Fótbóltur
Hann er mest skorandi leikarin í søguni hjá donsku superligaini, og hann hevur eisini vunnið tvey donsk meistaraheitir við ávíkavist Silkeborg í 1994 og FC Keypmannahavn í 2001. Navnið er Heine Fernandez, og nú hann 37 ára gamal hevur valt at steðga við at spæla á toppinum í Danmark, fer Heine at royna seg sum leikandi venjara hjá føroyameistarunum úr HB.
Hevði ætlað at sagt fótbóltinum farvæl
Tá ið vit hittu Heine mikukvøldið í HB-húsinum, vóru einir tíggju av leikarunum júst farnir undir lætta venjing í høllini í felagshølinum. Venjingin byrjar ikki av álvara fyrr enn í komandi viku, so í løtuni er tað mest sum bert fyri at halda seg í gongd, at menn venja.
Vit spurdu Heine, hvussu tað bar til, at hann endaði sum venjari í Føroyum hjá HB:
- eg hevði avgjørt at siga fótbóltinum farvæl, nú sáttmálin hjá mær við AB gekk út á nýggjárinum, men so fekk eg fyrispurningin frá HB. Eg ivist rúma tíð, men bæði konan hjá mær og børnini hildu, at eg átti at taka av og royna hetta, tí annars fór eg óivað at angra tað seinni í lívinum.
Men hvat visti Heine Fernandez so um føroyskan fótbólt og viðurskiftini her?
- sjálvur kendi eg lítið og einki til føroyskan fótbólt og viðurskiftini, men tey kannaði eg so nærri. Eg tosaði við onkrar danir, ið hava verið venjarar her, og somuleiðis tosaði eg leingi við Nocko Jokovic, ið sum teimum flestu kunnugt leikti við HB fyri tveimum árum síðani. Nocko hevði bara alt gott at siga um felagið og fólkini í felagnum, og tað gjørdi eisini mína avgerð lættari. Sjálvur havi eg spælt her uppi einaferð við Silkeborg, men tað eru rættuliga nógv ár síðani ? og so kenni eg Toda Jónsson.
Altíð droymt um at gerast venjari
Heine Fernandez sigur, at hann altíð hevur droymt um at gerast venjari, men sum áðurnevnt hevði hann tó ætlað at sagt fótbóltinum farvæl nú um ársskiftið. Hann hevur onga venjaraútbúgving, men sjálvar sær hann ikki tað sum nakran trupulleika:
- tað er rætt, at eg ikki havi venjaraútbúgving, men hinvegin havi eg nærum 20 ára royndir frá bestu donsku deildini, og vónandi megni eg brúka hesar royndir til nakað positivt fyri HB. Haraftrat havi eg havt ómetaliga nógvar venjarar, sum allir hava verið ymiskir hvør á sín hátt, og tað lærir man eisini nógv av. Eitt kvøldið herfyri sat eg og taldi, hvussu nógvar venjarar, ið eg havi havt í superligaini, og tað eru ikki færri enn 16! Nú ætli eg mær so at taka tað besta frá hvørjum einstøkum av teimum 16 og blanda tað saman eftir mínum tykki.
Bólturin skal altíð verða við í venjingini
Ein brennandi spurningur hjá leikarunum, tá ið fótbóltsfeløgini fara undir venjingina aftur, er um tað verður byrjað við harðari kropsligari venjing og lítlum ella ongum bóltspæli, ella um tað verður byrjað við bóltspæli. Hendan spurning settu vit Heine Fernandez:
- ja, hatta hugsa fótbóltsspælarar nógv um. Tá eg hugsi aftur í tíðina, so haldi eg, at tað bert eru tveir av teimum tilsamans sekstan venjarunum, ið eg havi havt í míni superligatíð, sum hava brúkt fysiska venjing burturav í uppstartinum, og tað havi eg ikki góðar royndir við. Mín filosofi er, at tað loysir seg best at hava bóltin við allatíðina, og hetta er uttan iva eisini tað, sum spælarunum dámar best. Tað er eisini stórur munur á superligaspælarum og so spælarunum her uppi. Spælararnir í bestu donsku deildini venja ofta tvær ferðir um dagin og havi einki arbeiði við síðuna av, og tískil kann man krevja meirikropsliga venjing av teimum, enn hvat krevjast kann her uppi. Tað verður eisini ein spurningur, ið eg skal finna út av ? hvussu nógv kann eg krevja av spælarunum her?
Bo Johansson er fyrimyndin
Teir føroyingar, ið fylgja væl við í donskum fótbólti, vita kanska eisini, at Heine Fernandez var kendur sum ein spælari, ið altíð segði sína meining. Hetta hevur givið honum nakrar samanbrestir við onkrar venjarar í yrkistíð hansara, men sjálvur leggur Heine ikki so nógv í tað:
- eg haldi, at tað er sunt at fáa sagt tingini akkurát sum tey eru, ístaðin fyri at liggja inni við onkrum, ið ein er ónøgdur við, so eingin av spælarunum skal verða bangin fyri at koma til mín og siga sína meining.
Men hevur Heine Fernandez nakra venjarafyrimynd?
- eg haldi, at sviin Bo Johansson, ið var venjari hjá mær í Silkeborg (seinni danskur landsliðsvenjari blðm.), er tann, ið eg havi lært mest av. Hóast hann kanska ikki var nakar úrmælingur til at fyriskipa venjingar, so dugdi hann ómetaliga væl at fara um spælararnar og hópin. Tað gav ein sovorðnan positivan anda í felagnum. Í hesum sambandi kann nevnast, at áðrenn Bo høvdu vit Viggo Jensen, ið er kendur sum ein harður hálsur, sum venjara, og vit vóru um at flyta úr bestu deilduni í 1993. Síðani kom Bo til, og hóast hópurin var so at siga tann sami sum árið fyri, gjørdust vit meistarar í 1994!
Mær dámar best 4-4-2 spælskipanina
Nú ein gamal áleypari skal venja HB, vænta tey flestu óivað, at hildið verður fram við 4-3-3 spælskipanini, ið liðið eisini nýtti meginpartin av seinasta kappingarári, men hvat sigur Heine Fernandez til tað?
- Um eg skal verða heilt erligur, so noyðist eg at viðganga, at mær dámar best 4-4-2 skipanina, sum eisini er tann spælskipanin, ið eg eri mest vanur við. Tá ið eg havi spælt við 4-3-3, hevur tað verið í smærri feløgum við ógvuliga misjøvnum úrslitum. Eg haldi, at hendan skipanin krevur, at liðið hevur bóltin nógv og ikki er undir stórum trýsti. Hinvegin hevur hjálparvenjarin hjá mær Oddbjørn Joensen greitt mær frá, at hópurin hjá HB í ár riggar best til 4-3-3 skipanina, og tað noyðist eg sjálvsagt at lurta eftir, tí Oddbjørn kemur avgjørt at hava nógv at siga.
Heine Fernandez leggur afturat, at enn dugir hann ikki at meta um hópin, tí hann hevur bert havt tí einu venjingina við okkurt um tíggju monnum, og hon var innandurða. Ikki fyrr enn venjingin er byrjað úti á vøllinum við øllum hópinum, ið telur tjúgu mans, vil Heine úttala seg um støðið á føroysku spælarunum. Tá vit at enda spyrja Heine, hvat málið fyri kappingarárið 2004 hjá HB er, sigur hann, at tað dugir hann illa at meta um, áðrenn hann hevur sæð meiri til leikararnar, men hann sigur seg skilja á lagnum, at í HB er tað einans gullið, ið telur, so tað noyðast vit at fara eftir!
Fakta
Navn: Heine Fernandez
Føðingardagur: 14/7-1966
Fyrrv. feløg: Borup, Silkeborg IF, Viborg FF, FC Keypmannahavn, AB
Yndislið: Manchester United
Venjarafyrimynd: Bo Johansson