- Eg haldi ikki at bankarnir eru lagaligir

- Hjá fíggingarstovnunum er eingin "góða mamma", og har er einki at heinta, sigur Bjarni Petersen, skipari á rækjutrolaranum, Arctic Viking.
Hann heldur ikki, at bankarnir eru lagaligir, tá ið tað er dýrari at fíggja skip enn bilar



Rækjuflotin

Í blaðnum í gjár skjeyt Bjarni Petersen, skipari á rækjutrolaranum, Arctic Viking, upp, at føroysku rækjuskipini sleppa undir eina FAS-líknandi skipan, soleiðis at skipini hava ein møguleika at svara sínar skyldur. Felagið Rækjuskip stuðlar uppskotinum og hevur vent sær til myndugleikarnar við hesum. Men myndugleikarnir hava hvørki verið at høgt ella stungið í og skjóta seg inn undir, at sleppa rækjuskipini undir eina tílíka skipan, fara aðrir veiðihættir at krevja tað sama.
  Støðan hjá rækjuflotanum er so álvarsom, at verða eingi politisk stig tikin, fara øll tey 8 skipini, sum eru undir føroysku flaggi í dag, á húsagang.
  - Tvey skip eru longu farin av knóranum í ár og tey, ið eftir eru, standa øll til at fara, sigur Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking.
  Onkur, sum stendur rækjuvinnuni nær, hevur borið uppá mál, at fíggingarstovnarnir hava verið lagaligir, og tí hórar rækjuflotin enn.
  Men her er Bjarni Petersen ikki samdur.
  - Eg haldi ikki, vit kunnu siga, at bankarnir eru lagaligir, tá ið tað er dýrari at fíggja skip enn bilar.
  Hann vísir á, at bankarnir dríva forrætning, og har er eingin "góða mamma", sum hann tekur til.
  - Vit skulu ikki rokna tað sum nakra sjálvfylgju, at rækjuskipini, sum fara av knóranum, verða verandi í Føroyum. Tey verða seld, hagar hægsta boðið kemur ? antin tað er úr Føroyum ella uttanlands. Hetta sóu vit, tá ið Ocean Pride endaði í Kanada, og Rækjuvirkið á Oyri keypti Kappan.

Afturút sigldir

Bjarni vísir á, at føroyski rækjuskipaflotin er ikki bara illa fyri fíggjarliga, men hann er eisini púrasta afturút sigldur.
  - Øll skipini, undantikið Hvilvtenni, eru 15 ár og eldri, og kortini ber ikki til at fáa raksturin at hanga saman.
  Hann sigur, at norðmenn hava skift síni rækjuskip út við nýggj, soleiðis at norðmenn í dag hava einar 10 nýggjar rækjutrolarar.
  Spurdur, um veiðimøguleikarnir hjá einum føroyskum og einum norskum rækjutrolara ikki eru líkir, sigur Bjarni:
  - Jú, tað eru teir. Vit hava somu veiðimøguleikar á Flemmish Kap og við Svalbard, men umstøðurnar eru ikki tær somu. Ein norskur rækjutrolari forvinnur einar 20 milj. krónur meira um árið enn ein føroyskur. Munurin er prísurin, teir fáa fyri sínar rækjur ? og so sáttmálin millum skip og manning.
  Bjarni vísir á, at norðmenn fáa eina krónu meira í miðal fyri sínar rárækjur enn føroyingar, og haraftrat hava teir ein manningarsáttmála, sum kostar nógv minni enn tann, ið vit hava.
  - Tað er bara Rækjuvirkið á Oyri, sum kann bjóða uppá okkara rækjur. Selja vit í Noregi, noyðast norsku virkini at gjalda 3. landstoll fyri rárækjurnar, og tað fer burtur av prísinum, vit fáa. Fiska vit eini 2500-2700 tons um árið, og helmingurin er rárækjur, er talan um 1,2 milj. krónur minni í okkara part. Selja norðmenn sínar rækjur í Føroyum, hava teir sama trupulleika við 3. landstolli, sum vit hava, um vit selja í Noregi.

Íslendingar flaggaðu

Sum skilst, hevur støðan hjá íslendska rækjuflotanum verið meinlík okkara.
  Bjarni sigur, at fyri 8-9 árum síðan høvdu íslendingar heili 48 skip á Flemmish Kap; í dag hava teir trý. Hini sigla nú undir fremmandum fløggum, serliga baltiskum fløggum.
  Hann heldur, at hetta átti at verið ein lærupeningur hjá føroyskum myndugleikum, um teir halda, at vit framhaldandi skulu hava ein rækjuskipaflota undir føroyskum flaggi.
  - Nú fiska íslendingar við skipum undir baltiskum flaggi og eru við til at trýsta prísin á rækjum ? eisini mótvegis teimum skipum, sum enn eru eftir í íslendska flotanum.
  Spurdur, hvussu støðan er hjá kanadiska rækjuflotanum, sigur Bjarni, at hon er rættiliga góð.
  - Kanadisk rækjuskip tíma ikki út á Flemmish Kap, hóast tey hava kvotu har. Tey fáa bæði nógv fleiri og størri rækjur í egnum sjógvi.
  Skiparin sigur, at meðan ein føroyskur rækjutrolari fiskar eini 9 tons um døgnið, fiskar ein kanadiskur rækjutrolari 40 tons og ein grønlendskur helsti eini 30 tons.
  - So, her kann eingin samanburður gerast, sigur Bjarni.
  Hann vísir kortini á, at bæði kanadiskir og grønlendskir rækjutrolarar høvdu eisini farið av knóranum við verandi rækjuprísum, um teir ikki høvdu møguleikan at økt um kvoturnar.
  - Tað er fult av rækjum, bæði í Grønlandi og Kanada, og tá ið tað sansar at hjá rækjuflotanum, veksa teir bara kvoturnar, soleiðis at teir fáa so mikið meira burtur úr. Á henda hátt fiska kanadisk og gørnlendsk rækjuskip tríggjar ferðir so nógv sum tey føroysku, sigur Bjarni.

Stongdir úti

Skiparin sigur, at tað hevur ikki gjørt umstøðurnar hjá føroyska rækjuflotanum betri, at teir eru stongdir úti í kanadiskum havnum orsaka av stríðnum um Grand Bank.
  - Vit løgdu veiðina upp og skifti fólk í Ný Foundlandi, men tað kunnu vit ikki gera longur, nú havnirnar har yviri eru stongdar fyri okkum.
  Bjarni sigur, at vanliga komu rækjuskipini, sum royna á Flemmish Kap, heim til Føroya einaferð um árið ella so, men nú noyðast tey í føroyska havn einar 5 ferðir um árið.
  - Vit hava nógv viðurskifti ímóti okkum í løtuni. Tí vóna vit, at myndugleikarnir umsíðir fáa eyguni upp fyri, at allur okkara rækjufloti liggur í andaleypi og gongur skjótt móti húsagangi, sigur Bjarni Petersen at enda.