viðskiftafólk skulu kunna kenna seg trygg í handilshølunum. Í Sosialinum, sum er komin í dag
farnir undir lætta venjing í høllini í felagshølinum. Venjingin byrjar ikki av álvara fyrr enn í komandi viku, so í løtuni er tað mest sum bert fyri at halda seg í gongd, at menn venja. Vit spurdu Heine [...] valt at steðga við at spæla á toppinum í Danmark, fer Heine at royna seg sum leikandi venjara hjá føroyameistarunum úr HB. Hevði ætlað at sagt fótbóltinum farvæl Tá ið vit hittu Heine mikukvøldið í HB-húsinum [...] skipanina, og tað noyðist eg sjálvsagt at lurta eftir, tí Oddbjørn kemur avgjørt at hava nógv at siga. Heine Fernandez leggur afturat, at enn dugir hann ikki at meta um hópin, tí hann hevur bert havt tí
árið. Palli Skorheim sigur, at hann trívist væl í bilavinnuni, og hann heldur, at her liggur nógv spennandi fyri framman. - Bilavinnan stendur ikki í stað, og vit eru til reiðar at taka ímóti teimum avbjóðingum [...] Nordcar í Smiðjugerði 4 í Havn. Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, er ein størri samrøða við mannin, sum stendur á odda fyri bilasøluni. Eftir at hava búð aðrastaðni í meira enn 21 ár, flutti [...] koyrdi væl, og hann minnist, at bilurin koyrdi í eitt hálvt ár ella so. - Mær dámdi bilar, sum vóru eitt sindur sportsligir, men hetta vóru ikki dýrir bilar, tí ráð vóru ikki til tess. Eg visti eisini, hvør
heitt á meg um at stilla upp til fólkatingið, játtaði eg. -Eg vænti tó ikki at eg verði vald, tí eg eri enn eitt óskrivað blað í politikki. Men eg ynski kortini at stuðla flokkinum við at geva honum nakrar [...] upp, so er hon ikki óinteresserað í tí politiska arbeiðinum her á landi. Hetta fólkatingsvalið kann gerast skumpið hjá henni at fara víðari í tí heimliga politikkinum, har nógv mál eru at taka av. Sum [...] varaleiðari í Heimarøktini veit hon, hvat rørir seg innan viðurskiftini hjá teimum eldur í okkara samfelagi. -Hetta er eitt mál, sum ikki virkar nóg væl í dag. Her restar nógv í, sigur Kristbjørg. Fakta: